hósdagur 28. mai 2020síða 58
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÁRIÐ VERÐUR NEYVAN
LÍKA GOTT SUM Í FJØR
- Korona-kreppan hevur ikki ávirkað sjálvt framleiðsluvirksemið, tí vit vórðu
liðug við fyrsta part av makrelinum, áðrenn kreppan tók seg upp. Hinvegin
tekur tað tíð at selja, og marknaðurin er ógvuliga tamur, sigur Jóhan Páll
Joensen, stjóri í Pelagos í Fuglafirði
U
ppsjóvarvirkið Pelgos í Fuglafirði hevði eitt gott ár í fjør við 33,6
miljónum krónum í avlopi eftir skatt. Árið fyri - í 2018 - var avlopið
35,9 miljónir krónur eftir skatt.
Hetta eru flott úrslit.
Jóhan Páll Joensen, stjóri, sigur, at virkið plagar at taka ímóti
umleið 50.000 tonsum av makreli og sild um árið, men hann ivast í,
um tey fara at røkka so frægum nøgdum í ár.
- Vit vórðu liðug við makrelin longu síðst í januar, og tá høvdu vit keypt umleið
15.000 tons. Nú er steðgur í framleiðsluni, og vanliga byrjar makrelvertíðin aftur í
august. Síðan verður vanliga arbeitt tað mesta av árinum.
Stjórin sigur, at tað vanliga er, at byrjað verður aftur við makreli í august, og síðan
plagar virkið at keypa sild í oktober og út í november.
- Um nakar makrelur verður eftir til seinni í heyst, vita vit sjálvsagt ikki í løtuni. Tað
veldst um, hvussu fiskiskapurin hjá skipunum verður í heyst, og um nøkur makrelkvota
verður eftir, tá sildin er liðug.
Trekur marknaður
Jóhan Páll Joensen vísir á, at korona-kreppan hevur ikki ávirkað arbeiðið á virkinum,
tí tey vóru liðug við fyrsta part av vertíðini í ár, áðrenn korona-kreppan tók seg upp.
- Tí hevur heldur einki framleiðsluvirksemi verið á virkinum, síðan Føroyar fóru niður
í ferð á grækarismessu, og tað verða nakrir mánaðir enn, áðrenn regluliga virksemið
verður tikið uppaftur.
Stjórin í Pelagos ásannar tó, at marknaðurin undir kreppuni hevur verið ógvuliga
tamur, sum hann tekur til.
- Vit selja vanliga okkara framleiðslu frá februar til út í august, men vit hava týðiliga
merkt, at marknaðurin er tamur. Vanliga hava vit nógv á goymslu hesa tíðina av árinum,
men tað gongur seinni út av goymslunum í ár enn onnur ár. Eg vil siga, at goymslurnar
minka seint, leggur hann aftrat.
Ymiskar fyritreytir
Spurdur, hvat tað kann merkja, at makrelur á goymsluni er keyptur í einari tíð, har
korona ikki var ein trupulleiki - og nú skal seljast undir ella eftir korona?
- Vit stúra ikki fyri at brenna inni við fiskinum, men tað gongur ógvuliga seint at selja
út av goymsluni. Tú keypir upp á tær fyritreytir, tú kennir, tá tú keypir fiskin. Viðhvørt
verður keypt ov dýrt, og viðhvørt verður keypt bíligari. Nú mugu vit bara síggja, hvussu
hetta fer at laga seg, sigur Jóhan Páll Joensen.
Stjórin leggur aftrat, at framleiðslan hjá virkinum verður seld á altjóða marknaðinum,
og tí er váðin serliga tengdur at búskaparstøðuni í viðkomandi keyparalandi.
Heldur lakari ár
Jóhan Páll Joensen vísir á, at tey á Pelagos fylgja við støðuni í teimum londum, sum selt
verður til, og soleiðis roynir virkið at minka um møguligar váðar.
- Vit vænta eitt heldur lakari úrslit í ár, tí framleiðslan verður neyvan líka stór í ár sum
í fjør, leggur stjórin aftrat.
Stjóri: Jóhan Páll Joesen. Nevnd: Jan
Petersen, nevndarformaður, Anfinnur
Olsen, nevndarlimur og Odd Eliasen,
nevndarlimur. Pelagos er stovnað hin
27. januar í 2014. Eigarar eru: Á Enni
P/F, Fuglafjørður, Framherji Sp/f,
Fuglafjørður, Havsbrún P/F, Glyvrar og
Palli hjá Mariannu P/F, Klaksvík.
FAKTA
- Vit stúra ikki fyri at brenna inni við
fiskinum, men tað gongur ógvuliga
seint at selja út av goymsluni, sigur
Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos
Samrøða
26
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN