mikudagur 22. desember 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 245 - 22. desember 2004
– Størsti munurin á
ungu politikarunum í
dag og okkara ættar-
liði frá 70 og 80 árun-
um er, at vit hugsaðu
fyrst og fremst um
flokkin og ikki okkara
egna persón. Í dag
ganga flestu politik-
ararnir við einum
landsstýrismanni í
búkinum, og teir vilja
treyðugt offra seg fyri
flokkin, sigur Heini
O. Heinesen
TJÓÐVELDISSTRÍÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Teir fullu allir sum flúgur.
Eftir at hava verið odda-
fiskar í Tjóðveldisflokkin-
um frá fyrst í sjeytiáriunum
eru Signar á Brúnni, Finn-
bogi Ísakson og Heini O.
Heinesen ikki longur at
síggja millum andlitini í
tingmanningini hjá Tjóð-
veldisflokkinum.
Síðan frálíka løgtingsval-
ið í 1998 hevur Tjóðveldis-
flokkurin meira enn nakar
annar føroyskur flokkur
framt eitt umfatandi ættar-
liðsskifti í flokkinum. Um
hugt verður burtur frá Her-
geiri Nielsen, telir ting-
manningin hjá Tjóðveldis-
flokkinum í dag ongan,
sum hevur sitið longri á
tingið enn síðan 1998
Heini O. Heinesen er
fyrrverandi formaður í
Tjóðveldisflokkinum, og
hann er sannførdur um, at
hevði flokkurin verið um-
fatandi ættarliðskifti fyri-
uttan, vóru viðurskiftini
innanhýsis í flokkinum
øðrvísi. Nú tað herjar opið
stríð í flokkinum, heldur
fyrrverandi norðoyarting-
maðurin, at flokkurin hevði
havt gott av at havt royndir
politikarar í flokkinum.
Persónsdyrkan
– Størsti munurin á ungu
politikarunum í dag og
okkara ættarliði frá 70 og
80 árunum er, at vit hugs-
aðu fyrst og fremst um
flokkin og ikki okkara egna
persón. Í dag ganga flestu
politikararnir við einum
landsstýrismanni í búkin-
um, og teir vilja treyðugt
offra seg fyri flokkin, og
hetta er ikki bert galdandi í
Tjóðveldisflokkinum, men
tvørtur um floksmørk, vísir
fyrrverandi formaðurin á.
Heine O. Heinesen er
sannførdur um, at stríðið
millum
Høgna
Hoydal
øðrumegin og nú Finn
Helmsdal
og
Tórbjørn
Jacobsen hinumegin hevði
ongantíð komið fram í
ljósmála, um Tjóðveldis-
flokkurin hevði havt fleiri
politikarar av gamla slagn-
um við, sum hann málber
seg.
– Politikkur er ikki bara
persónlig mál. Eftir mínari
sannføring skalt tú vera
idealist, um tú skalt vera
politikari, og júst idealism-
an er lítil í politikki í dag.
Tað sigur seg sjálvt, tá allir
vilja náa toppin, er tað
skjótt at persónsstríð tekur
seg upp í flokkunum held-
ur fyrrverandi norðoyar-
tingmaðurin.
Heini vísir á, at tað er
keðiligt at hyggja at gongd-
ini í flokkinum í løtuni.
– Eg eri irriteraður av
gongdini. Fyri nøkrum ár-
um síðan vildu øll gera
samgongu við Tjóðveldis-
flokkin, men nú sita vit
uttanfyri alt, og eingin vil
samstarva við okkum, og
tað er harmiligt at lýða á,
sigur Heini O. Heinesen.
Burturvið
Í Sosialinum herfyri gav
Finnbogi Ísakson greitt til
kennar, at hann tók ikki
undir við nýggju útihýsing-
arregluni
í Tjóðveldis-
flokkinum Hesum er Heini
O. Heinesen samdur í.
– Hóast tú ikki ert samd-
ur við formanninum í
flokkinum, eigur tú kortini
at hava rættin og frælsi til at
vera tjóðveldismaður, og tí
haldi eg, at handan reglan
er burturvið og fullkomi-
liga óneyðug. Tað hevur áð-
ur borið til at loysa trætur
innanhýsis
uttan
nakra
útihýsingarreglu, og tað átti
tað eisini at verið framyvur,
heldur fyrrverandi formað-
urin.
Løgi floksting
Heini O. Heinesen var mill-
um lutakararnar á floks-
tingi
Tjóðveldisfloksins
leygardagin. Hann gjørdist
so skuffaður sínum floks-
feløgum, at hann fór frá
fundinum, tá fundurin var
hálvrunnin
– Eg má siga, at eg var
skuffaður av fundinum. Eg
helt eg kom til Havnar á
fund fyri at fáa semju í
flokkinum, men tað, sum
fór fram elvdi til størri
stríð. Sum dagsskráin á
flokstinginum var sett upp,
tóktist tað sum um, at mann
framhaldandi vil hava stríð
í flokkinum, sigur Heini O.
Heinesen.
Hann vísir millum annað
á valið av næst formanni í
flokkinum.
– Eg haldi tað er ótrúliga
løgið, at valið av næstfor-
manni í tingbólkinum kom
áðrenn vit fóru undir at
viðgera málið, sum var á
dagsskrá á tann dagin,
heldur Heini O. Heinesen.
Ættarliðskiftið hevur kostað