Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-09, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2020síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 10. JUNI 2020 · NR. 45 Sosialurin 19 Ferðast KUNNINGARSTOVAN Í FUGLAFIRÐI Tel +298 238015 / visit@fuglafjordur.fo / visiteysturoy.fo / fuglafjordur.fo FUGLAFJARÐAR KOMMUNA Fuglafjørður – hugni, skapanargleði og hendingarík frítíð Lætt at koma til, ringt at fara frá Her verður dyppað um morgnarnar, og góðveðurs- dagar síggjast gummibátar og kajakkir damla fram við landinum. Kappróðrar- bátar rógva fjørðin, meðan vatnskutarar og stuttleika- bátar stima inn og út og onkur kanska roynir seg á vatnskí. Barnafamiljurnar dáma væl at hugna sær á sand- inum og henta skeljar, damla í gummibáti ella spæla í ánni, og eisini í hyl- inum uppi við fossin undir Blábjørgum. Gamli svimji- hylurin í Skarðsá, beint við vøllin, er nógv brúktur til spæl í tunnubátum. Herfrá kanst tú ganga ein túr niðan á Skarð og Altarið við frá- líka útsýninum, og víðari til hugnaligu Hellurnar. Á kunningarstovuni ber til at leiga eina kassasúkklu, so- kallaðu Fuffarasúkkluna, at súkkla runt í býnum við – antin við vøru ella smærri børnum. Ymiskir gistingar- møguleikar eru eisini – ein fjallasmátta, íbúðir og fitt- lig hús. Føroysk framleiðsla Føroysk framleiðsla og rá- vøra eru høgt í metum her. Á matstovuni Muntra er føroyskur fiskur ein av hornasteinunum. Tveir hugnaligir nýggir handlar lótu upp í vetur: Noðastova, sum selur føroyskt og út- lendskt tógv, hevur eisini framúrskarandi føroyskan ís til keyps. Fjord selur føroyska grafiska list og skræðulampur, umframt gómagóða sjokolátu aftur við lokala Jura kaffinum. Í grønu miðstaðarlund- ini mitt í býnum er gott útsýni yvir bátahylin og fjørðin. Her liggur Hjall- urin, ein pop-up útikafé, sum fyrst og fremst er opin í vikuskiftunum, men eisi- ni serligar góðveðursdagar. Her ber til at hugna sær uttandura, meðan børn- ini spæla frítt. Stutt er til góðu matstovuhandlarnar og klædnahandlarnar, og um kvøldið ber til at eta á Muntra, í Pitsa 530 ella at fara á Patrick’s. Upplivingar & mentan Í Fuglafirði hevur ment- anin góð kor, bæði við konsertum og ymiskum tiltøkum inni í Mentanar- húsinum, ella til hugnaløtur, skeið og framsýningar inni í Piddasahandli og Ribar- húsi, har heimlig kaffistova letur upp seinni í summar. Í summar er Ribarhús kjarnin í ymiskum uppliv- ingarpakkum. Dagsskeið vera hildin her í ymiskum bindi- og hekkliteknikkum, eins og kreativar løtur vera fyri børnini, har tey kunnu mála á steinar og træsprek. Í Ribarhúsi er altíð okkurt spennandi at síggja við list á veggunum og øðrvísi heimavirkaðum vørum á hillunum. Mentanarhúsið er eisini klárt til eitt virkið summar. Nakrir sunnudagar í summ- ar eru settir av til smyrji- breyð & troubadourar, og onkur matstroyming ver- ur afturat. Harafturat er ymiskt annað spennandi í stoypiskeiðini – fylg við á mh.fo. Fyrsta vikuskifti í sep- tember eru Mentanardagar á skránni við fleiri spenn- andi konsertum, kassabil- um, regnskjólagøtuni og øðrum stuttligum tiltøkum. Jú, her er nógv gott í væntu til eitt fjølbroytt summar í Fuglafirði. Dragandi perlan Við væl varda fjørðin, millum sjey fjallatindar, liggur litríki Fuglafjørður, sum um summarið er sum ein heitur pottur.