Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-05-28, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2020síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Samrøða FIMM ÁRA GARANTI UPP Á FIAT VØRUBILAR Sum nakað nýtt bjóðar Nordcar nú fimm ára garanti upp á Fiat vørubilar. – Vit hava havt sera góðar royndir av Fiat Professional seinastu árini, og tí eru vit og Fiat Danmark als ikki bangin fyri at víðka garantiið úr tveimum upp í fimm ár, sigur Gordon Rajani, stjóri í Nordcar. – Vón okkara er sjálvsagt, at kundarnir síggja virðið í hesum og taka væl ímóti hesum. Allir vørubilar frá Fiat, sum verða skrásettir aftan á 1. apríl 2020, fáa nýggja garantiið fyri einki. Kundar, sum hava bilar, ið eru skrásettir seinasu tvey árini, kunnu keypa sær víðkaða garantiið – kostnaðurin avhongur av, hvat slag av bili kundin hevur, sigur Hallur Onghamar, søluleiðari hjá Nordcar. Nýggja garantiið er galdandi í fimm ár ella upp til 200.000 km. – Vit arbeiða støðugt við at betra um tænastuna hjá Nordcar, og í hesum sambandi bjóða vit eisini sera góðar leasingavtalur til vinnukundar. Leasingavtalurnar kunnu gerast við ella uttan servicepakka, so kundin ikki nýtist at hugsa um eykaútreiðslur av verkstaðarvitjanum, sigur Hallur Onghamar. Kunning um nýggja garantiið upp á Fiat Professional og um leasingprísir upp á vørubilar fæst við at venda sær til Nordcar. Nira Sp/f Smærugøta 9A 100 Tórshavn fartel. 51 44 99 nira@nira.fo www.nira.fo www.grafikmaster.fo Tel. 51 44 99 Dygdargóð ráðgeving Nira er altíð til reiðar at veita eina dygdargóða vinnu­ ráðgeving til størri og smærri fyritøkur. Vit leggja alstóran dent á eina persónliga og málrættaða ráðgeving, sum er í trúnaði, og sum hevur til enda­ máls at geva fyritøkuni eitt enn betri fíggjarligt úrslit. Vit hava royndir og førleikar at loysa uppgávur av alskyns slagi. Ongin uppgáva er ov stór, ov lítil, av­ bjóðandi ella trupul fyri okkum. Vit loysa upp gávuna væl og virðiliga innanfyri ásettu tíðarfreist og sam­ bært avtalu við kundan. Vinnuráðgeving Birgir Nielsen Slag: .......................Handilshølir Stað: ...........N. Finsens gøta 18 Stød: ................................170 m2 Hølir til leigu Slag: .......................Handilshølir Stað: ...........N. Finsens gøta 10 Stød: ................................301 m2 Hølir til leigu Keyp og søla av fyritøkum Fíggjarlig ráðgeving Vinnuráðgeving Søla av vinnuognum Slag: .............. Vinnubygningur Stað: .......Brekkutún 4, Hoyvík Stød: .............................1.358 m2 Prísur: ................Hóskandi boð Bygningur til sølu 30-35 fyritøkur hava fingið skáa Vit kunnu hjálpa fyritøkunum við at tryggja, at tær hava nøktandi gjaldføri við at veita avdráttar- og ella gjaldskáa. Tað er ikki talan um at bankin eftirgevur skuld. Men fyri at hjálpa fyritøkum við gjaldføri verða gjøldini útsett. T að sigur Árni Ellefsen, stjóri í Bank­ Nordik. Hann sigur, at hendan kreppan hevur rakt summar fyritøkur hart, meðan aðrar kunnu verða hart raktar seinni. – Ein partur av fyritøkunum høvdu fingið inntøkur her í mai, juni. juli og august. Men um vit bara settu eina striku í sandin nú, so kann tað tykjast ikki at vera so galið. Men tað ber tó ikki til at gera so. Vit valdu at avseta 25 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi at standa ímóti við og harvið siga, at vit vænta at fáa eitt so stórt tap upp á hesa kreppuna. Tølini higartil vísa, at vit ikki skulu seta meiri av, sigur Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik. Men hann minnir samstundis á, at vit sjálvandi skulu vera varin og hava í huga, at vit kunnu ikki seta strikuna í sandin beint nú, tí hesi feløg eru ikki komin í hásesongina enn, har fyritøkurnar skulu tjena pengarnar til restina av árinum. – So um vit hyggja at støðuni beint nú, so sær ikki so galið út, men hyggja vit longri fram yvir alt skeiðið, har tey skulu tjena pengar inn fyri at kunna yvirliva til næsta ár ella næstu sesong, so vænta vit framvegis, at tað verða kundar, sum fara at fáa avbjóðingar, sigur hann. Skipanin hjá ALS er rættilig góð, og í nógvum førum munandi betri, enn tær skipanir, sum tey hava í grannalondum. Í hvussu er í teimum førum, har fyritøkur ikki skulu gjalda munin á lønini, sum starvsfólkið annars hevði fingið. Her eru fyrtøkurnar í Føroyum tað betri fyri, heldur bankastjórin, og lønartakarin kanska tað verri fyri. Yvirskipað sæð heldur hann, at okkurt týður uppá, at tað nú sum heild er nógv virksemi í samfelagnum, hóast kreppan rakar ymiskt fyri teir ymsu aktørarnar. – Øll duga at síggja, at fyri ferðavinnuna er tað ein avbjóðing, og so er finna út av, hvussu vit kunnu tryggja, at hon eisini er til aftaná, tá vit koma inn í næstu sesong. Hinvegin er tað eisini fiskivinnan, alt eftir hvønn marknað hon skal selja til, sum hevur avbjóðingar við goymslunum. Alt eftir, hvussu latið verður upp í teimum ymsu londunum, so ímyndi eg mær, at tað kann koma upp á pláss við tí innan fyri ikki alt ov langa tíð, heldur Árni Ellefsen. Um donsku skipanirnar, sum vinnan kann fáa hjálp frá – tað eru Vækstfonden og Eksportkreditfonden, so eru tær ikki so nógv brúktar, sigur Árni Ellefsen. Hetta eru skipanir, sum geva okkum enn betri møguleika at hjálpa fyritøkum, sum hava tørv á hjálp, tí Vækstfonden og Eksportkreditfonden taka ein part av váðanum á seg. Men skipanirnar eru góðar fyri kundan, sum hevur ein gjaldføristørv fyri at koma um kreppuna, sigur Árni Ellefsen. Av tí at fleiri fyritøkur hava fingið avdráttar- og gjaldskáar, so er fyribils metingin, at tær fara at klára seg ígjøgnum tað. Árni Ellefsen sigur, at tað eru eini 30-35 fyritøkur, sum hava fingið hesar skáar. Men hann sigur, at talið kann gerast hægri, tí fleiri fyritøkur rinda gjøldini einaferð um ársfjórðingin. – Vit fara helst at fáa tap upp á onkrara av kundunum. Bæði privatkundum og vinnukundum. Verður tað eitt størri arbeiðsloysi, og um tað rakar onkrar av okkara kundum, sum hava keypt hús, so fáa tey sjávandi erina avbjóðing í fyrsta umfari, og vit fáa avbjóðinga í næsta umfari, sigur Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik.