hósdagur 28. mai 2020síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
GOYMSLUR Á TREMUR
- Sum tíðin leið broyttist alt, og í longri tíð hava vit bert
avskipað eini 30 prosent av tí, vit skuldu havt avskipað, sigur
Martin Olsen, virkisleiðari á Sandoy Seafood
Á
Sandoy Seafood í Skopun hevur verið arbeitt alla
tíðina, síðan Føroyar og allur heimurin kring okkum
varð raktur av korona og fór niður í ferð. Virkið
hevur ikki bara verið í gongd av og á, men tey 60-
70 fólkini, sum eru knýtt at Sandoy Seafood, hava
arbeitt næstan hvønn einasta yrkadag alla hesa tíðina.
- Í fyrsta lagi áttu vit nógvan frystan tosk á goymslu. Hetta var
serliga norskur fiskur úr Barentshavinum og so fiskur frá Akrabergi.
Vit keyptu fiskin í desember í fjør og í januar í ár. Í mun til teir
fiskaprísir, sum hava verið undir korona-kreppuni, var hetta dýrur
fiskur, vit keyptu.
Martin Olsen, virkisleiðari á Sandoy Seafood, vísir á, at tað er eitt
sindur av tí øvuta, at virkið nú liggur inni við dýrt keyptum fiski,
sum er virkaður og nú er trupul at selja, tí allur marknaðurin broyttist
eftir ongari tíð.
- Hinvegin er hetta góður toskur í mun til toskin, sum eitt nú
útróðrarbátarnir fáa. Nógv hevur verið frammi um, at hesin toskur
hevur verið sera rak, og her suðuri hava vit slett ikki skoytt um
tann fiskin. Vit hava tó keypt frá smábátunum her í oynni, sum vit
sjálvsagt ikki hava viljað koyrt avstað aftur. Men, her hevur verið lítil
útróður í vár í mun til tað, sum var í fjør, sigur hann.
Fullar goymslur
Virkisleiðarin á Sandoy Seafood vísir á, at tey hesa tíðina serliga hava
virkað tosk, upsa og hýsu, og í Skopun verður alt meiravirkað og
fryst, eisini lættsaltaðu fløkini.
- Men, nú eru goymslurnar fullar. Vit goyma hjá okkum sjálvum,
og vit goyma í bingjum og í frystigoymsluni í Kollafirði.
Martin Olsen sigur, at soleiðis, sum tey á Sandoy Seafood hava
upplivað marknaðin og umstøðurnar á marknaðinum, hevur tað
verið ógvuliga trupult at selja fiskavørurnar, og í Skopun duga tey
heldur ikki at síggja, at tað enn gongur nakran serligan veg.
- At síggja til eru lond rættiliga varislig við uppafturlating, og í
flestu londum verður latið upp í stigum, eisini tá ræður um mat
stovuvirksemi. Tað hevur verið trupult bæði í Fraklandi, Spania og
Italia. Í byrjanini - ja, kanska tær fyrstu 3-4 vikurnar - merktu vit ikki
nakað serligt til broyttu marknaðarviðurskiftini, men sum tíðin leið
broyttist alt, og í longri tíð hava vit bert avskipað eini 30 prosent av
tí, vit skuldu havt avskipað.
Virkisleiðarin sigur, at tað er ikki tí, at Sandoy Seafood ikki hevur
avtalur við keyparar, at lutfalsliga lítið av fiskavørum fara avstað.
Trupulleikin er, sigur hann, at keypararnir hava eisini fylt sínar
goymslur.
- Í byrjanini keyptu teir sum vanligt, og tí merktu vit ikki tað
stóra. Men, sum tíðin leið, fyltust eisini goymslurnar hjá okkara
keyparum, sigur Martin Olsen og vísir á, at ein stórur partur av tí,
sum Sandoy Seafood framleiðir, endar á matstovum og ein minni
partur í handilsdiskunum.
Fara at missa
Martin Olsen leggur í hesum sambandi aftrat, at tað serliga er mat
stovuvirksemi, sum hevur verið fyri stórum bakkasti hesa tíðina.
- Eg ivist onga løtu í, at vit fara at missa nakað, nú marknaðurin
er so sperdur, og umstøðurnar broyttust so knappliga. Vit vita ikki,
hvussu nógv verður mist, men vit vóna sjálvsagt, at vit fara at koma
burtur úr hesum sum best, sigur virkisleiðarin á Sandoy Seafood.
LEGGJA STILT Í
NAKRAR VIKUR
Á Sandoy Seafood fara tey
at framleiða í næstu viku
aftrat. Síðan verður lagt
stilt í einar fimm vikur
Sandoy Seafood í Skopun stendur fyri útbygging
um og dagføringum, og tí passar tað virkseminum
væl, at lagt verður stilt í nakrar vikur - júst, nú
vørugoymslurnar eisini eru á tremur.
- Vit framleiða hesa vikuna og í næstu viku
aftrat. Síðan fáa vit íslendingar heim higar at seta
nýggjar maskinur, ymiska útgerð og bond upp á
virkinum.
Martin Olsen, virkisleiðari, sigur, at longu nú
eru ymiskar dagføringar gjørdar á virkinum, og
her er eisini bygt upp í virkið.
- Íløgurnar, sum skulu gerast við útbygging,
størri og betri frystiorku, nýggjum maskinum um
framt fleiri øðrum dagføringum, snúgva seg um
tilsamans einar 20 miljónir krónur, harav tær tær
fyrstu 15 miljónirnar verða brúktar nú.
Virkisleiðarin væntar, at tey arbeiðini, sum nú
skulu gerast, og sum íslendskir veitarar eru partur
av, fara at taka einar fimm vikur.
- Vit fáa eitt nú nýggjar maskinur, kutarar og
bond, og nýggja frystingin er sjálvsagt ein stór
íløga, sigur Martin Olsen, sum fegnast um, at
Sandoy Seafood nú fær hesar dagføringar, sum
fara at gera virkið enn meira kappingarført og
nútímans.
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN
Tey 60-70 fólkini, sum eru knýtt at
Sandoy Seafood, hava arbeitt næstan
hvønn einasta yrkadag í korona-
kreppuni
Samrøða