Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020 SOSIALURIN 42 16 VILMUND JACOBSEN V it eru nú komin út í seinnu hálvu av mai, og summarið er beint fyri stavn. Lomb­ini eru komin, og tað eru gásar­ung­ ar­nir eisini. Á krossmessu, sum var hin 3. mai, er gamalt, at tjaldur hevur fult reiður. Gamalt var eisini at seta eplini í moldina flaggdagin, 25. apríl, men tað eru fleiri, sum lata eplini bíða til nakrar dagar út í mai. Mold og grót Higartil í mai hevur veðrið verið skiftandi. Vit hava havt kaldar dagar, har hitin hevur ligið niðri móti frostmarkinum um næturnar. Aðrar dagar kendist lýggjan eina løtu, og nú vóna vit øll, at summarið, sum flestu munnu leingjast eftir, virkuliga fer at koma og roynast. So skjótt, vit merkja lýggju, dregur hugurin okkum út um at fáast við mold og grót. Ætlar tú tær at gera nógv í túni ella urtagarði, er ongantíð ov skjótt at fara til verka. Umframt at hetta gleðir teg og tíni, er slíkt uttanduraarbeiði eisini balsam til likams og sálar. Eisini veitarar Hvussu nógv kemur burtur úr við handamegi, veldst um, hvussu lendið kring húsini sær út. Tað eru eisini fleiri veitarar á økinum, sum vilja taka eina hond í við tær. Her eru fyritøkur, ið kunnu taka sær av øllum uttanduraarbeiði - alt frá grevstri og planering til flísaarbeiði, grótlaðing og plant­ ing. Kenn­ist uppgávan møtimikil, ber eisini til at keypa sær hjálp til ein part av arbeiðnum, og síðan sjálv/-ur gera tað, ið eftir er. Ert tú í iva um, hvussu tú vilt laga títt grundøki, urtagarð ella títt útigólv, kanst tú eisini keypa tær ráðgeving hjá veitarum, sum eru. Privat og alment Veitarar, sum fáast við fríðk­ing­ ar, laðingar og ymiskt ann­að, gera tænastur bæði fyri privat­ fólk, fyritøkur og stovnar. Tað eru soleiðis fyritøkur og stovnar, sum eisini keypa tænastur til viðlíkahaldsarbeiði sum eitt nú at lúka, sláa gras, klippa hekk og skera trø. Sum møguligur keypari av tænastum, fært tú eisini óbind­ andi tilboð upp á møgulig ar­ beiði, sum tú ynskir at fáa frá hond­ini í summar. Teir góðu dagarnir draga fólk út í túnið HEIM & URTAGARÐAR Tá lýggja kemur í veðrið, hevur tú hug at leita tær út um at fáast við mold og grót Blómur pynta um við vøkrum litum, og tær skapa gleði Ein urtagarður má røkjast, og viðhvørt má eisini tynnast út