hósdagur 14. mai 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. MAI 2020
SOSIALURIN 41
18
VILMUND JACOBSEN
T
á Sigurd Hentze í
Skopun byrjaði fyri
tøkuna Gólvfix í okto
ber í 2014, var hann
einsamallur í eina tíð. Virksemið
vaks so mikið skjótt, at hann
eftir fáum mánaðum hevði ein
mann aftrat sær.
Sum tíðin leið, hevði hann
tveir mans aftrat sær, soleiðis at
teir vóru tríggir yvir eina longri
tíð og nú - alt árið í ár - hava teir
verið fýra, harav ein er lærlingur.
Sjálvur er Sigurd Hentze út
búgvin gólváleggjari, og soleiðis
er hann eisini lærumeistari.
Hann gjørdist útlærdur á gólv
deildini í Vøruhúsinum á Hjalla í
2006, men hevur annars starvast
sum gólváleggjari í eini 19 ár til
samans.
- Maðurin, sum eg havi í læru,
hevur starvast hjá mær næstan
síðan byrjan, og hann hevur
nú lært í umleið hálvt annað
ár. Eftirhondini hava vit allir
fýra drúgvar royndir sum gólv
áleggjarar, sigur eigarin av fyri
tøkuni.
Nógv at gera
Sigurd Hentze sigur, at Gólvfix
hevur rættiliga nógv jørn í eldi
num í løtuni, og soleiðis verður
tað í minsta lagi alt hetta árið.
Hann vísir á, at tey stóru
arbeiðini, sum Gólvfix í løtuni
hevur at gera, er stívligar 4000
fermetrar av gólvi í nýggja parti
num av Fuglafjarðar skúla.
- Her eru vit undirveitarar hjá
byggifyritøkuni, MT Højgaard,
og tað er linolium, sum skal
leggjast. Vit eru byrjaðir at
spartla í skúlanum, og seinni
kemur so verulig gongd á sjálva
áleggingina. Sambært ætlanini
skal skúlin standa liðugur eina
ferð seinni í hesum árinum.
Hann sigur, at Gólvfix eisini
er við í stóru byggiverkætlanini
í Sunda kommunu, har nýggjur
skúli og ítróttarhøll verða bygd
á Oyrarbakka.
Tað er byggimeistarin, Jóan
Petur Vang, sum stendur fyri
hesi verkætlan.
- Á Oyrarbakka leggja vit
linolium á umleið 1300 fermetrar
og vinyl á umleið 400 fermetrar.
Aftrat hesum koma so mottur,
teppir og gummilistar, sum vit
eisini taka okkum av.
Sigurd Hentze sigur, at sam
bært fyriliggjandi ætlan skal
arbeiðið verða liðugt síðst í juli.
- Vit hava í longri tíð gjørt
arbeiði í skúlanum á Oyrar
bakka, og ætlanin er, at vit allir
fara norður hagar at leggja
linolium í næstu viku. Í ítróttar
høllini hava vit lagt vinyl í skifti
rúmunum, og okkara arbeiði í
skiftirúmunum er liðugt.
Nýggja politistøðin í Havn er
eitt annað rímiliga stórt arbeiði,
sum Gólvfix skal gera, og her
er fyribils talan um einar 2000
fermetrar við linolium. Hetta
arbeiði skal eisini verða liðugt
einaferð seint í heyst.
Av øðrum stórum verkætlan
um, sum Gólvfix er partur av, eru
tær 18 íbúðirnar, sum byggifyri
tøkan KBH byggir fyri bústaðir
á Toftum, og her skal fyritøkan
hjá Sigurdi Hentze leggja vinyl
á baðirúm og wc.
- Eg haldi, at útlitini fram eftir
eru góð, og vit hava í øllum før
um ríkiligt at takast vit í 2020 og
væl og virðiliga tað, sigur hann.
Privatkundaskari
Hóast Gólvfix er við sum undir
veitari í fleiri størri verkætlanum,
ger fyritøkan alt fyri eisini nøkta
privatkundatørvin, sum Sigurd
Hentze metir hava stóran týdn
ing.
- Tá tær størru verkætlaninar
einaferð eru fingnar frá hondini,
vilja vit framvegis hava ein
breiðan privatkundaskara, sum
hevur verið okkum bæði trúgv
ur og drúgvur.
Sigurd Hentze sigur, at um
framt at leggja vinyl og linolium,
fæst Gólvfix eisini við at slípa
trægólv.
- Í ávísum uppgávum arbeiða
vit eisini við flótispartil, har
korkment og síðan linoleum
vanliga verður lagt oman yvir, so
gólvið verður bleytari at stíga á,
leggur hann aftrat.
Sigurd Hentze heldur ikki, at
korona-smittan hevur ávirkað
arbeiðið hjá fyritøkuni í stóran
mun, og hann heldur ikki, at við
skiftafólk sum heild hava stúrt
fyri at fáa gólváleggjarar heim
at arbeiða.
- Men, vit hava so eisini syrgt
fyri at skipa okkum væl, soleiðis
at bert ein maður - og í mesta
lagi tveir - hava verið til somu
uppgávu í senn.
Nú Sigurd Hentze býr í
Skopun, hevur ferðaætlanin, har
Teistin í nakrar vikur fór sein
asta túr av Gomlurætt klokkan
19.05, verið eitt sindur tvørlig,
men hann fegnast um, at nú
verður aftur siglt eftir galdandi
ferðaætlan.
- Vit hava tríggjar bilar, har
lærlingurin og eg gjarna koyra í
sama bili og hinir báðir, sum eftir
eru, hava hvør sín bil. Arbeiða
lærlingurin og eg á hvør sínum
staði, seti eg hann gjarna av og
taki hann uppí aftur, tá dagur er
lokin, sigur hann.
Stórt og smátt
Onkran einstakan dag er Sigurd
Hentze heima við hús, har hann
tekur sær av tilboðum og ymisk
um øðrum fyrifallandi.
- Viðskiftafólk kunnu altíð
venda sær til okkara við fyri
spurningum, og vit geva óbind
andi tilboð. Vit gera stórarbeiði,
og vit gera arbeiði, sum taka ein
ella tveir tímar - alt fyri at nøkta
tørvin hjá okkara viðskifta
fólkum, leggur hann aftrat.
GÓLVFIX
HEVUR ÚR
AT GERA
Eftir skjótt seks árum er fyritøkan hjá
Sigurdi Hentze í Skopun nógv vaksin. - Eg
byrjaði einsamallur, og nú eru vit fýra,
sigur royndi gólváleggjarin í Skopun
Sigurd Hentze byrjaði einsamallur við Gólvfix. Nú eru teir fýra og hava úr at gera kring landið
Sveisivinyl í einum baðirúmi ger rúmið sera
snøgt og lætt at halda reint og vakurt
BYGGIVINNA