Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 52

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Samrøða 20 EFTIRSPURNINGUR VAR ALLA TÍÐINA - Alivinnan er higartil sloppin rímiliga snikkaleys í korona- kreppuni, sigur Hans Jákup Mikkelsen S tjórin í Mowi Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen, sigur, at tá løgmaður hin 12. mars í ár boðaði frá, at Føroyar nú fóru niður í ferð fyri at byrgja upp fyri smittuspjaðing, fór alifelagið eisini niður í ferð á tann hátt, at arbeiðsfólk í fyritøkuni vórðu býtt upp í bólkar - og nøkur arbeiddu heimanífrá. - Men, tá páskirnar vórðu lagdar aftur um, settu vit fulla ferð á aftur. Vit hava fingið selt alt, sum vit hava tikið, men prísurin í einar tvær til tríggjar vikur fall úr stívliga 50 krónum og niður í einar 30-35 krónur krónur fyri kilo. Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at prísfallið tíbetur bara vardi í fáar vikur - og so kom prísurin uppaftur. Síðan hevur laksaprísurin verið á leið sum fyri korona. - Tað hevur verið ein avbjóðing at fingið fiskin avstað við flogførum, tí so lítil flúgving hevur verið, og eitt nú hevur verið trupult millum Heathrow í London og USA. Góður eftirspurningur Hans Jákup Mikkelsen fegnast um, at eftirspurningur hevur verið eftir føroyskum laksi alla tíðina, men tað er serliga flutningurin, sum hevur verið avbjóðingin. - ES er nógv tann størsti marknaðurin fyri alilaks, men í okkara føri selja vit mest til Russlands, har vit hava atgongd, USA og Evropa. Stjórin í Mowi vísir á, at tað hevur rættiliga stóran týdning fyri heimsmarknaðin av laksi, at marknaðurin í ES virkar. - Tá Frakland, Spania og Italia so smátt byrjaðu at keypa aftur, kom marknaðurin so nøkulunda upp á pláss aftur, leggur hann aftrat. Rímiliga snikkaleys Stjórin í Mowi heldur, at alivinnan - millum aðrar útflutningsvinnur - higartil er sloppin so rímiliga snikkaleys í korona-kreppuni. - Vit vóna, at kreppan, sum hevur rakt nógvar vinnur so ómetaliga hart, skjótt verður av, og hjá Mowi Føroyar síggja vit ljóst upp á framtíðina, sigur Hans Jákup Mikkelsen. SØLA AV FRYSTUM NÓGV VAKSIN - Hóast matstovur lótu aftur, skulu fólk hava at eta, og tískil vaks sølan av okkara frystivørum í handlum munandi, sigur Símun Jacobsen á Bakkafrosti - Avbjóðingarnar í samband við okkara sølu eru serliga við flutninginum av laksi til fjarskotnar marknaðir, har serliga tann feski laksurin fer. Hetta eru marknaðir, sum eitt nú Asia, Kina og USA. Har hevur avbjóðingin verið at fáa laksin avstað við flogførum úr Evropa. Tað sigur Símun Jacobsen, deildarleiðari á søludeildini hjá Bakkafrosti. Hann leggur tó aftrat, at tað ikki hevur verið soleiðis, at laksur hevur staðið eftir og bíðað. - Vit hava fingið allan fiskin avstað, men kostn­ að­urin hevur verið munandi hægri fyri flutning enn fyri korona-tíðina. Deildarleiðarin vísir á, at í Evropa hava ikki verið trupulleikar við flutningi, tí hagar fer vøran við skipi, og tann flutningurin hevur virkað væl. - Trupulleikin er, tá vit skulu hava vøruna víðari úr Evropa við flogfari. Í Kina er støðan meira ella minni vanlig aftur, men truplari hevur verið við eitt nú Asia og USA. Tá korona-kreppan herjaði upp á tað ringasta, stongdu matstovur. - Men, hóast matstovur lótu aftur, skulu fólk hava at eta, og tískil vaks sølan av frystivørum í handl­um munandi. Sím­un Jacobsen sigur, at tey á Bakkafrosti hava verið so mikið heppin, at framleiðslan hevur koyrt væl, og soleiðis hava tey eisini gjørt meira burt­ ur úr lidnum og frystum laksavørum, nú tann markn­aðurin hevur verið so góður. TEKSTUR VILMUND JACOBSEN Laksurin, sum Mowi Føroyar framleiðir, verður marknaðarførdur og seldur undir egnum merki Rinka er laksur úr Føroyum frá Mowi. Laksurin, sum Mowi Føroyar framleiðir, verður marknaðarførdur og seldur undir egnum merki. Hetta er fyri betri at kunna siga søguna um laksin úr Føroyum - heimsins besta laks, handfarin við nærlagni og handfarin av náttúruni. FAKTA