hósdagur 28. mai 2020síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kortmyndugleikin á landi og
sjógvi er føroyskt sermál og lagdur
Umhvørvisstovuni at umsita. Sjókortøkið
er nýtt, og Umhvørvisstovan sóknast tí
eftir fólki at umsita økið.
Virkisøki og arbeiðsuppgávur
Skipað verður eitt toymi á kortdeildini,
hvørs virkisøki verður at savna vitan um
sjóøkið kring Føroyar, geva út sjókort og
aðrar nautiskar útgávur, og alsamt boða
frá broytingum.
Alt eftir førleikum og royndum er ætlanin
at seta trý fólk í starv. Høvuðsarbeiðsøkini
eru:
• umsiting av dýpdardátum
• korttekning og kortrættingar
• fyrisiting av fakøkinum
Roknast má við, at arbeiðsuppgávurnar
fara at umskarast.
Sjókort skulu sambært altjóða reglum
bæði vera á pappíri og talgild (ENC1).
Umsitingin av sjókortøkinum fevnir annars
um innsavnan av dátum, gerð, viðlíkahald
og útgávur av kortum og aðrari nautiskari
kunning, góðskutrygging, viðgera
umsóknir um loyvi at gera sjóuppmátingar,
fráboðan, vegleiðing v.m. Dentur verður
lagdur á samskifti og samstarv við aðrar
myndugleikar, havnir, loðstænastur,
kaðaleigarar o.o. Partar av arbeiðsøkinum
- m.a. sjóuppmátingin - verður framd í
samstarvi við aðrar stovnar.
Sjókortleggingin er sum fakøki fevnd
av altjóða ásetingum og reglum frá
m.a. IHO2. Umboðan í tekniskum
arbeiðsbólkum og nevndum í norður-
lendskum, arktiskum og altjóða høpi kann
gerast partur av tínum arbeiði.
Førleikar
Vit leita eftir fólki við viðkomandi
útbúgving og royndum. Útbúgvingarheitið
er ikki avgerandi. Meiri umráðandi er,
at tú hevur áhuga fyri omanfyri nevndu
virkisøkjum. Vitan og royndir innan KT, GIS
og dátugrunnar er avgjørt ein fyrimunur.
Tað er umráðandi, at tú bæði dugir at
arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, ert ágrýtin
og framfýsin leitar eftir haldgóðum
loysnum.
Sum dømi um útbúgvingar kunnu
nevnast hydrografur, kortteknari, kort-
og landmátingartøkningur, skipsførari,
geografur, landmátari, verk frøðingur
ella onnur viðkomandi útbúgving. Til
fyrisitingarkenda starvið er útbúgvingar-
heitið heldur ikki avgerandi, men ynskiligt
er, at tú hevur innlit og royndir í fyrisiting
og millumlanda samstarvi umframt innlit
ella áhuga fyri maritima økinum.
Samstarvið úteftir krevur góðan kunnleika
til enskt í skrift og talu.
Vit bjóða tær
Eitt spennandi starv á Umhvørvisstovuni
við góðum møguleikum fyri førleika-
menning. Førleikamenningin krevur, at
tú serliga fyrstu árini ert uttanlands ávís
tíðarskeið í skeiðs-
og upplæringar ørindum.
Lønar- og setanartreytir
Løn og setan verður sambært
avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið er
Umhvørvisstovan. Ynskiligt er, at tú kanst
byrja í starvinum skjótast gjørligt. Fleiri
upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Stein Fossá, deildarleiðara,
á telefon 234350 ella steinf@us.fo.
Vilt tú vera við at byggja upp
føroyska sjókortmyndugleikan?
Føroyar hava sum fiski- og sjóvinnusamfelag stóran tørv á álítandi
upplýsingum um sjóøkið, havdýpið og havbotnin kring oyggjarnar.
Trygd á sjónum er fremsta raðfesting, men vitanin stuðlar eisini
vinnuligari menning á sjóøki okkara.
Umsókn
Umsókn skal saman við avriti
av útbúgvingarprógvum, CV
og øðrum fylgiskjølum, verða
Umhvørvisstovuni í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin
5. juni 2020.
Umsóknir skulu sendast til
us@us.fo.
Viðmerk:
Starv hjá sjókortmyndugleikanum.