mikudagur 20. mai 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020
SOSIALURIN 42
14
HEIM & URTAGARÐAR
- Nú kanst tú fáa tíni egnu hús laðað upp og innilokað
við byggiblokkum frá Sp/f Vind í Saltangará. – Velur
tú eina slíka loysn, kunnu vit inniloka tíni hús eftir
stuttari tíð. Blokkarnir eru so mikið lættir at arbeiða
við, at fólk eisini kunnu laða sjálvi - við vegleiðing
frá okkara fólki, sigur Hans Petur Ellingsgaard
VILMUND JACOBSEN
S
p/f Vind í Saltangará,
sum í fleiri ár hevur verið
veitari av dygdargóðum
vindeygum og hurðum
úr plasti, træi og træ-alu umframt
góðum og sterkum garasjuhurðum,
hevur í eina tíð eisini verið veitari
av byggiblokkum, sum kunnu gera
tað lættari og skjótari, tá húsini
skulu byggjast.
Byggiblokkarnir, sum nærmast
eru eini lego-loysn, bjóða rættiliga
teirri siðbundnu loysnini við
sethúsabygging av - bæði við
skjótleika og tí, at tú saktans
kanst byggja húsini sjálvur við
teirri ferð, tú sjálvur ynskir og
hevur orku og umstøður til.
Fyritøkan hjá Hans Peturi
Ellingsgaard í Saltangará bjóðar
sær eisini til at laða húsini - ella
uppíbyggingina - fyri teg, soleiðis
at hús ella uppíbygging stendur
innilokað við vindeygum og taki
eftir stuttari tíð.
- Eg havi umboð upp á hesar
byggiblokkar hjá fyritøkuni -
balpol.lt - í Litavia, og nú vit hava
selt hesar blokkar í eina tíð, hava
vit havt leveringar kring um
landið, sigur hann.
Góðar afturmeldingar
Ymiskir byggiblokkar hava verið á
marknaðinum í nógv ár, men her
í Føroyum hevur tað tikið sína
tíð at síggja henda frálíka byggi
møguleika. Men, nú hevur Sp/f
Vind rættiliga vindin í seglunum
við byggiblokkum.
- Serliga seinastu tíðina hava vit
sæð, at áhugin er vorðin rættiliga
stórur og veksandi, umframt
at afturmeldingarnar, vit hava
fingið, hava verið góðar.
Hans Petur Ellingsgaard vísir á,
at byggiblokkarnir eru serstakliga
vælegnaðir til húsabygging - bæði
til nútímans sethúsabygging og
siðbundna bygging.
- Vit hava lagt okkum eftir at
hava best hóskandi støddina av
byggiblokkum á goymslu, soleiðis
at viðskiftafólk altíð kunnu síggja
og keypa tað, tey ynskja.
Eigarin av Sp/f Vind sigur, at
blokkurin, tey hava á goymslu, er
1,25 sentimetrar langur og 30 senti
metrar høgur. Samlaða breiddin er
40 sentimetrar.
- Samansetingin í blokkinum,
sum er úr polystiren EPS, er
flamingokendur. Á innaru síðu er
bjálvingin fimm sentimetrar - og á
ytru síðu 20 sentimetrar. Síðan eru
teir 15 sentimetrarnir inni í blokk
inum til betongfyllu.
Hans Petur Ellingsgaard vísir
á, at blokkurin fæst í ymiskum
tjúkdum, og var talan eitt nú um
blokkar til eina garasju, hevði
sjálvsagt ikki verið neyðugt við
somu bjálving, sum í einari húsa
grund og húsum annars.
- Vit kunnu bíleggja ta tjúkd,
sum viðskiftafólk ynskja - alt eftir,
hvat endamálið er, men vit hava
valt at hava teir eftir okkara tykki
best hóskandi blokkarnar til húsa
bygging á goymslu, sigur hann.
Sp/f Vind kemur í næstum
eisini við lidnum tekningum, har
viðskiftafólk kunnu velja ímill
um eini 6-8 ymisk byggisnið, sum
eru teknað til loysnina við byggi
blokkum.
