Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2020 SOSIALURIN 43 30 TRÓNDUR ARGE – VIÐ LØKIN, RUNAVÍK K læmint A. Olsen er søguligur toppskjútti í føroyskum fótbólti og nú nærkast hann enn einum varða. Við sínum 192 málum resta bara átta í, at hann gerst fyrsti spælarin í føroyskum fótbólti, sum rundar tey 200 málini í bestu deildini. -Nú havi eg havt tveir dystir, har eg einki mál havi fingið og havi brent eitt hav av kjansum. Tað var tíð upp á at koma í gongd aftur. Tað havi eg roynt so oftani fyrr, at tað eru løtur har tú brennir alt, meðan tú aðrar løtur skorar upp á alt. Vónandi kemur ein stimi nú, sigur trýfaldi málskjúttin. NSÍ omaná frá byrjan Tað er ein broyting á liðnum hjá NSÍ í mun til dystin móti Víkingi farna fríggjakvøld. Aron Knudsen situr uttanfyri við leikbanni og í hansara stað kemur Salmundur Bech. ÍF bjóðar upp til dans. Bogi Løkin er nýggjur maður á miðvøllinum, meðan yngri bróðurin, Karl, situr uttanfyri við skaða. Longu aftaná átta minuttir er mál. Petur Knudsen sleppur til baklinjuna og leggur innfyri til Klæmint A. Olsen, sum heldur lættliga kann seta bóltin í málið. Restin av hálvleikinum kemur NSÍ til góðar støður, men tað verður ikki umsett il mál. -Vit vildu vaska tapið fríggjakvøldið av okkum. Tað haldi eg at vit gjørdu. Í fyrra hálvleiki spældu vit væl, men eru ikki nóg avgjørdir og taka ikki røttu loysnirnar á seinasta triðinginum, sigur liðskiparin hjá NSÍ. Fyri ÍF kemur tað illa við, at bæði Dánjal á Lakjuni og Jan Ó. Ellingsgaard mugu út við skaða. Inn fyri teir koma ungu Gundur E. Petersen og Sámal Joensen. Tað merkist ikki restina av fyrra hálvleiki, tí ÍF spælir á hædd við heimaliðið til liðini skifta síðu. -Vit gera eina roynd í dag og tað er ein javnur dystur í fyrra hálvleiki. Tað merkist ikki beinanvegin, tá Jan og Dánjal fara út. Teir nýggu menninir taka ábyrgd og vit spæla fínan fótbólt, sigur Hans Jørgen Djurhuus um fyrra hálvleiki. NSÍ í hopla Tað sæst skjótt í seinna hálvleiki, at NSÍ vil meir. ÍF sleppur næstan ikki úr egnari hálvu og málmaskinan hjá NSÍ fer i gongd. -Vit tosaðu í hálvleikinum um, at vit máttu skúma tað eitt sindur meira. So til seinna hálvleik seta við ferðina upp og í dag haldi eg at vit orka nógv betri enn teir, sigur Klæmint A. Olsen. Annar av venjarunum hjá ÍF, Hans Jøgen Djurhuus, letur eisini illa at avrikinum í seinna hálvleiki. -Vit eru 11 á vøllinum allan dystin, men vit eru uttan tveir týðandi spælarar undan dystinum, og tveir blíva skaddir í dystinum. Tað var ikki gott, men fyri tað skalt tú ikki tapa 5-0 . Tað var ikki gott nokk í seinna hálvleiki – út av lagi vánaligt, sigur Hans Jørgen Djurhuus. Tað er Klæmint A. Olsen, sum økir til 2-0 eftir upplegg frá Mórits Heina Mortensen. Løtu seinni eru teir í umvendum leikluti og ungi miðvallarin skorar. -Vit fáa nógv álop, men skulu kanska verða eitt sindur neyvari. Tað er nakað vit kunnu arbeiða við. Vit hava eisini fingið aðrar spælarar, sum kunnu skjóta mál og vit hava menn á miðjuni, ið eru vandamiklir. Tað er betri fordeilt og tað er eitt gott vápn at hava, sigur Klæmint A. Olsen, sum skorar hattrik, eftir upplegg frá Jann Benjaminsen, ið spælir ein avbera góðan dyst. Betuel Hansen setur punktum, tá hann tætt undir málinum skorar til 5-0. NSÍ heldur fram at leggja trýst á, men ger tríggjar útskiftingar. Hetta fyri at fordeila spælitíð og spara onkrar av spælarunum. ÍF trekkjur í land og verjur bara í seinnu hálvu av seinna hálvleiki. Petur Knudsen kemur ikki á máltalvuna, men hann verður nevndur av venjaranum hjá ÍF, sum maðurin, ið ikki var til at steðga. - Vit vistu hvat NSÍ fór at gera, men vit klára bara ikki at dekka Petur Knudsen. Hann er bara betri í dag enn okkara verjuspælarar. Vit eru keddir, frustreraðir og óðir, men vit mugu hugsa um komandi dyst, sum er ein botnuppgerð móti EB/ Streymi. Tí taka vit ikki kjansir við Jens Joensen og Karl Løkin í dag, og taka Jan Ellingsgaard út, tá hann følir okkurt í lýskuni. Komandi tríggir dystirnir hjá okkum eru á heimavølli móti EB/Streymi og AB, og á útivølli móti TB. Har skulu vit helst fáa nøkur stig. Fáa vit stig har, so eru vit nøgdir, sigur Hans Jørgen Djurhuus. NSÍ vísti sítt vanliga spæl og tykist væl fyri, men samstundis stendur tapið í Sarpugerði sum ein áminning um, at tú mást eisini vinna á teimum stóru. -Vit læra so leingi vit spæla, so vónandi læra vit eisini tað, sigur Klæmint A. Olsen at enda. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Við trimum málum í 5-0 sigrinum á ÍF, er Klæmint Andrasson Olsen komin upp á 192 mál í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Hann nærkast teimum 200, meðan fuglfirðingar mugu víðari til komandi dystirnar Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... KORT TIL FAMILJUNA KNUDSEN Fýra gul og eitt reytt kort til familjuna Knudsen í Sarpugerði farna fríggjadag. Aron Knudsen bleiv útvístur í seinna hálvleiki, tá hann fekk sítt seinna gula kort.Petur Knudsen fekk eisini gult stutt fyri dystarlok, umframt at hann brendi eitt brotsspark í leypi av dystinum. Hartil fekk Jens Martin Knudsen eisini eitt gult kort, fyri at vísa sína ónøgd við dømingina á bonkum. Eirindaleysir runavíkingar KLÆMINT NÆRKAST KLÆMINT NÆRKAST TEIMUM 200 MÁLUNUM TEIMUM 200 MÁLUNUM