Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HÓSDAGUR 7. MAI 2020 SOSIALURIN 40 10 ÁRNI GREGERSEN S íðani fyrst í mars hevur føroyska samfelagið verið øðrvisi enn vanligt. Eins og restin av heiminum eru vit rakt av koronakreppuni. Fyrsti til­burð­ urin var staðfestur allarfyrst í mars og síðani 12.mars eru tiltøk sett í verk, sum hava havt álvarasligar avleiðingar fyri sam­felagið. Møguleikin hjá vanligum borg­arum at koma saman er skerd­ur, skúlar og barnagarðar hava verið stongdir, eins og nógv starvsfólk í bæði privatu og almennu vinnuni hava sitið heima í næstan tveir mánaðir. Vinnulívið er eisini rakt. Út­ flutningsvinnan fyrst og fremst, tí at marknaðirnir kring heimin eru tódnaðir, men flutningur av vørum er eisini vorðin torførari. Flogvinnan, sum flytur ein stóran part av feskum laksi til mark­naðir í USA og Kina, er skerd, so torført er at røkka okkara kundum har. Suðurevropa, sum keypir so at siga allan føroyskan saltfisk, hevur verið hart rakt av korona, so tað hevur eisini rakt okkara útflutning. Ferðavinnan Ongin ivi er tó um, at føroyska ferða­vinnan er tann vinnugeirin, sum er harðast raktur. Her er í veruleikanum talan um eina niðurbræðing. Gistingarhús og matstovur hava latið aftur og tær fyritøkur, sum syrgja fyri, at útlendsk ferðafólk fáa upplivingar, tá ið tey koma til Føroyar, hava ongar kundar. Hetta er ikki bert galdandi í Før­oyum, men kring allan heim. Í Føroyum er tað so, at fólk sleppa so at siga ikki inn í landið og hvørki siglandi ella flúgvandi far­leiðin hevur ferðafólk við hendan vegin. Alt hetta ger, at flest øll siga, at heilsukreppan vit nú fara í gjøgnum, fer at broytast til eina bú­skaparkeppu. Hjálp til sjálvhjálp Bárður á Steig Nielsen, løg­ mað­ur, hevur verið við í allari koronatíðini og hev­ur staðið fremst á flestu tíð­inda­ fundunum. Sum samgonguleiðari og løg­ maður er tað eisini hann, sum saman við restini av politisku skipan­ini, hevur fingið sett tveir hjálparpakkar saman til løn­takarar og partar av vinnuni. Men hann hevur eisini eina áheitan á alla føroyingar: Standið saman um Føroyar í summar Við heusm heitir hann á okkum øll um at keypa føroyskar vørur og tænastur og at ferðast í egn­ um landi í summar. -Privat brúka vit umleið eina hálva milljard til ferðing uttan­ lands um árið. Tað mesta verður brúkt í summarfrítíðini. Tá ið vit nú ikki sleppa at ferðast, sum tað passar okkum, so kunnu vit hóskandi brúka hesar pengar – ella part av teimum – í Føroyum, sigur løgmaður. -Gera vit tað, so hjálp vit ikki bara føroyska samfelagnum, men vit hjálpa eisini vinfólki, familju og øðrum, so tey kunnu varð­veita tey arbeiðspláss, tey hava. Keypa vit føroyskar vørur og tænastur, so halda vit ferðini uppi í landinum í summar og tað hevur ómetaliga nógv at siga, sig­ur løgmaður. Nógv kann gerast Vinnuhúsið hevur fyrr í vár verið úti við sama boðskapi um, at tað er umráðandi, at vit keypa før­oyskar vørur og tænastur. Tað hjálpir føroyskum fyri­ tøkum og tryggjar føroysk ar­ beiðs­pláss. Afturmeldingarnar frá handlum í koronatíðini er, at nógv fólk hava brúkt hesar fyrstu vikurnar til at hampa og um­væla hús og annað. Timburhandlar og byggi­ búðir, málingahandlar og aðrir veitar­ar til privatfólk, hava selt nógv í hesum døgum. Eitt tekin um, at nú hava fólk valt at gera ymiskt heima við hús, sum annars stundir ikki eru til vanliga. Løgmaður fegnast um hetta, men hann vísir á, at nóg ber til at gera annars. -Vit kunnu brúka hetta summarið til at ferðast í egn­ um landi. Vit velja ofta at fara aðra­staðni um summarið og tí gloyma vit ofta, hvørjar møguleikar vit hava í egnum landi. -Øll tilboðini sum ferðavinnan vanliga hevur til útlendsku ferða­fólkini, tey kunnu vit sjálvi brúka nú. Vit eiga eitt gott og vakurt land. Lat okkum brúka hetta summarið til at læra tað betur at kenna, sigur løgmaður. Ferðavinnan hevur ment seg nógv hesi seinastu árini. Hópur av matstovum eru komnar og alt fleiri fyritøkur bjóða upp­ livingar, ferðir og annað. Ikki so nógv av hesum verður brúkt av føroyingum, men nú er høvi at gera tað. Tað almenna Løgmaður heitir ikki bert á okk­ um, sum privatir borgarar, um at keypa føroyskar vørur og tæn­ astur. Áheitanin er eisini til al­ Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, heitir á allar føroyingar um at standa saman um Føroyar og føroyskt vinnulív í summar -STANDIÐ SAMAN UM FØROYAR Í SUMMAR Bárður á Steig Nieelsen, løgmaður