- Fólk kunnu eisini senda okk
um sínar egnu tekningar, og síðan
seta vit eitt tilboð saman, sigur
Hans Petur Ellingsgaard.
Lætt at laða
Tað er lætt at laða sær eini hús -
ella eina uppíbygging - við byggi
blokkunum, sum Sp/f Vind selur.
- Tú kanst saktans laða húsini
upp sjálvur, tí blokkarnir eru lætt
ir at arbeiða við. Teir eru uppbygd
ir soleiðis, at tú krøkir teir í hvønn
annan, og síðan eru spor í blokk
unum, sum eru til at leggja jarnið í.
Hans Petur Ellingsgaard vísir á,
at húsini saktans kunnu laðast í
fleiri hæddum og tríggjar hæddir,
sum vanlig sethúsabygging ofta
er, er als eingin trupulleiki.
- Hesin byggiháttur er so lættur,
at tað skal gangast tær rættiliga
illa í hond, um tú fert skeivur á
leiðini. Okkara royndir eru, at tað
er passandi at laða einar fimm
blokkar upp í hædd í senn og síðan
fylla betong í. Hetta svarar til eina
hædd á hálvan annan metur, tá
hvør blokkur, sum nevnt, er 30
sentimetrar høgur.
Ein slíkur blokkur, sum Sp/f
Vind hevur á goymslu, vigar eini
4-5 kilo, so teir eru lættir at hand
fara.
- Blokkarnir verða skornir eftir
tørvi, tá tú kemur um vindeygu,
hurðar ella endar. Vit brúka ein
skeribrennara, ið er ein brenni
tráður, sum fer ígjøgnum blokkin,
og hetta ger arbeiðið so sera lætt.
Hans Petur Ellingsgaard sigur,
at eitt, sum eisini ger hesa bygging
sera ómakaleysa, er, at her er ikki
neyðugt við nakrari tilrigging og
avrigging, tá dagsins arbeiði byrjar
ella endar.
- Tú arbeiðir, tá tú hevur hug,
og tá klárt er at fylla betong í,
sendir tú boð eftir betongbilinum
- ella, tú velur at blanda betongið
sjálvur og fyllir í uppsetingina.
Tú avger ferðina sjálvur, og her
er eingin, sum bíðar eftir, at tú
kemur aftur við forskallingum,
sigur hann.
Skjótt at inniloka
Sp/f Vind hevur bygt eini hús við
byggiblokkum og fara væntandi
í holt við tey næstu fyrsta dagin.
- Um so er, at viðskiftafólk ikki
hava stundir at byggja sjálvi, so
laða og inniloka vit gjarna húsini.
Hans Petur Ellingsgaard vísir
á, at fyritøkan soleiðis eisini kann
levera ein lidnan pakka, har Sp/f
Vind laðar og innilokar.
- Tá eru húsini laðað upp, og
vit seta vindeygu í og leggja tak
á. Eftirhondini hava vit gjørt okk
um royndir við hesi bygging, og tí
nýtist tað ikki at taka meira enn
ein ella tveir mánaðir at laða og
inniloka, tá talan er um eini vanlig
sethús.
Eigarin av Sp/f Vind heldur, at
hetta er ein fantastiskur møgu
leiki, eins og hann heldur, at byggi
blokkarnir eru sera væl egnaðir til
sítt endamál.
- Eini hús, sum eru laðað við
byggiblokkum, kunnu antin klæð
ast ella pussast, og vit halda, at eitt
lag av pussi uttan á blokkunum er
besta loysnin. Innan kann eitt nú
klæðast við gipsi, sigur hann.
Til dystin fús
Sp/f Vind heldur til í góðum um
støðum í gamla bygninginum hjá
Skipafelag Føroya á havnalagnum
í Saltangará.
- Vit eru til dystin fús og hava
fólk brúk fyri ráðgeving og veg
leiðing, eigur eingin at halda seg
aftur, sigur Hans Petur Ellings
gaard.
Ein skjót húsaloysn
við byggiblokkum
- Tað er lætt at laða sær eini hús - ella eina uppíbygging - við byggiblokkunum, sum vit selja, sigur
Hans Petur Ellingsgaard, sum eigur og rekur Sp/f Vind. Mynd: Oliver Joensen