Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 2 Kappróður L eygardagin eftir døg­ urða verður fyrsta start­skot­ið í 2020 FM kapp­róðri­num. Sammett við undanfarin ár hevur gongdin fram ímóti norð­ oyastevnu verið heilt øðrvísi, enn hon plagar at vera. Undanfarnu árini hava eld­ sálir skipað fyri Ódnartøkum. Kappast hevur undan fyrsta FM róðrinum verið tríggjar leyg­ardagar í trimum ymsum pláss­um. Hetta var góð reklama fyri kappróðurin, og hetta var kærkomið høvi hjá nýggjum manningum at royna seg, áðrenn steyp og stig stóðu upp á spæl. Korona er orsøkin til, at eingi ódnartøk vóru í ár. Róðurin á norðoyastevnu verður fyrsta royndin í ár hjá øllum mann­ing­ um í kapping borð um borð við aðrar manningar. Hesar seinastu vikurnar hev­ ur tað verið heilt niður í dalin og so upp á tindin, sum kapp­ róðurin í løtuni kennist vera á. 20. apríl varð boðað frá, at kappróðurin i 2020 var avlýstur. Tað vóru tung boð at fáa, og róðrarf­ólk vóru ørkymlað, nú eingi útlit vóru fyri, at bát­ar­nir fóru at verða drignir úr neyst­ unum. Tíbetur vísti tað seg skjótt, at møgu­leiki var at fara undir aftur ítróttarkappingar, og flaggdagin varð boðað frá, at nú fór at bera til at venja í kappróðrarbátum. Hvussu kappingin fór at verða skipað, var ikki greitt, men tað var greitt, at kappróður fór at vera í 2020. Hvør fjøl fór á flot, og so var tað, at nevndin í Róðrar­sam­ bandi Føroya saman við róðr­ar­ feløgunum á fundi 9. mai gjørdi av, at kappróðurin í summar skuldi vera, sum hann hevur verið nógvu tey seinastu árini. Tað vil siga, at tað eisini í ár eru sjey FM kappróðrar á skránni, og at tann fyrsti er á norð­oyastevnu í Klaksvík nú leygar­dagin 6. juni. Henda avgerðin og hesi boðini eru størsti sigurin í kapp­ róðrarárinum 2020. Frá bíðistøðu tá ið møguleikin meiri enn lúrdi, at kappróðurin skuldi fara heilt í dvala og spurn­ingurin spøkti, um hann nakrantíð fór at fáa høvdið fyri seg aftur. Og so til at umleið 90 mann­ ingar seinastu vikurnar hava riggað til at taka lut í kapp­ róðrinum. 2020 var og er á mangan hátt heilt øðrvísi enn onnur ár. Hugt fer at verða aftur á hetta várið og árið sum tað, tá ið tað ikki bar til at fara í skúla, og tá ið flestu próv­tøkurnar vórðu avlýstar. Tað var vandi fyri, at tað eisini fór at verða hugt aftur á 2020 sum árið, tá ið eingin kapp­ róður var. Tann vandin er burtur. Summarið líkist sær sjálvum við, at kappróðarbátar síggjast á firðum, víkum og vágum. Út­ gangs­støðið man vera so ymiskt, men felags fyri manningarnar er, at tær leggja nógv fyri í royndini at fyrireika seg til nýggja árið. Stóri síðuvinningurin ella kanska høvuðsvinningurin er felagsskapurin, sum kapp­róð­ urin er orsøk til. Leygardagin fara fleiri hundrað rógvarar at stevna til Klaksvíkar. Kappróðrarbátar á vagnum er serlig føroysk summar­mynd. Við korona­til­ráð­ ing­unum í huga fara foreldur og nevnd­ar­limir at fylgja blaðungu manning­unum, ið eru so nógvar, sum tær ongantíð hava verið áður. Fyri stívliga seks vikum síðani sá tað einki út fyri kapp­ róðrinum, sum var avlýstur. Nú bíða vit eftir fyrsta start­ skotinum, og áhugin er stórur og luttøkan stór. Gott kappingarár verður ynskt øllum, sum hava við kapp­ róðurin at gera. Hjá summum eru fyritreytirnar at vinna betri, enn tær eru hjá øðrum, sum kanska fara at luttaka fyrstu ferð. Tað snýr seg um at bjóða sær sjálvum av og so at kappast við hini fyri at verða best. At tað hóast korona og døpru útlitini eydnaðist at skipa kappróðurin í 2020 er og verður størsti sigurin í hesum kapp­ ingar­árinum. STÓRI VINNARIN ER LONGU FUNNIN FM KAPPRÓÐUR Í 2020 6. juni Norðoyastevna 13. juni Eystanstevna 20. juni Jóansøka í Vági 27. juni Sundalagsstevna í Hósvík 11. juli Fjarðastevna í Vestmanna 18. juli Vestanstevna í Miðvági 28. juli Ólavsøka FM Í 2019 Barnaróður gentur Ingibjørg Barnaróður dreingir Fípan Fagra 5-mannafør gentur Blikur 5-mannafør dreingir Royndin Fríða 5-mannafør kvinnur Erla Kongsdóttir 6-mannafør kvinnur Sølmundur 6-mannafør menn Hvessingur 8-mannafør Argjabáturin 10-mannafør Ormurin Langi