Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. mai 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 15. MAI 2020 Lækkið tykkara egnu lønir fyrst! Tingmaður Sambandsfloksins á Toftum vil vera við, at føroyingar ikki kunnu liva av at klippa hvørjum øðrum – ella at føroyingar ikki gerast ikki ríkir av tí. Ikki tí, hesa niðurstøðu eru onnur eisini komin til. Men eitt er heilt víst, at eingin verð­ur ríkur av klippa nýggja sam­bands­ høvd­ing­a­num á Toftum! :-) Maðurin hevur jú púra rætt GLØGG EYGLEIÐING Huawei: Føroya Tele er landsstýrið Tíðargrein Sjúrður Skaale, síða 8 Var í klubba sam­ an við vinstra­ hallum Siðsøga síða 32-33 Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Haldarar, sum ikki hava fingið Sosialin Um Sosialurin ikki er borin haldarum klokk­an 20 fríggjakvøld – sendið teldu­ post til klaga@sosialurin.fo Á hesum stað hava vit fleiri ferð funnist at tí órímuliga í, at starvsfólk á privata ar­beiðs­marknaðinum hava verið so ó­met­a­lig­a nógv verri fyri, enn starvsfólk hjá tí almenna. Tey eru send til hús við ong­ari og nógv skerdari løn, og fleiri standa til at missa starvið, og fleiri hava longu mist starvið. Og tað er heilt óalmindiliga órímuligt av lands­ins myndugleikum, at so ójavnt er býtt, tí eingin starvsbólkur í Føroyum, held­ur ikki landsstýrið, eigur ábyrgdina av krepp­uni, sum er. Landsstýrið hev­ur tó ábyrgdina av, hvussu vit snúgva okk­ um í kreppuni. Men at landsstýrið í rámasta álvara ætl­ar at taka longu avtalaðu løn­ar­hækk­ ing­in­a frá almennum starvsfólkum, tað er eitt sera víð­gongt stig, sum samgongan ikki kann vera bekent. At síggja til var hetta enn ein roynd hjá Jørgeni Niclasen lirka víðgongd stig inn í skugg­anum av koronakreppuni. Slíkt hava vit sæð áður. Men vit fingu vátt­að í Breddanum í útvarpinum hend­ an dagin, at hetta er ein ætlan, sum er grund­fest í samgonguflokkunum eisini. Tað váttaði Magnus Rasmussen úr Sam­ bands­flokk­i­num og Christian Andreasen úr Fólka­flokkinum. Tí er hetta ikki ein »hatta er bara Jørg­ en-ætlan«. Og hóast talan »bara er um ein fyri­spurn­ing«, so er hetta ein ítøkilig pol­it­isk ætlan. Um nakar stirðil var í politikarum, sum koma við slíkum uppskotum, so lækk­aðu teir sína egnu løn fyrst. Jørgen Nicl­asen hevur møguleikan at leggja fram lóg­ar­upp­skot fyri løgtingið, sum sig­ur, at øll landsstýrisfólk og øll tingfólk fara 10 prosent niður í løn tað sum eftir er av hesum valskeiðinum. Tá nýtt Løg­ ting er valt, so kann tað nýggja Løg­ting­ið taka støðu til – alt eftir hvussu løn­ar­lag­ið á ar­beiðs­markn­aðinum hevur flutt seg – um pol­it­ik­ar­arnir skulu fáa løn­ina upp­ aft­ur á sama støðið. Politikarar skulu ganga undan sum góðar fyrimyndir. Ikki bróta avtalur við fak­feløg. Tað kann væl vera, at starvsfólk á al­menna arbeiðsmarknaðinum verða noydd at vísa »samfelagssinni«, sum politikarar kalla tað, tá lønirnar skulu trýstast. Men fakfeløgini mugu fyri alt í verðini ikki ganga við til nakað slíkt, fyrr enn pol­it­ik­arar sjálvir vísa í verki, at teir meina nakað við hetta »samfelagssinni«. Tað gera teir, um teir fyrst lækka sínar egnu lønir. Boðskapurin frá løgmanni er ein kærkomin áheitan á okkum øll. Tað besta sum kann henda er, at vit gerast meira tilvitaði um hvat vit keypa og hvør ið upprunin er, sigur Jon Hestoy, stjóri á Føroyaprent Í seinasta vikuskiftissosialinum, heitti Bárð­ ur á Steig Nielsen, Føroya løgmaður, á allar før­oyingar um at standa saman um Føroyar og føroyskt vinnulív í summar. Fyri okkum sum prentsmiðja og grafiskt fram­leiðsluvirki, er hetta einki minni enn eini gleðiboð. Í Føroyum eru bara einar tvær prent­smiðjur eftir og umframt at kappast hvør móti aðrari, á jøvnum føti, kappast tær eis­ini í móti útlendskum prentsmiðjum. Nógvar av útlendsku prentsmiðjunum, hava munandi lægri lønarlag enn Føroyar, men tað hevur ikki forðað okkum í at trúgva upp­á, at føroyskir prentlutir, á føroyskum máli, skrivaðir og sniðgivnir av føroyingum, eiga sjálvandi at verða prentaðir í Føroyum. Er talan bara um prís, er ikki vist, at nak­ ar í Føroyum sleppur aftur til arbeiðis. Tað fara helst altíð at verða lond, ið veita vørur og tæn­astur, sum eru bíligari enn vit sjálvi. Boðskapurin frá løgmanni er ein kær­ kom­in áheitan á okkum øll. Tað besta sum kann henda er, at vit gerast meira tilvitaði um hvat vit keypa og hvør ið upprunin er. Tí nú er tann stundin komin til handa. Jon Hestoy, stjóri Føroyaprent Nú er tann stundin Jon Hestoy fegnast um, at løgmaður heitir á føroyingar um at keypa føroyskt og stuðla frlyskari framleiðslu Við áhuga lurtar løgmaður eftir fíggj­ar­mála­ ráð­harranum. Man hann taka undir við honum?