týsdagur 9. juni 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 10. juni 2020 · Nr. 45
4
Sosialurin
ÁHUGAVERDUR
FUNDUR – Men
tað var bara tí,
at tað var ein
árvakin arbeiðs
maður, sum
segði frá
Áki Bertholdsen
Hetta
var
rættiliga
forkunnugt, tí hetta hava
vit ikki sæð í Føroyum
áður.
Tað sigur Uni Árting,
jarðfrøðingur á Jarðfeingi.
Hendan dagin, tá ið
Johan Heini Virgarsson
var í ferð við at grava í
grótbrotinum í Porkeri,
varnaðist hann, at nakað
óvanligt var at síggja í
royðugrótinum, hann var
í ferð við at grava burtur.
Men ístaðin fyri at
grava víðari, helt hann, at
tað sá so mikið spennandi
út, at hann tók nakrar
myndir, og boðaði Jarð
feingi frá.
– Vit sóu beinanvegin,
at hetta var nakað heilt
serstakt, og tað var øgiliga
heppið, at hann ikki bara
gróv alt burtur, men segði
okkum frá, sigur Uni Ár
ting.
Ikki sæð áður
Hann sigur, at tað vísti seg
skjótt, at hetta var kopar,
tey vóru komin fram á,
og jarðfrøðingarnir hildu,
at hetta var so mikið
áhugavert, at tey fóru suð
ur til Porkeris at síggja tað
við sínum egnu eygum, og
at taka nakrar royndir við
sær aftur til Havnar.
Uni Árting sigur, at tað
er hent áður, at vit hava
funnið kopar í Føroyum,
men tað, sum varð funnið í
Porkeri, hava tey ikki sæð
áður.
– Vit hava stórt eitt
savn, sum gongur nøkur
hundrað ár aftur í tíðina,
har onkrar royndir eru
einar 200 ára gamlar. Men
í øllum hesum savninum
hava vit bara fýra royndir
við lítlum flakum av kop
ari í.
Men tað sum varð funn
ið í Porkeri er í nógv størri
nøgdum, enn tey hava sæð
áður.
Tí var tað heppið, at
broytførarin boðaði okk
um frá, tí nú kann tað fá
ast til skjals, so at eisini
almenningurin kann fáa
gleði av tí, leggur hann
afturat.
– Eg hevði ikki ímyndað
mær, at tað var so nógv, og
vit hava ongantíð funnið
kopar upp á hendan mát
an í Føroyum áður, sigur
Uni Árting.
Hann sigur, at hetta
koparið lá í royðugróti
num undir sjálvari Pork
erisfláini, ið er grótið, sum
verður sprongt.
Í royðugrótinum undir
basaltfláini, lá koparið í
rivum, sum vóru tíggjutals
sentimetrar langar.
– Tað, sum hevur okk
ara áhuga er at kanna, hví
kopar er akkurát her, og
ikki í øðrum lindum við
royðigróti.
Men
jarðfrøðingurin
sigur, at tey hava eisini
funnið smáar nøgdir av
kopari í eini royðulind
í Nólsoy, men ikki upp
á hendan mátan, sum í
Porkeri.
Hetta hava vit ikki sæð áður
Fylla
upp í
bilar av
mine
ralum
– og fara av
landinum
Áki Bertholdsen
Hvørt ár er tað ein
rættiliga stór nøgd
av føroyskum min
eralum, sum vera
førd av landinum,
uttan at vit vita,
hvat slag tað er, og
uttan at føroyskir
myndugleikar
yv
irhøvur blanda seg
upp í tað.
Tað sigur Uni Ár
ting, jarðfrøðingur á
Jarðfeingi.
Hann sigur, at tað
er rættiliga vanligt,
at útlendsk ferða
fólk, sum eru í Før
oyum, gera nógv
burtur úr at leita
eftir
mineralum,
sum tey síðani hava
við sær av landinum
aftur.
– Tað, sum rætti
liga pínur okkum, er,
at vit ikki hava eina
lóg um hetta, sigur
hann.
Hann
sigur,
at tey hava gjørt
myndugleikarnar
varugar við hetta
óteljandi
ferðir
í
teirri vón, at mál
ið verður tikið upp,
so at vit fáa eina
lóg sum tryggjar,
at slíkir dýrgripir
verða varðveittir í
Føroyum – kanska á
einum savni.
– Vit vita væl
av,
at
ferðafólk
savna upp í bilar av
mineralum í Før
oyum, sum tey fara
av landinum við, og
tað er spell, at vit
ikki hava eina lóg
um hesi viðurskifti,
sigur Uni Árting.
Hann
hugsar
sær eina lóg, sum
áleggur
teimum,
sum fara av landi
num við mineral
um, eina skyldu til
at boða frá, so at vit
kunnu hava tað eft
ir, sum vit halda er
áhugavert – og so
kunnu tey kanska
fáa eina peninga
upphædd
fyri
at
hava funnið tað.
Tað var Johan Heini Virgars
son, sum varnaðist okkurt
spennandi í royðulindini og
boðaði Jarðfeingi frá
Mynd: Jarðfeingi
Tey trý umboðini fyri
Jarðfeingi, Uni Árting, Lis
Mortensen og Turid Madsen
kannað royðulindina, har
koparið varð funnið
Mynd: Jarðfeingi