Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2020síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10 juni 2020 · Nr. 45 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Samgongutingfólk eru ikki samd við løgmanni, sum við lóg ætlar at steingja skeinkistøð. Bara tvey tingfólk siga seg taka undir við løgmanni Eirikur Lindenskov Nógv bendir á, at løgmaður kem­ur í minniluta, tá Løg­tingið skal taka støðu til upp­skot hansara um at geva mynd­ug­ leikunum heimild við lóg at steingja skeinkistøð til ávísa tíð. Tað lá í kortinum, tá fyrstu tiltøkini í sambandi við koronu vórðu sett í verk, at landsstýrið vildi hava heimildir í lóg til ymsu tilmælini. Eitt teirra var um afturlatingartíðir hjá skeinki­støðum. Men undirtøka fekst ikki fyri hesum, og tí gjørdist alt til til­mæli, sum løgmaður og hansara fólk fleiri ferðir hava róst Føroya fólki fyri at hava hildið bæði væl og virðiliga. Harðliga talaði løgmaður tó at í apríl, tá ungfólk høvdu hildið fleiri privatar veitslur, har fleiri enn tey tilmæltu 10 fólkini vóru til staðar. Sum frá leið lótu skeinki­ støðini uppaftur og hildu til­ mæltu afturlatingartíðna klokk­ an 22. Men hetta er síðani farið so langt av lagi, at sein­astu vikuskiftini hava skeinki­støð­ ini í høvuðsstaðnum ikki latið aftur fyrr enn klokan 02 á nátt. Tí vil løgmaður nú hava lóg­ arheimild soleiðis, at løgreglan kann syrgja fyri, at skeinki­ støð­ini lata aftur, tá myndug­ leikanir vilja hava tey at lata aft­ur. Men sambært spurnar­ kann­ing, sum Sosialurin hevur gjørt millum tingfólk, so hevur løgmaður óvanliga lítla undir­ tøku fyri sínum sjónarmiðum. Tað eru bara tvey tingfólk, sum siga seg taka undir við løg­manni. Tey eru Frimod Ras­ mussen og Edva Jacobsen, floks­felagar hjá løgmanni. Eingin í hinum báðum flokk­ ­unum í samgonguni, Fólka­ flokk­inum og Mið­flokk­in­um, sig­ur seg taka undir við løg­ manni. Tey er tó ikki serliga greið, tí øll svara, at tey hava annað­ hvørt ikki tikið støðu ella vilja tey ikki svara. Men tveir tingmenn í Sam­ bandsflokkinum, Jaspur Lang­ gaard og Erhard Joensen siga seg fara at atkvøða ímóti. Eis­ ini Kristin Michelsen, sum javn­an atkvøður við sam­gong­ uni, sigur seg fara at atkvøða ímóti. Øll í Tjóðveldi atkvøða ímóti, og øll í Javnað­ar­lokk­in­ um uttan suður­oyarting­menn­ inir Bjarni Hammer og Henrik Old, sum ávikavist ikki hava tikið støðu og ikki vilja svara. Úrslitið av spurnar­kann­ing­ ini hjá Sosialinum er, at 15 ting­fólk fara at atkvøða ímóti, með­an bara tvey siga seg at­ kvøða fyri. Um hetta verður støð­an, so fellir uppskotið hjá løg­manni við einum braki. Hugsandi er, at fleiri av teimum 16, sum ikki hava tikið støðu ella sum ikki vilja siga sína støðu, fara at atkvøða annað­hvørt ja ella nei. Men um bara tvey teirra atkvøða nei ístaðin fyri blankt, ella um bara trý teirra framvegis at­ kvøða blankt, so fellir málið. Sum Sosialurin skilir støð­ una, so er ikki semja millum sam­gongutingfólk um at geva heimild at steingja skeinki­ støð­ini við lóg. Sum skilst finn­ ast tingfólk í samgonguni at, at hetta málið ikki hevur verið viðgjørt í samgonguni, og tey siga seg annars fáa ov lítið at vita um, hvat landsstýrið ætlar í samband við koronutiltøkini. Spurningurin er so, um sam­skiftið millum landsstýrið og samgongutingmanningina ikki er nóg gott, og um tað veru­liga kann henda, at und­ir­ tøkan fyri einum uppskoti frá samgonguleiðaranum – Før­ oya løgmanni –  fær so jánka­ sliga undirtøku millum sam­ gongu­tingfólk, at tað kann fella við einum braki. Hendir tað, so kunnu skeinki­ støðin framhaldandi hava opið í minsta lagi til klokk­an 02 –  sum helst skjótt broyt­ist til vanligu aftur­lat­ing­ar­tíðina klokk­an 04. Flokkur Tingfólk JA NEI ANNAÐ A Jógvan á Lakjuni 1 A Brandur Sandoy 1 A Jákup Mikkelsen 1 A Jóhan Eli Poulsen 1 A Beinir Johannesen 1 A Christian Andreasen 1 A Uni Rasmussen 1 A Heðin Zachariasen 1 B Edva Jacobsen 1 B Rósa Samuelsen 1 B Magnus Rasmussen 1 B Frimodt Rasmussen 1 B Johan Dahl 1 B Jaspur Langgaard 1 B Erhard Joensen 1 C Aksel V. Johannesen 1 C Henrik Old 1 C Heðin Mortensen 1 C Bjarni Hammer 1 C Djóni Nolsøe Joensen 1 C Ingilín Didriksen Strøm 1 C Jóhannis Joensen 1 D Kristin Michelsen 1 E Bjørt Samuelsen 1 E Høgni Karsten Hoydal 1 E Kristina Háfoss 1 E Sirið Stenberg 1 E Beinta Løwe Jacobsen 1 E Hervør Pálsdóttir 1 F Ruth Vang 1 F Bjarni Kárason Petersen 1 H Bill Justinussen 1 H Steffan Klein Poulsen 1 Hvussu fert tú at atkøvða um uppskotið hjá løgmanni um at lóggeva fyri at steingja skeinkistøð ávísa tíð í koronukreppuni? Spurningur til tingfólk: Vilja ikki hjálpa løgmanni at steingja skeinkistøð