Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 10. JUNI 2020 · NR. 45 Sosialurin 6 Ferðast Vilmund Jacobsen Marjun Niclasen er leiðari á Kunningarstovuni hjá Runa­víkar kommunu, og her hevur hon starvast í trý ár. Av tiltøkum, sum liggja fyri framman í kom­mun­ uni, er eitt nú mentanar­ vikan, sum skuldi vera í apríl í ár, men sum nú verður í august ístaðin. Eitt annað tiltak, sum eisi­ ni liggur fyri framman og sum plagar at hava stóra undirtøku í økinum, er laksa­torgið, sum verður hin 25. juli. Stórur eftirspurningur Leiðarin á Kunn­ingar­ stovuni vísir á, at tað er stór­ur eftirspurningur eftir summarhúsum í Eyst­ur­oy, og tað eru ser­ liga føroyingar, sum í ár spyrja eftir húsunum. - Jú, vit merkja ein stóran eftirspurning. Vit umsita nøkur summar­ hús kring um í økinum, og vit hava eisini ein Airbnb- profil við summarhúsum, sum vit leiga út tann vegin, og her kunnu fólk bóka seg inn sjálvi. Marjun Niclasen sigur, at tey saktans kundu havt fleiri summarhús til leigu, tí eftirspurningurin er so mikið stórur. - Vit bjóða teimum, sum leiga út summarhús gjøgnum okkum, at tey eisini kunnu verða við á Air­bnb, og so umsita vit hús­ini fyri viðskiftafólk, har vit taka okkum av øll­u­m samskifti. Okkara mál er generelt at bjóða út gisting í Eysturoy, sig­ ur hon. Ávísar bygdir Leiðarin á Kunn­ingar­ stovu­ni í Saltangará vísir á, at tað serliga eru ávísar bygdir í Eysturoy, sum eru meira eftirspurdar til summ­ar­húsleigu enn aðrar. - Tað skerst ikki burtur, at stórur eftirspurningur er eftir summarhúsum við Gjógv og í Elduvík, har vit hava nøkur summar­hús til leigu. Onkur summarhús eru eisini í Oyndarfirði, men her leiga fólk út sjálvi ella um aðrar veitarar. Hon dylur ikki fyri, at fólk serliga vilja vitja í teim­um smáu perlunum í Eysturoy, og her er eisini rættiliga stórur eftir­spurningur eftir summar­húsum. - Tað er líka sum, at nakrar bygdir eru meira summar­húsbygdir - um eg so kann siga - enn aðrar. Áðrenn sum­mar­frí­ tíð­in byrjar, er vanligt, at eftir­spurn­ingur í fyrsta lagi er eftir viku­skiftis­ leigu, men sum tíðin gong­ur, verða dagarnir mitt í viku eisini bílagdir. Marjun Niclasen vísir á, at áhugin higartil í summ­ar serliga hevur víst seg at vera millum før­oy­ingar, sum vilja ferð­ast í egnum landi. - Tá útlendingar, sum koma til Føroya, leiga seg inn í summarhús, er mynstrið øðrvísi, tí útlendingar steðga gjarna í Føroyum í nakrar dag­ar, og tá er tað ikki bara í vikuskiftinum, legg­ur hon aftrat. Eisini útlendingar Marjun Niclasen sigur, at nú ávís sigling og flúgv­ ing verður tikin upp aftur frá 15. juni at rokna, og treytirnar fyri sóttarhaldi í Føroyum verða broyttar, vænta tey eisini nakrar útlendskar gestir í seinnu hálvu av summarinum og nakað út á heystið. - Hetta eru serliga út­ lendsk ferðafólk, sum hava bílagt ferðir í august og september, men tað er eisini onkur, sum hevur ringt nú um dag­arnar og hevur spurt seg fyri um møguleikar fyri gist­ing. Soleiðis eru fyri­spurn­ ingar bæði frá fólki, sum hava ætlað sær til Føroya seinni í summar og í heyst, men eisini onkur spild­ur­nýggjur fyri­ spurn­ingur. Kunningarleiðarin sig­ur, at tey upplýsa um støðu­na í Føroyum og veg­leiða, tá ferðafólk spyrja. Binda um heilan fingur Higartil eru tað serliga føroyingar, sum hava víst stóran áhuga fyri ferðing og gisting í Eysturoy. Hetta kemst helst av, at tey eru mong, sum longu hava tikið avgerðina um, at í ár verður ferðast í Føroyum. - Hóast broytingar koma 15. juni, hugsi eg, at tey verða mong, sum í ár velja at binda um heilan fingur og bara halda seg heima í Føroyum, sigur hon. Marjun Niclasen held­ ur eisini, at átakið hjá Visit Faroe Island um at ferðast í egnum landi í summ­ar hevur havt sína ávikan. - Vit royna at stuðla undir teir veitarar, vit hava í Eysturoy, og vit gera okkara fyri at mark­ nað­arføra teir møgu­ leikar, ið eru. Eg haldi, at samstarvið í ferða­ vinnu­høpi í Eystur­ oy er gott, og soleiðis hevur Kunningarstovan í Saltangará eisini gott sam­starv við aðrar kunn­ ingar­stovur og veitarar kring um í Eysturoy. Marjun Niclasen sigur, at ferðafólk - bæði føroyingar og út­lend­ ingar - eru altíð væl­ kom­in at venda sær til visitrunavik.fo. Vakrar perlur Vakrar perlur í Eysturoy - Tað skerst ikki burtur, at stórur eftirspurningur er eftir summarhúsum kring um í bygdunum í Eysturoy. Fólk vilja serliga vitja smáu perlurnar, sum eitt nú Gjógv og Elduvík, sigur leiðarin á Kunningarstovuni í Saltangará Í Eysturoy eru nógvir ymiskir møguleikar, og fleiri av smáu bygdunum í oynni eru rættiligar perlur Marjun Niclasen, leiðari á Kunningarstovuni í Runavík