hósdagur 4. juni 2020síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 5. JUNI 2020
SOSIALURIN 44
27
Kappróður
VILMUND JACOBSEN
B
ergur R. Dam Jen
sen
umboðar
KÍF
k a p p r ó ð u r
u m
Kollafjarðar Ítróttar
felag, KÍF. Hann sigur, at í kapp
róðrarárinum, sum nú byrjar á
norðoyastevnu, verður ikki stór
luttøka úr Kollafirði. Tað merkir
tó ikki, at KÍF kappróður ætlar
at leggja árarnar inn.
Tvørturímóti.
- Vit hava í ár fingið nakrar
ungar dreingir at manna
5-mannafarið Koll til FM-róðurin
í ár. Hetta er ein barnamanning,
og hetta er okkara einasta
manning, sum er byrjað at rógva.
Vit arbeiða eisini við at fáa eina
gentumanning umborð á Koll til
barnaróður. Enn er tó ov tíðliga
at siga við vissu, hvussu tað fer
at eydnast, men genturnar hava
so ikki verið í bátinum enn.
Bergur R. Dam Jensen sigur,
at 6-mannafarið Kollfirðingur,
sum felagið eisini eigur, er ikki
tilmeldaður FM í ár, tí báturin er
ikki mannaður.
- Vit hava fingið onkrar fyri
spurningar um at lána Koll
firðing, men vit vilja heldur, at
báturin verður mannaður við
einum róðrarumhvørvi í Kolla
firði. Í staðin fyri at lata aðrar
rógva í Kollfirðingi, fara vit
heldur at gera bátin kláran til
næsta kappróðrarár, so hann
vónandi kann verða mannaður
næsta ár, sigur hann.
Umhvørvið betrast
Formaðurin í KÍF kappróðri
sigur, at hóast manningarnar
eru fámentar í ár, verður nógv
arbeitt fyri at reisa róðrarum
hvørvið í Kollafirði á føtur aftur.
- Eg fekk til uppgávu fyri
tveimum árum síðan at sam
skipa róðrarpartin hjá KÍF,
og hesa tíðina havi eg sæð, at
umstøðurnar hjá róðrarfólki í
Kollafirði mugu gerast betri, tí
tær eru als ikki tíðarhóskandi.
Hann vísir á, at KÍF eigur
róðrarneyst, men her hevur
einki viðlíkahald, ei heldur nøk
ur dagføring, verið í mong ár.
- Stevnan verður her næsta
ár, og tá vilja vit, at umstøðurnar
eru komnar upp á pláss. Tey,
sum rógva her hjá okkum, mugu
hava líka frægar umstøður sum
onnur, ið rógva. Í neystinum
eru ongar brúsur og eingi wc.
Vit hava tveir bátar og ljós, men
tað er bara ikki nóg mikið, sigur
hann.
Vanta eldsálir
Bergur R. Dam Jensen heldur,
at kappróðrarumhvørvinum í
Kollafirði vantar nakrar eldsálir,
sum ikki hava verið seinnu árini.
- Vit hava tikið upp eitt sam
skifti við kommunala myndug
leikan, og vit bæði vóna og
vænta, at hesin sær týdningin av
kappróðrinum í økinum og fer
at lurta eftir okkum. Tað, sum
má gerast, má vera í samstarvi
millum felag og kommunu.
Formaðurin vísir á, at ein høll,
sum ítróttarhøllin í Kollafirði,
hevur so nógv størri týdning
fyri tey lutfalsliga fáu fólk, sum
búgva í Kollafirði, enn ein til
svarandi høll hevur fyri ein bý
sum Tórshavn, sum hevur so
nógv annað.
- Eg haldi, at virðingin fyri tí
arbeiði, sum hevur verið gjørt
fyri kappróðurin í økinum, hevur
verið ov lítil, tó at báðir bátarnir
- Kollur og Kollfirðingur - hava
úrslit at vísa á, har Kollfirðingur
eigur trý FM-heiti og Kollur við
dreingjum eigur tvey, leggur
hann aftrat.
Kjølur í Kollafirði
Bergur R. Dam Jensen veit eisini
at siga, at eitt privatkeyp, sum
hann tekur til, er gjørt, soleiðis
at 10-mannafarið Kjølur nú aftur
hevur heimstað í Kollafirði.
- Kjølur varð upprunaliga
smíðaður til Kollafjarðar, og
bátinum feilar einki, tó at hann
nú hevur nøkur ár á baki. Nú er
báturin so aftur heimahoyrandi
í Kollafirði. Hóast kappróðurin
er í andróðri beint í løtuni,
gevast vit ikki á hendur, men
vilja gera tað, sum liggur í okkara
makt fyri at byggja kappróðurin
uppaftur, sigur formaðurin í KÍF
kappróðri.
KÍF KAPPRÓÐUR SKAL
REISAST Á FØTUR AFTUR
- Stevnan verður her næsta ár,
og tá vilja vit, at umstøðurnar
við kappróðrarneystinum eru
komnar upp á pláss. Tey, sum
rógva her hjá okkum, mugu
hava líka frægar umstøður sum
onnur, ið rógva. Í neystinum
eru ongar brúsur og eingi wc.
Vit hava tveir bátar og ljós,
men tað er bara ikki nóg mikið,
sigur Bergur R. Dam Jensen
Tað hevur onkuntíð gingið betur hjá KÍF kappróðri at manna bátarnar enn í ár og formaðurin,
Bergur R. Dam Jensen, vónar, at tað fer at eydnast at fáa meira lív í felagið aftur