Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2020síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. MAI 2020 SOSIALURIN 42 38 TRÓNDUR ARGE U m v i ku s k i f t i ð verður fult umfari í landskappingini í føroyskum mans­ fót­bólti. Byrjað verður longu fríggjakvøldið í Sarpugerði, har tað verður topp-fimm uppgerð millum Víking og NSÍ. Leygardagin er seks tímar av fótbólti. Tað byrjar í Gundadali klokkan 14, har B36 tekur móti Skála. Klokkan 16 verður dystur í Fuglafirði millum ÍF og KÍ. At endað verður botn-fimm uppgerð millum EB/Streym og TB við Margáir klokkan 18. Vikuskiftið endar við eini grannauppgerð sunnudagin, har AB á Argjum tekur móti HB. Stórur áhugi uttanlands Tað hevur verið stórur áhugi uttan­lands fyri føroyskum fótbólti. Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, hevur verið í BBC News of the World, Odmar Færø hevur verið gestur í Soccer Saturday hjá Sky Sports, geinar um føroyskan fótbólt hava verið í eitt nú franska L'Équipe og bretska The Guardian, meðan danska Ekstrablaðið hevur keypt rættindini til at vísa ein dyst hvørt umfar. Størsta áhugan hevur norska TV2 víst. Her eru allir teir stóru viðmerkjararnir við, tá føroyskur fótbóltur rull­ar í norskum sjónvarpi. Á heima­ síðuni verður eisini gjørt nógv burturúr føroyskum fótbólti. Her eru samrøður við spæl­ arar sum Klæmint A. Olsen, Adrian Justinussen, Jóan­nes Bjartalíð og onnur, sum hava við føroyskan fótbólt at gera. Eitt nú Gunnar Nielsen, Kurt Mørkøre, Inga Højsted og Mikkjal Thomassen. Sport24 í Føroyum hevur eisini boðað frá, at tey selja nógv fleiri fótbóltstroyggjur enn vanligt, og at hesar verða sendir til millum annað Norra, har Adrian Justinussen er eitt hit. Víkingur-NSÍ (Beinleiðis á FM1) Fríggjadagin klokkan 19 DÓMARI: ALEX TROLEIS Tað tók Víkingi tríggjar hálv­ leik­ir at koma í gongd í lands­ kappingini í ár. Eftir málleysan javnleik á Argjum ,var Víkingur aftanfyri meginpartin av fyrra hálvleiki móti Skála í Sarpugerði sunnudagin. Beint fyri hálvleik fekk Finnur Justinussen hol á, og síðani skoraði Víkingur fýra ferðir í seinna hálvleiki og vann 5-2. Millum málskjúttarnar var eisini Lukasz Cieslewicz, sum fekk sítt fyrsta mál fyri nýggja felagið. Víkingur hevur allar mans tøkar til dystin, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19. Gestirnir eru væl fyri. NSÍ hevur vunnið báðar teir fyrstu dystirnar, men hetta er fyrsta stóra avbjóðingini í ár. Einasta ivamálið er Oddur Højgaard, sum stríðist við ein skaða í fótinum. Hetta er størsti dysturin í hesum umfarinum og hendan uppgerðin plagar at verða málrík og spennandi. Bæði liðini eru væl fyri, so alt bendir á ein spennandi dyst, men higartil hevur NSÍ munin við tveimum góðum avrikum. SOSIALURIN TIPPAR: 2-3 B36-Skála (Beinleiðis á FM1) Leygardagin klokkan 14.00 DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN B36 er flúgvandi. Soleiðis stóð at lesa á In.fo, tá 2. umfar var liðugt. Alt bendir eisini á, at B36 er flúgvandi, tá 3. umfar er spælt. Heimaliðið hevur flestu spælararnar tøkar og sig­ar­ nir móti KÍ og AB hava verið sannførandi upp á hvør sín máta. Í Klaksvík við orku og spæli, meðan dysturin móti AB bleiv avgjørdur tíðliga. Gestirnir av Skála eru undir­ tippaðir og tað er ikki uttan orsøk. Nógv fólk er vekk og liðið letur í løtuni nógv mál inn. Sjey mál upp á tveir dystir. Tó hevur Skála í báðum dystunum bjóðað av. Teir trýstu bæði Skála og Víking móti endanum. Hóast Víkingur vann 5-2, so var trýst á við støðuni 3-2. Alt