hósdagur 4. juni 2020síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
18
Kappróður
T
ølini siga, at ein av
bestu bátunum yvir
høvur seinastu árini í
føroysku kappróðri er
5-mannafarið Erla Kongsdóttir
við kvinnum.
Óføru kvinnurnar úr Fugla
firði hava seinastu seks árini
vunnið FM fimm ferðir – í 2014,
2015, 2016, 2018 og 2019.
Erla Kongsdóttir bjóðar seg
aftur í ár fram í kvinnukapp
ingini. Undanfarnu árini hava
tær í Fuglafirði verið í báti
num saman við rógvarum úr
grannabygdunum. Í ár er tað
heilt merkisvert, at bara ein av
teimum sjey, sum eru við til at
manna Erlu Kongsdóttir, býr í
Fuglafirði. Tað er hon, sum situr
afturi í rongini.
-Vit hava altíð havt gott
samstarv við rógvarar úr
grannabygdunum, og í ár kemur
hetta samstarvið sera væl við.
Fleiri av teimum, sum hava verið
við til at vinna øll FM heitini, eru
ikki tøkar at rógva í ár. Onkur
er flutt til Havnar og hevur ikki
umstøður at venja í Fuglafirði, og
so eru tað aðrar, sum hava smá
børn og tí ikki hava umstøður at
venja og kappast í ár.
Tað sigur Sunnleyg Eliasen,
sum er forkvinna í ÍF kappróður.
-Ein umborð á Erlu Kongs
dóttir býr í Klaksvík, onkur
býr á Skála, og so eru fleiri úr
Leirvík. Hesar hava allar róð
í fleiri ár, og fleiri teirra hava
verið við til at manna bátar hjá
okkum, so vit rokna tær mest
sum at hoyra til hjá okkum,
sigur Sunnleyg Eliasen.
5-mannaførini Fenja og Silja
eru mannaðar við barnamann
ingum. Talan er um blandaðar
manningar – bæði gentur og
dreingir.
Á mannfólkasíðuni er tað
8-mannafarið Gullbrandur,
sum bjóðar seg fram.
-Vit eru fegin um, at
menninir eisini taka lut. Talan
er um nakrar ungar dreingir –
16-17 ára gamlir – sum áður hava
róð í dreingjabátum, og sum nú
hava hug at royna seg millum
menn. At hjálpa sær hava teir
nakrar eldri og meiri royndar
rógvarar, sigur Sunnleyg
Eliasen.
Umstøðurnar at venja og
rógva kapp eru góðar í Fugla
firði – bæði í neystinum og á
sjónum. Fuglafjørður verður
roknaður at vera eitt av bestu
róðrarøkjunum í landinum. Tað
kennist undarligt, at tað bara
er FM kappróður í Fuglafirði
annaðhvørt ár. Í ár verður eingin
FM kappróður á varmakeldu.
FM róðurin í ár verður á Skála
fjørðinum.
Langt síðani
menninir vunnu
Síðani 2010 hevur Erla Kongs
dóttir við kvinnum vunnið seks
FM heiti. FM í genturóðri vann
Erla Kongsdóttir í 2012 og 2013,
og Silja úr Fuglafirði vann FM í
genturóðri í 2014.
At kvinnurnar í Fuglafirði
hava verið framúr í kappróðri
seinnu árini verður undirstrikað
av, at 6-mannafarið Rádni við
kvinnum vann FM í 2016 og 2017.
Tað er heilt langt síðani, at
bátar úr Fuglafirði, mannaðir við
monnum, hava verið í fremstu
røð. Eingin bátur úr Fuglafirði
við monnum hevur vunnið FM,
síðani meistarakappingin í 1973
varð skipað eftir tí leisti, sum tað
síðani hevur verið kappast eftir.
Frá 1964 og fram til 1972 varð
FM kappingin avgjørd í einum
róðri stutt eftir ólavsøku. Søgu
liga yvirlitið vísir, at tá vóru
fuglfirðingar meistarar.
10-mannafarið Fuglfirðingar
var meistari bæði í 1967 og 1968.
Tað vil siga, at tað er liðin meiri
enn ein hálv øld, síðani menninir
úr Fuglafirði vunnu FM í kapp
róðri.
Kvinnurnar úr Fuglafirði
vunnu í 1964 FM við Erlu Kongs
dóttir. Síðani varð einki gull
vunnið til Fuglafirðar aftur fyrr
enn í 2010. Síðani hevur tað verið
stutt millum gullkrónurnar hjá
kvinnunum.
Sum tað er nevnt omanfyri,
so samstarva tey í Fuglafirði
við grannabygdirnar. Í Eystur
kommunu – Leirvík og Gøtu
– varð kappróðrarfelag endur
stovnað fyri fáum árum síðani.
Kappróðrarfelagið
hjá
teimum eitur Tindur, sum bjóðar
seg fram við tveimum mann
ingum – einari í barnaróðrinum
fyri dreingir og einari í kapp
ingini millum 5-mannafør við
dreingjum.
NÝGGJ
MANNING
SKAL LYFTA
TUNGA ARVIN
Erla Kongsdóttir hevur vunnið gull
fimm ferðir seks tey seinastu árini