týsdagur 9. juni 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
10. JUNI 2020 · NR. 45
Sosialurin
2
Ferðast
Vilmund Jacobsen
Tað er ikki bara kring um
í Føroyum, at summarið
í ár helst verið munandi
øðrvísi, enn tað annars
hevði verið, um korona-
farsóttin ikki kom sum
eitt skot og broytti alt.
Soleiðis verður eisini
í høvuðsstaðnum, har
ein stórur partur av út
lendsku ferðafólkunum
plagdu at savnast.
Flestu
ferðamanna
skip, sum skuldu koma
til landið í summar, eru
avlýst - ella skotin út til
einaferð seinni.
Sjóvegis ferðslan hev
ur at kalla ligið lamin, og
flogferðslan hevur koyrt
á lægsta blussi.
Øðrvísi summar
Broyttu
umstøðurnar
merkjast soleiðis eisini
hjá Visit Tórshavn, har
summarið á nógvan hátt
verður øðrvísi.
-
Onnur
ár
hevur
kampingplássið Yviri við
Strond at kalla verið fult
av útlendskum ferðafólki,
bæði í mai, juni og juli,
men í summar er tað
mesta avlýst.
Beinta
Joensen
hjá
Visit Tórshavn ásannar,
at hetta verður eitt øðr
vísi summar við øðrvísi
avbjóðingum
og
upp
gávum hjá kunningar
stovuni.
- Men, síðan løgmaður
á tíðindafundi herfyri
boðaði frá, at Føroyar í
ávísan mun nú fara at
lata upp aftur fyri út
lendskum ferðafólki hin
15. juni, har krøv ikki
longur verða um sóttar
hald í Føroyum, er okkurt
hent.
Hon vísir á, at bara
fyrrapartin í gjár fekk
Visit Tórshavn einar 10
teldupostar frá útlend
ingum - serliga dønum
og týskarum - sum spyrja
seg fyri um eitt nú leigu
og kampingmøguleikar.
- Hetta merkir tó ikki,
at summarið ikki verið
nógv øðrvísi enn tað
annars hevði verið. Okk
urt bendir tó á, at nøkur
útlendsk ferðafólk fram
vegis droyma um eina
ferð til Føroya.
Beinta Joensen sigur,
at Visit Tórshavn hevur
fingið nógvar avlýsingar
og broytingar av bílegg
ingum,
har
ferðafólk
vóna, at tingini fara at
laða seg soleiðis, at tey
kunnu koma til Føroya
seinni í summar.
- Men, tað er eisini ein
partur sum sigur, at vit
síggjast næsta ár, leggur
hon aftrat.
Tað plagdi at vera eitt
rættiligt lív í høvuðsstað
num, tá ferðamannaskip
ini komu.
-
Sjálvandi
er
tað
ein missur fyri eitt nú
flutnings-, matstovu-og
handilsvinnuna, at hesi
skip ikki koma í summ
ar,
men
hetta
gevur
okkum eisini møguleikar
at hugsa kreativt og ný
skapandi, sigur hon.
Summarátøk
Beinta
Joensen
sigur,
at tey í Visit Tórshavn
arbeiða
við
nógvum
ymiskum hugskotum um
summarátøk, sum tey
fara at boða frá, tá hesi
eru komin upp á pláss.
- Vit hava ein hóp av
hugskotum um smærri
familjutiltøk ymsastaðni
í
høvuðsstaðnum,
og
eitt av hugskotunum er
at grilla og kanska hava
onkrar smærri familju
kappingar á kampingøki
num Yviri við Strond.
Hon sigur, at tey á Visit
Tórshavn nú hava ein
annan ”hatt” á høvdinum,
har hugsað verður um
føroysk ferðafólk, og hvat
høvuðsstaðurin
kann
bjóða føroyskum familj
um, sum hava hug at leita
sær av bygd og til Havnar.
- Vit vilja hava før
oyingar at ferðast til
Havnar, bæði børn og
vaksin, og vit fara í næst
um at siga frá ymiskum
møguleikum
í
hesum
sambandi.
Beinta Joensen vísir á,
at bæði á gastronomiska
økinum og mentanarliga
økinum hevur høvuðs
staðurin nógv at bjóða.
-
Okkara
uppgáva
verður at seta sama nøk
ur summarátøk, sum kun
nu draga nógvar føroysk
ar familjur til Havnar,
leggur hon aftrat.
Gistingarmøguleikar
Havnin eigur tey nógvu
hotellini, men í høvuðs
staðnum og í Streym
oynni sum heild eru eisini
summarhús og íbúðir,
sum kunnu leigast til
familjutúrar,
og
Visit
Tórshavn umsitir fleiri
av hesum.
- Nú útlendsk ferðafólk
ikki fylla kampingplássið
Yviri við Strond, er kamp
ingøkið her eisini eitt
frálíkt høvi til gisting,
antin í kampingvogni
ella tjaldi. Her er pláss
fyri umleið 35 vognum
og kanska 40 tjøldum - tó
við tí fyrivarni, at øllum
framvegis verður mælt
til at taka atlit.
Húsið við kamping
plássið Yviri við Strond
hevur allar hentleikar, og
her er bæði køkur, vaski
maskina, turkitrumla og
uppihaldsstova umframt
fleiri wc’ir og brúsur.
- Fólk eru altíð hjarta
liga vælkomin at venda
sær til Visit Tórshavn,
sigur Beinta Joensen.
Visit Tórshavn
Visit Tórshavn
fer at skipa fyri
summarátøkum
- Vit hava ein hóp av hugskotum um smærri familjutiltøk og summarátøk ymsastaðni
í høvuðsstaðnum, og eitt av hugskotunum er at grilla og kanska hava onkrar smærri
familjukappingar á kampingøkinum Yviri við Strond, sigur Beinta Joensen hjá Visit Tórshavn