bendir tó á ein tryggan heima­sigur í Gundadali. B36 hevur fleiri kort á hondini bæði í verjuspælinum og í álops­spæli­ num. Sosialurin tippar 3-0 ÍF-KÍ (Beinleiðis á FM1) Leygardagin klokkan 16.00 DÓMARI: PETUR REINERT ÍF skal reisa seg eftir ein mis­ javn­an dyst móti HB. Gestirnir úr Havn gjørdu skjótt av og skoraðu tríggjar ferðir í fyrra hálv­leiki. Fuglfirðingar høvdu sínar møguleikar og settu seg á spæl­ið í løtum í seinna hálvleiki, tá HB fekk ein spælara útvístan. Í ÍF eru tey sannførd um, at um KÍ ikki skorar upp á allar sínar málmøguleikar, so kunnu fugl­ firð­ingar bjóða upp til dans. KÍ slapp við skrekkinum í Trongisvági. Langt inni í yvir­ tíðini megnaði KÍ at vinna dyst­ in og fáa trý stig við norð. Hetta hevur stóran týdning, eftir at KÍ tapti í fysta umfari. Trýstið er nú eitt vet minni at vinna í Fløtu­gerði, sum helst ikki er eins lætt og í fjør. KÍ er favorittur og hóst batar eru at hóma í Fuglafirði, so kann KÍ væntast at vinna. SOSIALURIN TIPPAR: 1-2 EB/Streymur-TB Leygardagin klokkan 18.00 DÓMARI: DAGFINN FORNÁ Hvørki EB/Streymur ella TB hava fingið stig enn í lands­ kapp­ingini. Tað verður broytt leyg­arkvøldið, tá liðini spæla við Margáir. Spurningurin er so hvør fær stigini, ella um tey fáa eitt í part. Heimaliðið kom livandi frá upp­gávuni móti HB í 1. umfari, men sunnudagin gekk illa í hond móti NSÍ. Tað bleiv til fáar málmøguleikar, meðan NSÍ vann 3-0 og kundi havt skorað fleiri mál. Gestirnir eru ikki at kenna aftur á pappírinum. Nýggjur venjari og meginparturin av spælarunum eru nýggir. Millum annað fleiri útlendingar. Higar­ til er ilt at fáa eyga á eina kom­ andi stjørnu, men við eitt sindur av breidd á liðnum eydn­aðist TB at trýsta KÍ til tað sein­ asta. Í Trongisvági verður millum annað sagt, at ganesiski Samudeen Musah hevur evnini at gera um seg í føroyskum fót­ bólti. Gestirnir verða uttan mál­ verjan. Danski Frederik Mehder hevur fingið eina misjavna byrjan upp á kappingarárið og tað endaði við heilaskjálvta móti dystarenda. Hann skal nú sita uttan­fyri í nakrar vikur. Her er torført at koppa upp­gerðina annan vegin. EB/ Streymur hevur heimavøll og TB má brúka óroyndan eyka­ mál­verja. Hinvegin hevur TB prógva nakað í dystinum móti KÍ og EB/Streymur móti HB. SOSIALURIN TIPPAR: 1-1 AB-HB (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 15.00 DÓMARI: RÚNI GAARDBO Símun Samuelsen er nýggjur venjari hjá AB og hann kennir Uptakt: Betri deildin 3. umfar: Tað eru tríggir stórfavorittar og tveir spennandi dystir um vikuskiftið, sum bjóðar upp á fimm dystir upp á fimm ymisk tíðspunkt. Størsti dysturin er í Sarpugerði, har Víkingur tekur móti NSÍ Ikki við: Pedro Taracon Anton (loystur úr sáttmálanum), Filip í Liða (1-2 mánaðir, ryggurin) Ivasamir: Jón Krosslá Poulsen (ryggurin) Ikki við: Hugin Samuelsen (búkskaði, 2 vikur), Erling Dávidsson (knæskaði, 2 vikur) Ivasamur: Alex Mellemgaard (lærkrikin) Ikki við: Poul G. Olsen (meniskur, vikur), Arnbjørn Hansen (fipur, vikur) Við aftur: Árni G. Olsen (eftir leikbann) Ikki við: Daniel Johansen (leikbann, 1 dyst), Tróndur Jensen (krossband, langtíðarskaddur), Hørður Askham (krossband, langtíðarskaddur), Jákup L. Thomsen (knæið, óvist), Teit Jacosen (skurðviðgjørdur í knænum, 4-6 mánaðir), Jógvan Rói Davidsen (brotið rivjabein, 2-3 vikur) Ikki við: Pól Jákup Lundsbjerg (knæið, vikur) Ivasamur: Jens Joensen (lærkrikin) LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR ÍF STÓRDYSTUR STÓRDYSTUR Í SARPUGERÐI Í SARPUGERÐI