hósdagur 28. mai 2020síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN
Samrøða
Gulllaksavertíðin er í gongd og á Tavuni í Leirvík, har gulllaksurin
verður skorin og malin til fars, er í løtuni eingin kreppa
G
ulllaksavertíðin byrjar vanliga í fyrru hálvu av
apríl, og í fleiri ár hava seks skip - ella trý partrol
arapør - fiskað gulllaks í vertíðini. Vanligt plagdi
at vera, at vertíðin vardi til nakað út á heystið,
men sum árini eru liðin, er heildarkvotan
minkað. Vertíðin hesaferð er fyrsta árið, at skip
ini, sum fiska gulllaks, hava eginkvotu.
Higartil í vertíðini hevur Tavan í Leirvík keypt nógvan gulllaks og
stjórin, Joen Magnus Rasmussen, væntar, at gulllaksavirksemið í ár
verður liðugt til ólavsøku.
Arbeiða í vaktum
Joen Magnus Rasmussen sigur, at tey hava havt nógv at gera, síðan
vertíðin byrjaði í farna mánaði. Arbeitt verður vanliga í tvey-skifti
vaktum, sum eru á 10 tímar hvør vaktin. Tá mest er at gera, hava fólk
bara frí sunnudag, og síðan tørnar fyrra vaktin til aftur mánamorgun.
- Vit eru von við at virka nógv fars inn á goymsluna, og síðan verð
ur vøran avskipað og seld, sum árið gongur.
Stjórin sigur, at higartil hevur korona-kreppan ikki havt stórvegis
ávirkan á virksemið hjá Tavuni.
- Gulllaksafarsið verður mest selt til handlar í norðurlondum, og tí
vænta og vóna vit, at okkara virksemi ikki verður so hart rakt. Støðan
er ivaleyst truplari hjá framleiðarum, har ein størri partur av søluni fer
til matstovur, tí nógvar matstovur hava verið stongdar, sigur hann.
Gera mat sjálvi
Joen Magnus Rasmussen vísir á, at nú korona-smitta hevur herjað,
hava mong hildið seg heima við hús - ikki bara í Føroyum - men
eisini í londunum rundan um okkum.
- Tað merkir, at fólk hesa tíðina í størri mun enn áður sjálvi hava
gjørt mat heima við hús, og hetta hevur faktiskt verið ein fyrimunur
fyri okkara virksemi.
Stjórin í Tavuni sigur seg hava frætt frá keyparum, at eftirspurn
ingurin eftir teirra vørum hevur verið heldur størri enn fyri kreppuna.
- Eg vil ikki siga, at vit endiliga hava merkt øktan eftirspurning,
men vit hava so heldur ikki merkt nakra minking, sigur Joen Magnus
Rasmussen.
Eingin hjálparpakki
Tavan hevur higartil ikki havt brúk fyri almennum hjálparpakka, og
stjórin væntar ikki, at hetta fer at gerast aktuelt.
Í vikuni hevur eisini stjórin á Kósavirkinum í Klaksvík, Jógvan
Hansen, úttalað seg um, at tey neyvan heldur fara at fáa tørv á hjálp
arpakka.
- Enn klára vit at halda tørn, men vit vita sjálvsagt ikki, hvussu
drúgv kreppan verður. Nógv er broytt seinastu tvær vikurnar, og
vónandi verður ikki neyðugt við hjálparpakka til okkara virksemi.
Stjórin í Kósavirkinum sigur seg vóna, at tað fer at eydnast virk
inum at klára brotasjógvin, sum korona-kreppan hevur verið fyri
nógva fiskaframleiðslu.
- Nú sær betri út, men vit kenna ikki framtíðina, sigur Jógvan
Hansen, stjóri á Kósavirkinum.
SKIPINI
FÁA VÆL
MINNI FYRI
GULLLAKS
Í fjør fingu
manningarnar 5,20
krónur fyri kilo av
gulllaksi - nú fáa teir
4,70
Tey seks gulllaksaskipini hava nú gjørt fleiri túrar.
Dánjal í Skálum, reiðari á Vesturbúgvanum,
sum partrolar saman við Eysturbúgvanum, segði
herfyri, at teir fyrstu túrarnir vóru góðir í nøgd,
og skipini komu fullfermd aftur. Síðan var nakað
minni at fáa, men skipini hava í vertíðini hesaferð
havt brúkiligan fiskiskap.
- Men, eitt er nøgdin. Annað er prísurin, og í
byrjanini av gulllaksavertíðini fingu skipini 4,70
krónur fyri kilo. Í fjør fingu vit 5,20 krónur fyri
kilo.
Reiðarin í Vestmanna sigur, at skip og manning
høvdu vónað, at prísurin í ár fór at vera nakað
betri enn í fjør, men soleiðis hevur tað ikki verið
higartil.
Dánjal í Skálum vísir á, at korona-kreppan
kom so bráddliga, og hann væntar eisini, at
afturgongdin í gulllaksaprísinum helst er eitt
sindur tengd at lágu norsku krónuni.
- Vit hava verið í skiftandi tíðum, og í løtuni er
fiskaprísurin lágur. Eg vænti tó, at prísurin hækkar
aftur, tá umstøðurnar broytast. Oljan er eisini
vorðin bíligari, og tað lættir so hinvegin nakað um
hjá trolarunum, sigur Dánjal í Skálum.
Stjórin í Tavuni, Joen Magnus Rasmussen,
vísir á, at gulllaksavøran verður seld í donskum
krónum, og tí er hon dýrari hjá norðmonnum at
keypa, nú norska krónan er lág.
- Vit hava tó ikki merkt prísfall enn, men vit
kunnu vænta eitt ávíst prísfall, sum árið gongur,
leggur hann aftrat.
KEYPA OG ETA
HEIMA VIÐ HÚS
Tað hevur verið nógv arbeiði í
Tavuni í Leirvík seinastu vikurnar,
síðan gulllaksavertíðin byrjaði
Dánjal í Skálum er reiðari á Vesturbúgvanum
»Okkara vøra
verður avskipað
og seld, sum árið
gongur«
18