týsdagur 9. juni 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
10. JUNI 2020 · NR. 45
Sosialurin
12
Ferðast
Vilmund Jacobsen
Á Norðoya Kunningar
stovu í Klaksvík starvast
Jórun Høgnesen, og her
umsita tey nøkur av
summarhúsunum í Norð
oyggjum, men tað eru
eisini fleiri summarhús,
sum kunnu finnast um
Airbnb.
- Flestu summarhús,
sum vit umsita, eru á
Viðareiði.
Vit
umsita
eisini Gamlagarð í Svínoy,
sum kommunan eigur.
Upprunaliga skuldi hetta
vera eitt eldrasambýli.
Her eru átta kømur, men
pláss er fyri fleiri fólkum
við
eyka
uppreiðing.
Gamligarður er soleiðis
eitt gott høvi hjá størri
familjum ella bólkum,
tí vanliga ber til at leiga
fleiri kømur, um tørvur
er.
Serliga føroyingar
Men, Jórun Høgnesen
sigur, at í summar er
alt øðrvísi, enn tað hev
ur verið, tí nú vilja før
oyingar - í størru mun
enn áður - ferðast í
egnum landi, og hetta
hava tey so sanniliga
eisini merkt á Norðoya
Kunningarstovu,
har
eftirspurningurin
eftir
summarhúsum er rætti
liga stórur.
-
Eitt
nú
hevur
áhugin at leiga seg inn í
Gamlagarð í Svínoy verið
garrvillur, hóast lutfals
liga lítið er gjørt burtur
úr við at kunna um henda
møguleika.
Hon vísir á, at Norðoya
Kunningarstova
hevur
eingi summarhús til leigu
í Fugloy, men umframt
Gamlagarð, eru tvey onn
ur summarhús til leigu í
Svínoy.
- Hinvegin eru onkrir
ferðavinnuveitarar
í
Fugloy, og eitt nú hevur
borgarstjórin í oynni bed
& breakfast, umframt at
varaborgarstjórin plagar
at skipa fyri vælumtókta
tiltakinum, floksmanna
dagur.
Jórun Høgnesen vísir
á, at tað ivaleyst eru fleiri,
sum búgva í Klaksvík, ið
hava ættarbond bæði í
Svínoy og Fugloy, og tað
er ikki ókent, at hesi kun
nu leiga út til familju,
vinir og kenningar, tó at
tey ikki leiga út alment.
- Tað eru eisini familj
ur, sum eiga hús í Svínoy
og Fugloy, ið vitja út
aftur, tá løturnar eru,
leggur hon aftrat.
Leiðarin á Norðoya
Kunningarstovu ásannar,
at í ár eru tað føroyingar,
sum spyrja um leigu av
summarhúsum, og so
leiðis er eisini á Gamla
garði í Svínoy.
- Tað eru serliga før
oyingar, sum ætla sær til
Svínoyar í summar, legg
ur hon aftrat.
Jórun Høgnesen sigur,
at summarhúsini, sum
tey umsita á Viðareiði,
eru eisini nógv umbiðin,
men her er pláss eftir
mitt í viku í onkrum av
húsunum.
Túrur við Draganum
Veitarar í Norðoyggjum
bjóða ymiskar túrar til
gongu og til sjós, og mill
um
útbjóðararnar
er
eisini Dragin, ið annars
verður
brúktur
sum
skúlaskip.
- Við Draganum ber
til at gera siglitúrar og
fiskitúrar,
og
her
er
gjarna kokkur umborð,
sum bjóðar góða fiska
suppu. Tað eru serliga
útlendingar, sum hava
brúkt henda møguleika,
men nú korona hevur
herjað, hevur talið av út
lendingum í Føroyum
higartil
verið
fáment.
Spurningurin
er
so,
hvussu verður, nú treyt
irnar fyri at koma til
landið verða broyttar hin
15. juni.
Jórun Høgnesen held
ur, at Dragin er ein frá
líkur møguleiki hjá før
oyingum, sum ynskja at
sigla ella fiska.
- Vanliga ger skúla
skipið túrar fram við
standmyndini av kópa
konuni á Kalsoynni og fer
runt um Kallin. Millum
føroyingar er kópakonan
vorðin
ein
attraktión,
men útlendingar hava
ikki í sama mun lagt til
merkis, at vit nú eiga eina
kópakonu í Kalsoynni.
Men, tá útlendingar finna
út av hesum, vísa teir
henni eisini stóran áhuga
og vilja síggja frálíku
standmyndina, sigur hon.
Taka fyrivarni
Jórun Høgnesen væntar
at síggja útlendsk ferða
fólk seinni í summar, men
hon væntar ikki, at hetta
verður í sama mun, sum
tað annars hevði verið,
um heimurin ikki varð
raktur av korona.
- Í løtuni er eingin
smitta í Føroyum, men
teir
útlendingar,
sum
fara at koma til landið,
vita eisini, at her koma
onnur enn tey sjálvi. Tí
skil er hugsandi, at talið
av útlendingum verður
minni, enn tað annars
hevði verið. Fólk eru jú
ikki púrasta trygg við
umstøðurnar, tó at vit
í Føroyum í løtuni eru
smittufrí.
Jórun Høgnesen vísir
á, at summi, sum ringja,
spyrja, hvussu vorðið er
og tykjast ógvuliga varin,
meðan onnur slett ikki
taka korona upp á tungu.
- Jú, vit vænta eitt
ávíst tal av útlendskum
ferðafólkum, sum tíðin
gongur, men vit vænta
ikki, at árið í ár fer at
líkjast undanfarnu árum.
Hinvegin kunnu vit øll
fegnast um, at hetta
verður eitt summar, har
føroyingar í størri mun
enn áður fara at ferð
ast í egnum landi, sigur
leiðarin á Norðoya Kunn
ingarstovu.
Tað er stórur áhugi
Tað er stórur áhugi
fyri Norðoyggjum
- Eg vænti at síggja útlendsk ferðafólk í Føroyum seinni í summar, men eg vænti ikki, at hetta
verður í sama mun sum áður. Í løtuni er eingin smitta í Føroyum, men teir útlendingar, sum koma
higar, vita eisini, at her koma onnur enn tey sjálvi, sigur leiðarin á Norðoya Kunningarstovu
Dragin er eitt gott
høvi til ein frálíkan
sigli-ella fiskitúr
Jórun Høgnesen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu