týsdagur 9. juni 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
10. JUNI 2020 · NR. 45
Sosialurin
14
Ferðast
VISIT NORÐOY
Biskupsstøðgøta 9 - 700 Klaksvík
Tlf. 456939 - info@klaksvik.fo
UPPLATINGARTÍÐIR:
MAI TIL AUGUST ER OPIÐ:
Mánadag til fríggjadag
09.00 – 17.00
JUNI TIL AUGUST ER EISINI OPIÐ:
Leygardag
10.00 – 14.00
SEPTEMBER TIL APRÍL ER OPIÐ:
Mánadag til fríggjadag
09.00 – 16.00
GISTINGARMØGULEIKAR:
Hotel Norð, Viðareiði
Hotel Klaksvík
Frítíðarhús (Spyr Visit Norðoy)
Bed & Breakfast (Spyr Visit Norðoy)
MATARSTØÐ:
Amarant, Klaksvík
Big Stan, Klaksvík
Cafe Fríða, Klaksvík
Cafe Old School, Hvannasund
Restaurant Gepetto, Klaksvík
Restaurant Biskupsstøðgarðurin, Klaksvík
Hjá Frank, Klaksvík
Hotel Klaksvík
Jacqson, Klaksvík
LaFiesta Pizzaria, Klaksvík
Angus Steakhouse, Klaksvík
Roykstovan, Klaksvík
KAMPINGPLÁSS:
Mikladalur (Spyr Visit Norðoy)
Svínoy (bara tjøld – spyr Visit Norðoy)
Vitjunarverd støð:
Tað munnu vera fá øki
í landinum, sum hava
so nógv at bjóða, sum
Norðoyggjar hava. Far til
dømis ein túr út í Kals
oynna við Sam.
Við Sam fært tú sum
ferðafólk ein vakran túr
út í eina av føroya mest
sermerktu
oyggjum.
Sam leggur at á Syðra
dali, og til ber at koyra
við bussi úr enda í annan
frá Syðradali til Trølla
nesar. Vert er at steðga á
í Mikladali, har stórsligna
standmyndin av Kópa
konuni stendur á helluni.Í
Trøllanesi kanst tú njóta
eina løtu í gróðrarmikla
grøna dalinum og vitja
Mikkjalssmiðju. Smiðjan
ber heitið economusée,
og her ber til at kunna
seg um føroysku smiðju
søguna og jarnsmíð sum
siðbundið handverk.
Ein túrur til Kunoyar
kann eisini viðmælast.
Fjøllini á Kunoy eru ímill
um 444 og 830 metrar
høg, og við hesum er Kun
oyggin samanlagt Føroya
hægsta
oyggj.
Bygdin
Kunoy, ið ber sama navn
sum oyggin, er avbera
náttúruvøkur.
Norðanfyri sæst Kals
oyggin, og tú kanst vera
heppin at uppliva sól
setur, sum prýðir alt
lendið við gyltum litum.
Viðarlundin er enn ein
orsøk at vitja bygdina, og
harafturat er ein gomul
mylna, ið enn verður nýtt
av og á.
Í Klaksvík eru eisini
fleiri støð, ið eru verd
eina vitjan, og her er eitt
gott ráð at støkka inn á
gólvið hjá Visit Norðoy,
sum kann koma við góð
um ráðum.
Søgulig støð:
Eitt søguligt stað í Norð
oyggjum er prestagarður
in í Ónagerði á Viðareiði,
sum
varð
bygdur
í
1853-64 og var eitt skifti
heimstaður hjá Bente
Christine Broberg, ið er
søguliga kvinnan undir
skaldsøguni Barbaru eftir
Jørgen-Frantz Jacobsen
rithøvund. Filmur um
Barbaru, ið Nils Malm
ros leikstjórnaði, kom
út í 1997. Tað sigst, at
Beinta gongur aftur í
prestagarðinum í Óna
gerði.
Christianskirkjan
í
Klaksvík er ein ómeta
liga vøkur kirkja, sum
hevur eitt nokk so óvan
ligt snið í mun til aðrar
føroyskar kirkjur. Risa
stóra altartalvan, sum
avmyndar stóru kvøldar
máltíðina, bleiv málað av
danska listamálaranum
Joakim
Skovgaard
til
dómkirkjuna í Viborg í
1901, men í 1963 kom hon
upp at hanga í Christians
kirkjuni í Klaksvík, tá ið
kirkjan varð bygd.
Gongutúrar:
Í
Norðoyggjum
finst
nakað av tí mest stór
slignu
náttúru,
sum
vit eiga í Føroyum. Tí
kunnu
gongutúrar
í
Norðoyggjum
eisini
vera nakrar sera stórar
náttúruupplivingar.
Bæði lættir og meiri
truplir túrar eru at ganga
í Norðoyggjum, og er man
í iva, so er altíð best at
ráðføra seg við staðkend
fólk um, hvar gott er at
ganga.
Ein
væl
umtóktur
gongutúrur er túrurin
niðan á Háls og Klakk,
har man hevur eitt frálíkt
útsýni út yvir Klaksvík
ina, Kunoynna og Kals
oynna.
Skipaðar útferðir:
Umframt teir túrar sum
fólk hvør sær kunnu
gera, skipar Visit Norðoy
saman
við
lokalum
veitarum
eisini
fyri
ymiskum
túrum
við
ferðaleiðara.
Millum
annað er sera væl umtókt
at fara bátatúrar kring
oyggjarnar ella ganga ein
túr út til Enniberg.
Føroyingar
kunnu
eins væl og útlendingar
gera sær dælt av hesum
møguleika at royna skip
aðar útferðir, og um man
hevur ynski um at gera
ein túr sjálvur við ferða
leiðara, so er hetta eisini
ein møguleiki, sum Visit
Norðoy kann hjálpa við.
Visit Norðoy
Upplivingar