Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 10. juni 2020 · Nr. 45 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge/Jóannes Hansen/ Pætur Albinus Um vikuskiftið hevur 6. umfar verið í bestu mansdeildini í fót­ bólti. HB er nú greitt oddalið við fullum stigatali, eftir at hava vunnið 1-0 í Trongisvági móti TB. Sunnudagin settu trígg­ir teir fremstu avbjóðarnir, KÍ, NSÍ og B36, stig til. HB er nú fimm stig fremst. ÍF hevur longu fingið fleiri stig enn í fjør. Við 4-2 sigrinum á AB hava fuglfirðingar fingið nígg­ju stig, sum er trý fleiri enn í fjør. EB/Streymur vann týð­ andi sigur á heimavølli móti Skála, sum ger at argjamenn, tvøra­menn og skálamenn nú eru afturúrsigldir í niður­flyt­ ingar­stríðnum. Havnarmenn spældu við eld í Trongisvági TB málverjin bjargaði fleiri ferðir heilt væl, og spenn­ing­ur­ in helt sær alla tíðina, hóast HB var greitt omaná. Einasta málið skoraði HB miðvallarin Dan í Soylu, tá ið hann í 12. minutti og eftir gott álop og fríspæling inn um verjuna frá Øssuri Dalbúð sendi bóltin í handara síðunetið. HB hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini í fyrra hálv­ leiki, og í seinna hálvleiki var yvirvágin uppaftur størri. Hetta ber nógvar spent­ar støður og fleiri góðar mál­møgu­ leikar við sær. TB málverjin Meinhardt P. Joen­sen var ein brandur, og HB álops­ spælararnir vóru ikki altíð so neyvir. TB misti vongverjan í høgru, Jens Erik Bruhn, sum sá gula kortið fyri aðru ferð í 65. minutti. René S. Joensen varð fluttur í vinstru álopsódn hjá HB, har hann í økinum, sum lá opið eftir útvísingina, hevði góðar fyritreytir at saman­ spæla við væl upplagda fram­ rættaða vongverjan Daniel Johansen. Hóast TB var undirmannað, so var tað spenningur til síðsta bríksl. TB royndi at spenna álops­bogan, Dánjal Godtfred og John Villi Wøldike Leo vóru raskir á miðvøllinum, men tað eydnaðist ikki at fáa størri møguleika enn onkra eitt sindur spenta støðu, eftir okkurt horna og fríspark. Sigurin ber við sær, at HB hevur 18 stig fyri seks dystir, og at TB framvegis hevur eitt stig fyri seks dystir. Í sjeynda umfari fær HB vitjan av Skála, og TB fær vitjan av ÍF. Áki fekk sínar fyrstu minuttir fyri HB Áka Debes Samuelsen er triði ungi spælarin, sum fær debut á besta liðnum í hesum kapp­ ingar­árinum. -Tá tað restaðu sjey minutt­ir, vísti Jens Berthel Askou yvir­ skot og álit, tá hann setti 16 ára gamla Áka Debes Samuelsen á vøllin, sum harvið fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum. Áki er sonur fyrrverandi málrevin, Eyðun Samuelsen, so evnini hevur hann ikki frá ongum, skrivar HB.fo. Undan honum eru Dánjal Regins­son og Ási Dam komnir á vøllin. Tað gjørdu teir fyri fyrstu ferð í 5-0 sigrinum á AB á Argjum. Jens Berthel Askou, venjari hjá HB, hevur viðgingið at hópurin er smalur í løtuni og at tað er ein møguleiki at hjálparvenjarin, Kevin Schindl­ er, verður at síggja í hópinum í fram­tíðini. ÍF rennur undan botninum Heima í Fuglafirði megnaði ÍF annan dystin á rað at skaffa sær trý stig. Hesaferð gjørdist tað til ein 4-2-sigur á AB, og tað var Jan Ó. Ellingsgaard, sum vísti vegin við einum hattrikki. -Vit eru nøgdir við summi ting, men onnur ting eru vit ónøgdir við. Alt í alt haldi eg vit eru betri enn AB. Tað er 2-2 í hálv­leikinum, men vit fegnast um at vinna seinna hálvleik 2-0, sigur Hans Jørgen Djurhuus, venjari hjá ÍF. Venjari hjá AB, Símun Samuel­sen, er ónøgdur við sein­na hálvleik, men tó nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki, har gestirnir av Argjum høvdu møgu­leik­ar til meir. Stóð nógv á sundalagsmonnum EB/Streymur tvífaldaði stiga­ kontuna, tá ið teir heima við Margáir vunnu ein tepran 1-0-sigur á Skála, sum fram­ vegis hevur fyrsta sigurin til góðar. EB/Streymur er nú farið frá trimum upp á seks stig. Heimaliðið fekk fleiri gul kort seinastu løtuna, men Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/ Streymi, heldur at liðið hevði tamarhald á støðuni. -Tað stendur sjálvandi eitt sindur á, men eg haldi at spælararnir halda kon­sentra­ tiónina seinastu løtuna. Skála fær ein møguleika til seinast, sum fer við síðuna av. Tað er tann møguleikin teir fáa, og so er liðugt, sigur Jákup Martin Joen­sen. Bill M. Jacobsen var ikki ónøgdur við avrikið, men ásan­ nar at tað er í slíkum dystum at Skála skal fáa stig. Víkingur meldaði til aftur Fimti og síðsti dysturin í 6. um­ fari í Betrideildini hjá monnum varð spældur í Sarpugerði sunnu­ kvøldið, har Víkingur hevði vitjan av B36. Talan gjørdist um ein mál­ ríkan dyst, har serliga nýggi maðurin í Víkinga-upp­still­ ingini, Andreas Lava Olsen, var eyðsýndur og gav trilvandi B36- Betri deildin menn støðan # LIÐ D V J T MF MÍ MM STIG 1 HB 6 6 0 0 17 3 14 18 2 NSÍ 6 4 1 1 16 3 13 13 3 KÍ 6 4 1 1 16 5 11 13 4 B36 6 4 0 2 18 11 7 12 5 Víkingur 6 3 2 1 10 7 3 11 6 ÍF 6 3 0 3 10 16 -6 9 7 EB/S 6 2 0 4 4 9 -5 6 8 AB 6 0 2 4 3 19 -16 2 9 TB 6 0 1 5 3 11 -8 1 10 SKÁLA 6 0 1 5 6 19 -13 1 Betri deildin menn 6. umfar: Betri deildin menn: Sunnudagurin gjørdist dagur í viku hjá HB. Eftir 1-0 sigurin á TB leygardagin, kundu havnarmenn sita afturá og hyggja, meðan avbjóðarnir spentu bein fyri hvørjum øðrum. Í botnstríðnum er ÍF farið frá hinum, meðan Skála, AB og TB síggja illa út DAGUR Í DAGUR Í VIKU VIKU HJÁ HB HJÁ HB