hósdagur 4. juni 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
28
Betri legat
Betri legat er eitt legat fyri ung
føroysk lesandi, ið eru farin undir
eina hægri bókliga útbúgving ella
yrkisútbúgving. Betri legat er
uppá kr. 15.000 og verður latið upp
til tveimum umsøkjarum, tvær
ferðir árliga – 1. juli og 1. januar.
Umsóknarfreistin er ávikavist
15. juni og 15. desember.
Krøv til umsøkjarar
Fyri at fáa Betri legat, er neyðugt,
at:
•
Tú ert í ferð við at taka
eina hægri bókliga
útbúgving ella eina
yrkisútbúgving.
•
Legatið verður nýtt í
sambandi við lestrar
uppihald uttanlands.
•
Lestraruppihaldið ikki er
byrjað, tá søkt verður um
stuðulin.
•
Betri Banki er tín
høvuðsbanki
•
Tú greiðir frá uppihald
inum á bloggi e.l. á
heimasíðuni hjá Betri.
Lestraruppihaldið
Tað kann t.d. vera ein lestrar
hálva ella ein starvsvenjing.
Legatið er bæði fyri føroysk
lesandi í Føroyum og føroysk
lesandi uttanlands. Lestrar
uppihaldið skal tó vera í einum
øðrum landi enn útbúgvingar
stovnurin, tvs. at ert tú t.d. í læru
í Føroyum og ætlar tær til Italia
at fáa íblástur til útbúgving
ina, kanst tú søkja um Betri legat.
Ella tú eitt nú lesur í Danmark og
kundi hugsað tær at tikið ein part
av útbúgvingini í Føroyum ella
Japan, so kanst tú søkja um Betri
legat.
Bloggurin
Meðan tú ert burtur á lestrarferð,
ella í seinasta lagi ein mánaða eftir
heimkomu, sendir tú ein blogg til
marketing@betri.fo.
Legat-bloggurin kann nýt
ast í marknaðarføring hjá
Betri Banka, t.d. á Facebook
og Instagram. Bloggurin ligg
ur eisini á heimasíðuni. Her fara
vit at samla allar tær spenn
andi ferðafrásagnirnar frá lesandi,
ið hava fingið Betri legatið. Les
meira: https://www.betri.fo/ung/
god-rad/bloggar-o-l/betri-legat/
Betrilegat
Fært tú játtað eitt Betri legat, høvdu
vit verið sera fegin, um tú nýtti
okkara #Betrilegat til myndir, ið
tú tekur meðan tú ert uttanlands
í lestrarørindum. Á henda hátt fáa
vit savnað inspirerandi myndir
av ungum føroyingum um allan
heimin :)
Betri legat er á 15.000 kr.
Søkjast kann beinleiðis her á
betri.fo.
Umsóknarfreistin er ávikavist
15. juni og 15. desember.
Spyr og fá svar
um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Tað er tú, sum tekur
endaliga avgerð um tína
útbúgving, men nú kanst tú
fáa svar upp á spurningar
um lestur her í Sosialinum.
Útbúgvingarvegleiðarin
á Vegleiðingarstovuni/
Studna vegleiðir teg um
tínar møguleikar innan
útbúgving og um tey
fíggjarligu viðurskiftini.
Útbúgvingarvegleiðarin
arbeiðir dagliga við at
vegleiða fólki, sum ætla
sær undir útbúgving í
Føroyum ella uttanlands,
antin tað er styttri ella
longri útbúgving, verklig
ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar
um útbúgvingar til
post@sosialurin.fo, og
so kemur svarið her í
Sosialinum.
Løgmansskrivstovan samskipar
umsóknir frá lesandi, sum vilja
verða starvslesandi í sendistovum
Føroya í Evropasamveldinum,
London, Keypmannahavn, Reykja
vík og Moskva.
Uppgávur
Tann starvslesandi fær eina høv
uðsuppgávu at loysa, sum er
tengd at fakligari bakgrund hjá
viðkomandi og tørvi hjá sendi
stovuni. Dømi um eina tílíka
uppgávu er at skriva tilfar til
heimasíðuna hjá okkum, skriva
frágreiðing um ein altjóðafelag
skap, skriva lýsing av eini vinnu
grein ella líknandi. Harafturat
skal tann starvslesandi svara
fyrispurningur og leita eftir upp
lýsingum.
Førleikakrøv
Tann starvslesandi eigur at vera
lesandi við hægri háskúla, og er
tað ein fyrimunur at hava lokið
grundútbúgving á bachelor-
stigi. Starvslesturin kann, um tín
útbúgvingarstovnur góðtekur tað,
eisini gerast partur av útbúgv
ing tíni. Umsøkjarar eiga at hava
góð samstarvsevni, vera áhitnir,
miðvísir, kunna arbeiða sjálv
støðugt og vera til reiðar at royna
nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar
eiga harumframt at vera stinnir í
føroyskum og enskum máli.
Starvsstaðið
•
Starvsstaðið í London
er á sendistovu Føroya í
Bretlandi, 55 Sloane Street,
London SW1X 9SR.
•
Í Brússel er tað á
sendistovu Føroya í
Evropasamveldinum, Rue
d’Arlon 69, B-1040 Brussels.
•
Í Keypmannahavn er tað á
sendistovu Føroya í Keyp
mannahavn, Norðurbryggj
an, Strandgade 91, 4. sal,
DK-1401 København K.
