hósdagur 28. mai 2020síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
24
Summarið verður tungt
Jógvan Hansen, stjóri á Kósavirkinum, sum vit hava skift orð
við, er eisini formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag
T
að hevur verið trupult hjá flakavirkjum at sleppa
av við fisk, men á Kósavirkinum í Klaksvík hava
tey í seinastuni merkt veksandi eftirspurning eftir
fiskavørum. Arbeiðsfólkið hevur verið til arbeiðis,
líka síðan korona-kreppan tók seg upp. Stjórin á
Kósini, Jógvan Hansen, sigur, at hevur næstan verið
ómøguligt at sleppa av við fiskavørurnar, men fyri stuttum broyttist
støðan.
Hann vísir á, at Kósavirkið, sum er eitt stórt virki, helst skal hava
einar 5-6 bingur út um vikuna, og í dag fara einar 3-4 bingjur um
vikuna í miðal.
- Hetta er akkurát í undirkantinum enn, men er nógv betri enn
bara fyri 2-3 vikum síðan.
Birtir eina vón
Jógvan Hansen, sum eisini er formaður í Ráfiskakeyparafelagnum,
vísir á, at tað, at marknaðirnir í Evropa so smátt eru latnir upp aftur,
og at sølan er vaksin seinastu vikurnar, hevur birt eina vón um, at
gongd fer at koma á aftur.
- Men, sølumynstrið er broytt. Vanliga fór ein bingja til Spania.
Tað fer hon eisini í dag. Vanliga plagdu einir fýra kundar at vera til
eina bingju. Men, í summum førum í dag er bert ein hálvur plattur til
hvønn kunda. Plattarnir verða so deildir upp aftur til smáar handlar
runt um í Spania.
Hann sigur, at hetta sjálvsagt kostar meira í flutningi. Men, hann
heldur, at tað bara er gott, at fiskavørur fara avstað, og at gongd so
smátt byrjar at koma á aftur.
Korona-kreppan hevur eisini havt ávirkan á fiskaprísirnar.
Rakar saltfiskin
Jógvan Hansen vísir á, at kreppan ikki minst er gingin út yvir prísirnar
á saltfiski, sum eru falnir við í minsta lagi 30 prosentum. Her hava
trupulleikar verið bæði í Spania og Italia, nú flestu matstovur hava
verið stongdar.
- Saltfiskurin fer út aftur í smáum nøgdum í mun til tær nøgdir, vit
keypa. So her taka virkini ein stóran váða. Vit vænta ikki, at verulig
gongd fer at koma á aftur fyrr enn í heyst. So, hetta verður helst eitt
tungt summar, men eg vænti, at hetta nokk skal fara at ganga, sigur
Jógvan Hansen.
Eingin pressar
Formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag sigur, at øll fiskavirkini,
sum virka botnfisk, royna at hava gongd í framleiðsluni.
- Øll hava ikki fullar vikur, og eingin leikar í. Hetta er ein serstøk
støða, tí tú veitst ikki frammanundan, hvør kostnaðurin verður, og
hvat úrslitið verður. Hóast vit hava sæð betringar við marknaðinum
í seinastuni, og glottar hómast, vantar enn nakað í, til viðurskiftini
eru, sum tey vóru fyri korona, sigur stjórin.
Tungt summar
Jógvan Hansen sigur, at støðan er nøkulunda hin sama hjá flestu
keyparum og framleiðarum av botnfiski.
- Allir fáa nakað avstað, men vørugoymslurnar veksa spakuliga. Vit
mugu bara síggja í eyguni, at hetta verður eitt tungt summar, tó at
henda seinasta tíðin hevur birt eina vón, sigur hann.
Stjórin á Kósavirkinum sigur, at tey í løtuni fáa umleið 25 prosent
minni fyri fiskavørurnar, enn tey fingu fyri kreppuna.
- Onkur framleiðari fær meira, og onkur fær minni, leggur Jógvan
Hansen aftrat.
UNDIRBJÓÐA
HVØNN
ANNAN
- Allir vilja selja, og
seljarar undirbjóða
eisini hvønn annan.
Tískil eru prísirnir
á fiskavørunum
eisini undir ógvuliga
hørðum trýsti, sigur
Magnus Jesperesen
Magnus Jespersen er stjóri í Delta Seafood á
Tvøroyri, sum eisini umsitir TG Seafood í
Hvalba. Framleiðslan á Tvøroyri er saltfiskur, og
á TG Seafood verður arbeitt við øðrum botnfiski,
sum verður skorin og frystur.
- Tað er ógvuliga trupult við tí frysta, og tað
er eisini trupult við saltfiskinum, tó at tað hevur
verið heldur frægari at sloppið av við saltfiskin.
Spanski marknaðurin hevur verið hin størsti hjá
okkum við saltfiskinum, og her hava vit selt nakað
av toski. Hinvegin hava vit einki selt til Italia, har
teir serliga plaga at keypa longu og brosmu.
Magnus Jespersen vísir á, at í løtuni er
marknaðurin ikki seljarans, men heldur keyparans,
sum hann tekur til.
- Vit skulu helst raka marknaðarprísin fyri at
selja, og tað er so avgjørt ikki lætt í tíðum sum
hesum, har einki er, sum tað var.
Hann vísir á, at franski marknaðurin plagar at
vera álitið við upsanum, og pólski marnaðurin
plagar eisini at roynast, men her er ongantíð
verulig gongd komin á aftur.
- Allir vilja selja, og seljarar undirbjóða hvønn
annan. Tískil eru prísirnir eisini undir ógvuliga
hørðum trýsti.
Magnus Jespersen sigur, at virkini, Delta
Deafood og TG Seafood, hava ikki verið partur
av hjálparpakkanum hjá landsstýrinum.
- Nei, vit hava ikki verið í korona-skipanini.
Onkur, sum hevur verið í vandabólki, hevur tó
verið heima eftir hesi skipan, leggur stjórin aftrat
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN
- Allir fáa nakað avstað, men vørugoymslurnar veksa
spakuliga. Vit mugu bara síggja í eyguni, at hetta
verður eitt tungt summar, sigur formaðurin í Føroya
Ráfiskakeyparafelag, Jógvan Hansen
Samrøða