Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-04, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. juni 2020síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020 SOSIALURIN 44 16 Kappróður P ílurin peikar rætta veg­ in í kappróðrinum á Glyvrum. Tað er nógv virksemi, og átta mann­ ingar fara at taka lut í eyðkendu gulu bátunum á norðoyastevnu. Eysturoyingur stendur í neystinum niðri á Støðni á Glyvr­um, og hann fer ikki at taka lut í FM kappingunum í summ­ar. -Tað harmast vit um, men tað hevur síðstu árini gingið illa at fáa dreingir at støðast í felag­num, og tá skal tað nógv til fyri at byggja upp av nýggjum. Soleiðis sum gongdin er nú, so hava vit vón um, at Eysturoyingur aftur verður at síggja, sigur Inga Weihe, sum er nevndarlimur og ein av teimum, sum seinastu árini hevur verið við til at manna 6-mannafarið Sølmund, sum vann FM bæði í fjør og í fyrraárið. Eysturoyingur var nýggj­ur bátur í 1998, tá ið tað eydn­að­ ist at vinna fyrsta FM heitið í kappingini millum 10-manna­ førini, og nógvir av teimum somu vóru við fram til 2016 at vinna sjey FM heiti. Størsta árið á mann­fólka­ síðuni var í 2007, tá ið Eystur­ oyingurin vann FM, og tá ið 8-mannafarið Heiðabáturin eisini varð meistari. -Vit fegnast um, at Heiðabáturin aftur er mannaður. Onkrir hava róð áður, men teir flestu eru nýggir rógvarar, sum hava hug at royna seg, sigur Inga Weihe. Skal arbeiðast alt árið Umstøðurnar hjá Kapp­róðrar­ felagnum NSÍ eru góðar á Glyvru­m. Felagshúsini eru góð, og har eru amboðini, sum skulu til at venja alt árið. -Síðani síðsta heyst hevur stórur dentur verið lagdur á at menna felagsarbeiðið. Lykilin til at fáa ungdómarnar at luttaka er, at tey alt árið verða hildin til, at tey fáa góða vegleiðing og venj­ing, og at tað verður skipað fyri tiltøkum, sum draga fleiri ung­dómar til. Vit hava havt innanhýsis kappingar, og eitt toymi av royndum rógvarum hevur arbeitt miðvíst við at læra tey ungu at bera seg at í bátinum og at læra ungu rógvararnar rættan teknikk, og tað hevur riggað væl. Um tað ikki verður syrgt fyri møguleikum hjá teim­ um ungu at vera virkin í felag­ num alt árið, so fara tey aðrar vegir, og so verður neyðugt at byrja mest sum av nýggjum á hvørjum ári. Tað sigur seg sjálvt, at tá verður tað torført at menna kappróðurin og róðrarumhvørvið, sigur Inga Weihe. -Og so er neyðugt at skipa fyri sosialum tiltøkum. Korona ávirkaði nógv í vár, og vit kendu mill­um ungdómarnar stóran longsul eftir aftur at sleppa í neystið. Leygardagin høvdu vit stórt tiltak í neystinum. Har vóru allir rógvararnir og so nógv onnur áhugað. Nakrir av royndu rógvarunum vóru í bátunum, og hetta var ein fagnaðardagur á allan hátt, sum heilt víst er við til at stimbra felagsskapin. Góðar vónir Tað vísir seg, at um úrslitini eru góð, so økist áhugin, og tað dregur fleiri til felagið. Søl­ mundur við kvinnum vann FM í fjør og í fyrraárið, og tey vóna, at tað aftur í ár fer at ganga væl hjá Sølmundi: -Tær flestu, sum róðu í fjør, eru aftur í ár við til at manna bátin. Tvey tey undanfarnu árini hevur báturin ikki fingið so stóra kapping. Vit vita, at tað verður øðrvísi í ár, nú Jarnbardur av álvara bjóðar seg fram aftur. Tað dámar okkum væl, tí tað er nógv hugaligari, tá ið talan er um ordu­liga kapprógving. 5-mannafarið Tjaldrið við dreingjum er mannað við teim­ um somu sum í fjør: -Teir eru óførir, og vit rokna við, at tað fer at ganga væl hjá teimum. Umframt fysiska venj­ ing og tað tekniska í at rógva, so snýr tað seg um tað sinniliga og at hava fokus á rætta staðnum allan róðrarteinin. Tað er týdningarmikið at venja tann partin eisini við teimum ungu. Og so eru tað tvær gentu­ mann­ingar og barnaróðurin, har Kappróðrarfelagið NSÍ eisini er við. Umframt Tjaldrið eru tvey onnur 5-mannafør. Tey eru Spógvin og Ternan. FM á Skálafjørðinum Skálafjørðurin verður rokn­að­ ur at vera eitt av bestu róðrar­ økjunum í landinum. Tí kennist tað undarligt, at tað bara annað­ hvørt ár er FM kappróður har. Í ár eigur Kappróðrarfelagið Tjaldur FM kappróðurin. Hetta gleða tey seg til. -Eiler Lamhauge er formaður í felagnum, og hann hevur sera nógvar royndir. Saman við hon­ um er eitt toymi av fólkum, sum í nógv ár hava verið við til at skipa fyri róðrinum. Vit í nevndini royna at hjálpa teimum, og tað er hugaligt, at bæði vinnulívið og kommunan spæla so væl við, sigur Inga Weihe. Á STØÐNI Á GLYVRUM ER NÓGV LÍV Í Lykilin til undirtøku millum ungu rógvararnar er, at felagsarbeiðið er støðugt alt árið, heldur Inga Weihe