týsdagur 9. juni 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
10. JUNI 2020 · NR. 45
Sosialurin
4
Ferðast
VISIT TÓRSHAVN
Niels Finsens gøta 17 - P.O. Boks 379 - FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 30 24 25 - torsinfo@torshavn.fo
www.visittorshavn.fo
UPPLATINGARTÍÐIR: 1. MEI – 31. AUGUST:
Mánadag – Fríggjadag:
08.00-17.30
Leygardag:
09.00-16.00
Sunnudagar í juli:
11.00-15.00
1 SEPTEMBER – 30. APRÍL:
Mánadag – Fríggjadag:
09.00-17.00
Leygardag:
10.00-16.00
SERLIGAR UPPLATINGARTÍÐIR:
28. Juli Ólavsøkuaftan:
10.00-14.00
29. Juli Ólavsøkudag:
09.00-12.00
GISTINGARMØGULEIKAR:
Hotel Føroyar
Hotel Hafnia
Hotel Brandan
Hotel Hilton Garden Inn
Hotel Tórshavn
Hotel Havn
Hotel Streym
Havgrím Seaside Hotel
Frítíðarhús (spyr Visit Tórshavn)
Bed & Breakfast (spyr Visit Tórshavn)
MATSTOVUR:
Angus Steakhouse
Áarstova
Barbara
Bitin
Bowlinghøllin
Etika
Fútastovan
Haps burgarabarr
Hvonn
Katrina Christiansen
Koks
Pizza 67
Restaurant Hafnia
Ræst
Seven
Skeiva Pakkhús
Suppugarðurin
The Tarv
Toscana
KAMPINGPLÁSS:
Tórshavn Kamping
Yviri við Strond 22 - 100 Tórshavn
Bílegging á booking.com ella torsinfo@torshavn.fo.
Opið er 1. apríl – 18. oktober
Vitjunarverd støð:
Høvuðsstaðurin
hevur
nógv at bjóða uppá, og
nógv støð eru eina vitjan
verd. Ein túrur út í Tinga
nes er altíð hugnaligur.
At ganga millum smáu,
gomlu húsini úti á Reyni
er ein serlig uppliving.
Viðarlundin
ella
Plantasjan, sum havnar
fólk kalla hana, hevur
eisini sín heilt serliga
dám. Og so eru eisi
ni smáar oasur so sum
Kongaminni ella Svarti
fossur, har man kann
sleppa eitt sindur burtur
úr stórbýarmeldrinum í
Havn.
Tað ber eisini til at
fara
ein
biltúr
eftir
oyggjarvegnum. Steðga
á
við
Norðadalsskarð
og njót vakra útsýni
yvir Norðadal og Koltur.
Koyrir tú nakað víðari
kemur tú framvið gomlu
marinustøðini
og
eini
tveir kilometrar seinni,
er ein vegur niðan til
vinstru.
Hann
leiður
niðan á parkeringsplássið
við Sornfelli, og har er eitt
ótrúliga vakurt útsýni út
yvir allar oyggjarnar.
Søgulig støð:
Tað finnast fleiri søgulig
støð umframt ymisk søvn
í
høvuðsstaðarøkinum.
Tjóðsavnið hevur sína
framsýning í Brekkutúni
í Hoyvík, Listasavnið er
í Gundadali, og so eru
onnur søgulig støð so
sum Skansin og Kirkjubø
múrurin verd eina vitjan.
Man kann eisini leita
sær oman í Kúrdal ella
gomlu Hoyvíkina og vitja
Hoyvíksgarð,
sum
er
partur av Tjóðsavninum.
Har er nógv forkunnugt
at síggja, umframt at um
hvørvið er serstakliga
vakurt.
Gongutúrar:
Tað finnast nógvir møgu
leikar fyri gongutúrum í
høvuðsstaðarøkinum.
Ein av teimum løttu túr
unum er túrurin eftir
rossagøtuni við Hotel
Føroyar,
sum
nógvir
havnaborgarar
ganga
fleiri ferðir um vikuna.
Ein annar lættur túrur
er niðan á Kongavarða.
Tá er lættast at seta bilin
við skúlan á Argjahamri,
og so er ikki so langt
niðan til varðarnar.
Túrurin um Kirkju
børeyn til Kirkjubøar er
eisini ein lættur og vak
ur túrur. Gøtan gong
ur frá Sandágøtu við
Velbastaðvegin um reyn
ið, og so kemur niðan á
landsvegin aftur beint
við
bygdarskeltið
til
Kirkjubøar.
Aðrir góðir túrar í
Suðurstreymoy er eitt
nú túrin fyri vestan, sum
reiðfólk mangan fara á
rossabaki, ella túrurin
til miðdepil Føroya, sum
nærheindis Kaldbak.
Møguleikarnir
eru
nógvir, og hjá Visit Tórs
havn standa tey klár at
koma við hugskotum og
ráðum, áðrenn farið verð
ur til gongu.
Skipaðar útferðir:
Umframt teir túrar sum
fólk hvør sær kunnu
gera, skipar Visit Tórs
havn saman við lokalum
veitarum
eisini
fyri
ymiskum
túrum
við
ferðaleiðara.
Millum
annað er sera væl umtókt
at fara bátatúrar út í
Heyst ella út til Nólsoyar.
Føroyingar kunnu eins
væl og útlendingar gera
sær dælt av hesum møgu
leika at royna skipaðar
útferðir, og um man
hevur ynski um at gera
ein túr sjálvur við ferða
leiðara, so er hetta eisini
ein møguleiki, sum Visit
Tórshavn kann hjálpa
við.
Visit Tórshavn
Upplivingar