Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 4 Kappróður TERJI NIELSEN T að fór ein skjálvti gjøgnum kappróðrar- Før­oyar, tá ið Róðrar­ sam­band Føroya tann 20. Apríl boðaði frá, at eingin kappróðrur fór at vera í ár. Nógv róðrarfólk í Føroyum vóru á gosi um hesa avgerð, og tí varð gleðin eisini stór, tá ið man eftir nýggj tilmæli frá myndugleikunum tann 9. Mai kundi boða frá, at tað fór at vera FM-róður í ár hóast alt. Kappróðurin stendur seg væl í krepputíðum Annika V. Dalsgarð er forkvinna í Róðrarsambandi Føroya, og hon er fegin um, at undirtøkan fyri kappróðrinum er so stór í ár. – Eg haldi faktisk, at vit hava met­stóra luttøku í ár. Ikki færri enn 92 bátsmanningar hava melda til róðrarárið í ár. Nakrir hava so melda frá til Norð­oya­ stevnuna nú leyg­ar­dagin, men tað er púra vanligt, sigur Annika V. Dalsgarð. Hon sigur, at tað tykist sum um, at fólk hugsa øðrvísi í hesum korona­tíðum. – Nú hevur til dømis so at siga øll ferðing uttanlands verið av­ lýst í drúgva tíð, og tað hevur skapt rúm fyri øðrum virksemi. Eisini hava føroysk ítróttarlið avlýst luttøku í kappingum uttan­lands í summar, og tí hava ung­dómar fingið tíð til at fara í kappróðrarbátarnar. Søgan vísir okkum eisini, at tá ið tað er kreppa í Føroyum, so økist luttøkan í kappróðrinum, sigur forkvinnan í Róðrarsambandi Føroya. Framgongd í næstan øllum bátastøddum Tað er ikki bara í einstøkum báta­støddum, at fleiri bátar enn van­ligt hava boðað frá luttøku. – Tað er faktisk yvir ein kamb, at fleiri bátar hava meldað til enn vanligt. Einasta undantakið er 10-mannaførini, sum eru færri í tali enn í fjør. Hinvegin eru 8-mannaførini fleiri enn vanligt seinnu árini, og hetta er eitt mynstur, sum vit kenna aftur frá árunum frammanundan. Eru nógv 8-mannafør við, so eru fá 10-mannafør, og umvent eru tað nógv 10-mannafør við, so eru fá 8-mannafør við, sigur Annika V. Dals­garð. Forkvinnan í Róðrarsambandi Før­oya fegnast eisini um, at bátar og manningar koma úr so at siga øllum økjum í landinum. – Einasta økið, har einki virk­ semi er, er Sandoyggin, men har hevur eingin kappróður verið í nógv ár. Men taka vit til dømis Suðuroynna og Sørvág, so vóru tað fyri fáum árum síðani øki við lítlum kappróðrarvirksemi, men so hevur man gjørt eitt muna­ gott arbeiði við at halda barna­ manningum til, og nú eru hesi øki sera virkin og hava góð úrslit, sigur hon. Annika V. Dalsgarð nevnir eisini Vestmanna og Kvívík sum tvær róðrarbygdir við stoltari søgu, men sum hava verið í ein­ um aldudali seinnu árini. Har er ein lítil framgongd at hóma í luttøkutali, og tað gevur vónir um, at hesar bygdir aftur fara at gerast stórar róðrarbygdir. Eitt serligt ár Sum áðurnevnt er róðrarárið 2020 rættiliga sermerkt við teim­ um avbjóðingum, sum korona hevur havt við sær. – Tað byrjaði jú við, at vit av­ lýstu, men so komu vit í gongd hóast alt. Tilmælini eru so líð­ andi broytt, og nú eru vit í tí støðu, at vit skulu halda ein metur frástøðu. Tað merkir so, at bátar og manningar ikki koma á sjálvt róðrarøkið fyrr enn stutt undan róðrinum hjá sær. Tó eru 5-mannaførini undantikin, tí tey vera so nógv brúkt. Men tey koma so at standa á økinum við stórari frástøðu. Og eg haldi, at feløg­ini kring landið hava verið jalig fyri teimum tilmælum, ið vit eru komin við saman við myndug­leikunum, sigur Annika V. Dalsgarð. Hon dylur ikki fyri, at tað verður eitt rættiliga øðrvísi róðr­ar­ár, soleiðis sum støðan er í løtuni. – Tað verða eingir áskoðarar á róðrarøkinum, og vit koma ikki at hava nakra heiðurs­merkja­ handan. Ístaðin kemur eitt umboð fyri bátin eftir heiðurs­ merkjum og møguligum steypi, so tað verður øðrvísi, sigur hon. Forkvinnan í Róðrar­sam­ bandi­num sigur, at tey leggja upp til, at einstøku róðrarfólkini og manningar passa upp á seg sjálv­an, og hetta skilja feløgini kring landið. – Vit virða sjálvsagt tilmælini hjá myndugleikunum, og vit vóna og vænta, at bæði rógvarar og áskoðarar hugsa seg um. Vit eru bara glað fyri, at vit sluppu í gongd við kappróðurin í ár. Og sjálvandi hava vit ein dreym um, at støðan er so mikið góð á ólav­ søku, at áskoðarar kunnu vera ein partur av róðrinum, sigur Annika V. Dalsgarð at enda. TERJI@SOSIALURIN.FO METÁR HJÁ KAPPRÓÐRINUM Hóast árið fyrst sá út til at fara fyri skeytið, so sær 2020 út til at vera eitt metár, tá ið tað snýr seg um luttøku í føroyameistarakappingini í kappróðri, og tað fegnast forkvinnan í Róðrarsambandinum um Hóast árið fyrst sá út til at fara fyri skeytið, so sær 2020 út til at vera eitt metár, tá ið tað snýr seg um luttøku í føroyameistarakappingini í kappróðri, og tað fegnast forkvinnan í Róðrarsambandinum, Annika V. Dalsgarð, um Mynd: Álvur Haraldsen