•
Í Íslandi er tað á sendistovu
Føroya í Reykjavík, Túngata
14, 3. hædd, IS-101 Reykjavík.
•
Í Russlandi er tað á
sendistovu Føroya í
Moskva, 9 Prechistensky
Pereulok, 119034 Moscow.
Sendistovurnar eru
skipanarliga partur
av Uttanríkis - og menta
málaráðnum.
Setanartreytir
Størvini eru skipað eftir teim regl
um, ið eru galdandi fyri starvs
lesandi á staðnum og eru ólønt;
men viðbót verður latin eftir
nøktandi uppihald. Møguleiki
er at søkja um ferðastuðul frá
Stuðulsstovninum. Stuðul verður
veittur til bústaðarútreiðslur.
Nærri upplýsingar um størvini
fáast við at venda sær til Løg
mansskrivstovuna.
Umsóknir
Umsóknir, prógv, c.v. og viðmæli
verða at senda:
Løgmansskrivstovan,
Tinganes,
110 Tórshavn
info@tinganes.fo
www.tinganes.fo
Umsóknarfreistir eru miðskeiðis í
september og mars fyri ávikavist
fyrra og seinna hálvár.
Starvslesandi í føroysku sendistovunum
Stakskeið í námsfrøðiligari leiðslu
Námsvísindadeildin á Fróð
skaparsetrinum bjóðar eitt
15 ECTS skeið á masterstigi í
heysthálvuni í ár í yvirskipaðari
námsfrøðiligari leiðslu. Skeiðið
er ætlað bæði skúlaleiðarum og
til leiðarastørv, ið námsfrøðingar
hava. Somuleiðis er skeiðið
egnað til fólk, ið umhugsa at
søkja eitt leiðslustarv seinni
eins og til fólk, ið arbeiða við
organisatiónsmenning á náms
frøðiliga økinum.
Endamálið við skeiðinum er
at geva teimum lesandi kunn
leika og hegni til at virka sum
námsfrøðiligir leiðarar, ið nýta
nútíðar námsfrøðilig leiðslu
ástøði, við einum jarðildi í før
oyska samtíðar samfelagnum.
Hesi evni vera viðgjørd: Yvirlit
yvir námsfrøðiliga leiðslu-fak
økið, nýggjastu rembingarnar
á námsfrøðiliga leiðsluøkinum,
føroysk
viðurskiftir
viðv.
námsfrøðiligari leiðslu, fyri
sitingarlig
og
strategisk
leiðsla í námsfrøðiligum høpi,
námsfrøðilig stovnsmenning,
tann lærandi námsfrøðiligi
stovnurin, spjadd námsfrøðilig
leiðsla, samstarv í námsfrøði
ligum stovnum og leiðsla í
tvørsektionellum og tvørpro
fessionellum samstarvi á náms
frøðiliga økinum.
Seinni fer Setrið at bjóða
eina 120 ECTS masterútbúgving
í leiðslu og stýring/fyrisiting,
har tað er møguligt at steðga
eftir 60 ECTS og fáa eitt diplom
prógv í leiðslu og stýring/
fyrisiting á masterstigi. Tá er
møguligt at søkja um at fáa
skeiðið yvirskipaða námsfrøði
liga leiðslu góðskrivað. Undir
vísarar vera Súsanna Olsen,
stjórnamálafrøðingur og master
í virðisleiðslu og Jóhannes
Miðskarð, Cand. ped. í náms
frøðiligari sálarfrøði og PhD.
Undirvíst verður uml. 3-4.
hvørt vikuskiftið, fríggjadagar
frá kl. 14.00-17.00 og leygardagar
frá kl. 9.00-14.00. Kostnaðurin fyri
skeiðið er 15.000 Kr. Umsókn
arfreistin er 14. juni á midnátt.
Í DANMARK HALDA FLEIRI UNG EIN
STEÐG, ÁÐRENN TEY FARA UNDIR VÍÐARI
LESTUR EFTIR MIÐNÁMSSKÚLAN
Alsamt fleiri danskir studentar
halda ein steðg, áðrenn teir
fara frá miðnámsskúla til fram
halds lestur. Tað vísa nýggj tøl
frá Danmarks Statistik. Í fjør
var talið á studentum, sum
vóru farnir undir eina nýggja
útbúgving tríggjar mánaðir
eftir, at teir vóru lidnir við mið
námsskúlan, metlágt 14 prosent
av 48.700 ungum. Í 2013 vóru
tað heili 24 prosent, sum fóru
beinleiðis víðari til eina nýggja
útbúgving.
Eini kanning frá Danmarks
Evalueringsinstitut (EVA) í fjør,
høvdu 86 prosent av teimum
lesandi, sum byrjaðu á hægri
lestri í 2018, havt eitt ella fleiri
sabbats_ár. Í tí sambandi segði
Mette Fjord Sørensen, leiðari fyri
hægri útbúgvingar og gransking
í Sambært Dansk Industri, at tað
ikki er eitt vánaligt hugskot at
hava ein steðg.
Um tú hevur eitt sabbatsár,
har tú ert ein partur av arbeiðs
mark naðinum og partur eini
arbeiðsmentan, lærir tú sam
stundis, hvussu tað er at fara til
arbeiðis hvønn dag, og hvussu tú
stuðlar upp undir felags skapin.
Tað gevur tær royndirnar, har tú
kanska fært skil á, hvørja leið tú
ynskir at ganga á yrkisleiðtíni,
segði hon. GREIN UMSETT FRÁ
/RITZAU FOKUS/