mikudagur 20. mai 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
22. MAI 2020
Flúgv Atlantsflog – og seljið hotellið!
Tað var eitt rætiligt plettskot, tá ið fólkini,
sum standa aftan fyri Koks, gjørdu av av
lata eina nýggja matovu upp í Havn, nú
koronakreppan hevur elvt til, at koks er
stongt. Tað var mánakvøldið, at tað varð
kunngjørt, at ein nýggj matstova, Roks, fór
at lata upp í Fútastovu í Gongini í Havn og
sum er opin til 27. juni.
Tilsamans hava tey pláss fyri 920 fólkum.
Tað var klokkan 18 mánakvøldið, at tey lótu
upp fyri at fólk kundu bíleggja borð.
Og tað var beinanvegin, at bíleggingarnar
fóru at streyma inn.
– Tað var heilt skjótt, at tey fyrstu 600
plássini vórðu bíløgd og nú, mitt um seinn
apartin mikudagin, eru færri enn 100 pláss
eftir, sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokk
ur á Roks, systirmatstovuni hjá Koks.
Raktu plett við
nýggjari matstovu
ROKS
Flogskiparin Lind
berg vitjaði á
Tvøroyri
Siðsøga síða 30-31
Tekniforrit til
urtagarðin
Síða 22-23
Í blaðnum...
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Haldarar, sum ikki
hava fingið Sosialin
Um Sosialurin ikki er borin haldarum
klokkan 20 fríggjakvøld – sendið teldu
post til klaga@sosialurin.fo
– Hetta er ein svartur dagur í søguni hjá
Atlantsflog. Tað er eingin hjálparpakki í
væntu. Peningur fossar úr felagnum.
Tann lættasta loysnin hevur verið at tik
ið lagnuna hjá øllum hesum starvsfólk
unum í felagnum.
Orðini eigur Jóhan í Niðristovu, ein av
royndastu flogskiparunum hjá Atlants
flog, í Degi og Viku týskvøldið.
At Atlantsflog er í djúpari kreppu
skilja øll. Eyðvitað má so vera, tá felagið
ikki kann flúgva og ikki fær hjálp úr
landskassanum, sjálvt um landið eigur
allan partapeningin í flogfelagnum.
Tað er enn púra óvist, nær felagið
sleppur at flúgva aftur. Men umframt
stóru óvissuna um flogferðsluna, so fær
felagið eisini stórar fíggjarligar avbjóð
ingar við hotellinum, sum felagið skal
undir at reka í høvuðsstaðnum. Tað fel
agið fer heilt víst at hava eitt dunrandi
hall í ár, eins og hini privatu hotellini,
sum tjóðarflogfelagið nú hevur gjørt til
sínar kappingarneytar.
Hóast Jóhanna á Bergi, stjóri í At
lantsflog, í útvarpstíðindunum týsdagin
í síðstu viku bedýraði, at hendan krepp
an einki hevði við hotllið hjá Atlantsflog
at gera, so er tað kortini ikki so einfalt.
Tí í roknskapinum, sum Atlantsflog
góðkendi á aðalfundi so seint sum eina
viku frammanundan kann lesast, at hot
ellið hjá Atlantsflog kann gerast ein
kleppur um beinið á flogfelagnum.
Tí Atlantsflog borgar fyri skuld hjá fel
agnum, sum byggir hotellið, áljóðandi 12
mió kr. Harumframt hevur Atlantsflog
tryggjað lángevarum, at rakstur og gjald
føri hjá hotelfelagnum eru nøktandi til
at halda virksemið gangandi í fimm ár.
Og tað kunnu gerast fimm tung ár, til
Hilton hotellið fer at geva lønandi rakst
ur – eins og privatu hotellini, sum tjóðar
flogfelagið kappast við um hotelsengur.
Best var helst, at landsstýrið tók ta
støðu, at Atlantsflog skal gera tað, sum
felagið er sett í verðina til: At flyta ferða
fólk millum Føroyar og útheimin. Latið
privatu vinnuna um alt annað virksemi,
sum hon dugir nógv betur enn eitt al
ment partafelag við tilvildarligum vald
um nevndarlimum uttan serkunnleika
til hvørki hotel-, ferða- ella flogvinnu.
Tað var ein skeiv avgerð hjá undan
farna landsstýri at fara í beinleiðis kapp
ing við privatu gistingarhúsvinnuna.
Hendan skeiva avgerð kann kosta At
lantsflog dýrt. Seljið tí hotellið sum
skjótast og savnið tykkum um at flúgva
fólk til og úr Føroyum!
Lions Club Tórshavn hevur handað Heila
felagnum 60.000 krónur til eina verkætlan,
ið skal fremja taluvenjing í Føroyum fyri
seinheilaskadd fólk
Eingin skipað taluvenjing er í Føroyum
fyri seinheilaskadd fólk, sum eru í aldrinum
millum 18 og 67 ár, og tí hevur Heilafelagið
sett ein arbeiðsbólk at arbeiða við eini verk
ætlan, ið skal fremja hesa venjing.
Eitt nú skal henda verkætlan kanna og
lýsa, hvørji tilboð eru í Føroyum, umframt at
gerast skal ein tørvskanning. Eisini verða
tøkniligir møguleikar kannaðir og hvussu
taluvenjing verður skipað í øðrum londum.
Heilafelagið er felag fyri fólk, sum er rakt
av apopleksi og afasi og onnur, ið vegna
sjúku ella vanlukku eru vorðin seinheila
skadd, og endamál felagsins er at kunna um
seinheilaskaða og at styrkja um fyribyrging,
skjóta viðgerð og endurvenjing fyri fólk við
seinheilaskaða.
Av tí at omanfyri nevnda verkætlan er
krevjandi, umfatandi og – ikki minst – átrok
andi, valdi Lions Club Tórshavn at lata Heil
afelagnum allan ágóðan av ólavsøkufram
sýningini í 2019 til júst hesa verkætlanina,
og gjørdist talan um eina upphædd upp á
60.000 krónur.
Lions stuðlar Heilafelagið
Jógvan Telling og Hjalti Skaalum frá Heilafelagnum saman við forsetanum í Lions Club
Tórshavn, Jógvan Emil Nielsen, tá ið tær 60.000 krónurnar vórðu handaðar