Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 10. JUNI 2020 · NR. 45 Sosialurin 16 Ferðast Vilmund Jacobsen Rasmus S. Biskopstø er nýggjur í starvinum sum leiðari á Kunn­ ingar­stovuni á Tvøroyri. Hann kemur at røkja starvið fyribils í eitt ár, nú verandi leiðari, Sólfríð Bech, er í farloyvi. Hann er klaksvíkingur og hevur eina kandidatútbúgving innan geografi og sosial­ vísind frá Roskilde Uni­ versi­teti. Umframt at hava ar­ beitt nakað í Klaksvík, hevur hann eisini í eina tíð verið í starvi á býar­ skipan­ar­deildini hjá Tórs­ havnar kommunu, har hann eitt nú hevði við Visit Tórshavn at gera í sam­band við lendisgøtur og tiltakið, Vetrarljós. Felags heimasíðu Rasmus S. Biskopstø vísir á, at í Suðuroy eru tvær kunningarstovur, ávika­vist á Tvøroyri og í Vági, og hesar taka sær hvør sær av sam­skifi og samskipan í nær­um­ hvørvinum, men oyggin hevur eisini eina felags heima­síðu, visitsuduroy. fo - Heimasíðan er upp­ lýs­andi, og her er dentur í fyrsta lagi lagdur á út­lendsk ferðafólk, tá megin­parturin av kunn­ ingini er skrivað á enskum máli og lutfalsliga lítið á før­oyskum. Hann sigur, at her er ymiskt um veitarar og møgu­leikar í Suðuroy, og her er ymiskt søguligt tilfar um oynna. Rasmus S. Biskop­s­ tø vísir á, at Kunn­ingar­ stovan á Tvøroyri hevur sam­skifti við veitarar í nær­umhvørvinum, og her er uppgávan eitt nú sam­skipan og vegleiðing eftir tørvi. Tvøroyrar kommuna hevur gjøgnum árið eisini nøkur tiltøk, sum Kunn­ ingar­stovan sam­skipar. Sæð í bakspeglinum, nú Føroyar eins og heim­ urin allur varð raktur av korona-kreppuni, og vænt­andi er, at før­oy­ ing­ar í størri mun enn áður fara at ferðast í egn­um landi í summar. Tískil kundi heimasíðan - visitsuduroy.fo - kanska havt meira á føroyskum. - Men, hetta er ein ser­støk støða, sum kom púrasta óvæntað á okkum øll, og vit fara eisini sum frá líður at gera meira burtur úr tí føroyska partinum á heimasíðuni, sigur Ras­ mus S. Biskopstø. Fleiri føroyingar Kunningarstovan á Tvøroyri umsitir nøk­ur summarhús í nær­um­ hvørvinum, og kunn­ ingar­leiðarin sigur, at her hevur verið stórur eftir­ spurningur, serliga til leigu um vikuskiftini, og tað eru í fyrsta lagi før­ oyingar, sum vilja leiga húsini. - Umframt summar­ hús­ini, sum vit umsita, verða eisini hús leigað út í økinum gjøgnum Air­bnb. Haraftrat eru nøk­ur, sum eiga hús her í øki­num, men sum búgva aðra­ staðni. Hetta eru fólk, sum antin koma suð­ur sjálvi at vitja - ella leiga onkrum, tey kenna, hús­ ini í nakrar dagar. Á Tvøroyri er eisini hotellið, og í Øravík er gisti­ngarhúsið, sum nýggi eigarin hevur sett í stand. - Suðuroy hevur síni frá­brigdi, og her er vøkur og serstøk náttúra, og her er eisini nógv søga. Vit eru her, og øll eru hjartaliga vælkomin at vitja okkum í Suðuroy, sigur Rasmus S. Biskopstø. Eisini útlendingar Leiðarin á Kunn­ingar­ stovu­ni á Tvøroyri sigur, at nú latið verður upp aftur fyri ávísari sigling og flúgving til Føroya í samband við broyttu treyt­irnar, sum verða gald­andi frá 15. juni at rokna, er eisini væntandi, at nøkur fleiri útlendsk ferða­fólk koma heim til Føroya at ferðast. - Vit mugu tískil eisi­ ni verða til reiðar at taka ímóti útlendskum ferða­ fólki her í Suðuroy, og her kemur okkara felags heimasíða væl við. Her verður greitt frá Suður­ oynni í breiðum høpi, og her verður víst á nógvar møguleikar hjá út­lendskum ferðafólki - og eisini føroyingum - í Suður­oy, sigur Rasmus S. Biskopstø. Vit eru her og øll eru hjartaliga vælkomin - Vit hava samskifti við veitarar í nærumhvørvinum, og uppgávan hjá okkum er samskipan og vegleiðing eftir tørvi, sigur leiðarin á Kunningarstovuni á Tvøroyri - Vit eru her, og øll eru hjartaliga vælkomin at vitja okkum í Suðuroy, sigur Rasmus S. Biskopstø á Kunningarstovuni á Tvøroyri Suðuroy hevur síni frábrigdi, og her er vøkur og serstøk náttúra, og her er eisini nógv søga