Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-09, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. juni 2020síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 10. JUNI 2020 · NR. 45 Sosialurin 22 Ferðast Terji Nielsen Tað er Sendistovan og Dekostovan, sum standa aftan fyri nýggju app­ina, sum hevur sín upp­runa í eyðkenda lítla býar­ kortinum, ið ferða­fólk hava fingið út­flýggj­að. Tað eru helst eini 10 ár síðani, eg vit gjørdu eitt kon­sept um eitt býarkort við hentum upplýsingum á. Eg havi ferðast nógv og víða, og aðrastaðnis hevur man sum vitjandi havt møguleika at fáa eitt lítið kort við hent­ um upplýsingum á, og seinnu árini hava hesi kort eisini verið til í tal­ gildari útgávu, greiðir Christian Nagata, stjóri á Sendistovuni frá. Hann helt, at ein slík loysn manglaði til vitj­ andi í Føroyum, og tí varð farið undir at gera eina pappírsloysn fyri eini 10 árum síðani. Ein loysn har man savnaði hentar upp­lýsingar um eitt stað á einum korti. Nógvir fyrimunir við talgildu útgávuni Seinni komu Visit Tórs­ havn og Tórshavnar Kom­mu­na eisini við í sam­starvið, og tað hevur rigg­að sera væl, og kortini, sum til dømis vísa, hvar søvn, matstovur, kunn­ ingar­stovur og annað er, hava verið sera væl mót­ tikin av ferðafólki, sigur Christian Nagata. Í eina tíð hevur man so arbeitt við hugskotinum um at gera eina app við einum býarkorti á, og so kundi knýtt aðrar hent­ leikar at hesum. Nú hava vit so víðkað tænastuna til eina tal­ gilda loysn, men tann prent­aða fæst framvegis. Men tað er einki at ivast í, at tann talgilda loysnin, sum hendan appin er, hevur nógv fleiri møgu­ leik­ar. Til dømis kanst tú fara inn at leita tær eftir eini matstovu, og tá ið tú hevur funnið røttu mat­ stovuna til tín tørv, so fer appin inn á Google Maps, so tú kann fáa rutu­veg­ leiðing, hvussu tú gongur ella koyrur til mat­ stovuna, greiðir stjórin á Sendi­stovuni frá. Tað vil siga, at ein slík app gevur fleiri val­møgu­ leikar, og hon hevur fleiri funktiónir, sum eitt van­ ligt prentað kort ikki kann geva brúkaranum. Hugsa grønt Hesi seinnu árini hava tað á hvørjum ári verið prent­ að umleið 40.000 býar­kort at býta út til ferða­fólk, men Christian Nagata sigur, at tað er eingin ivi um, at man við hes­um nýggju appini eisini roynir at hugsa grønt. Vit koyra eisini prent­ aða kortið út í ár, men tað er eingi at ivast í, at vit hugsa grønt, og at vit tí ímynda okkum, at um eitt til tvey ár verður ikki tørvur á eins nógvum prent­aðum kortum, sigur hann. Tað er frítt hjá øllum fyritøkum og stovnum í kommununi at leggja sín profil inn á appina. Vit vita, at hetta er ein kærkomin møguleiki hjá hesum at røkka sínum viðskiftafólki á tí talgilda pallinum, og tað er nakað, sum tey hava manglað, leggur hann afturat. Christian Nagata legg­ ur eisini afturat, at tað er vert at undirstrika, at hendan appin er ikki nakað, sum fer út at kappast við nakran ann­ an veitara ella nakra aðra loysn. Vit vilja bjóða hetta sum eina ókeypis tæn­ astu til ferðafólk, men tað er heldur einki, ið forðar fyri, at føroyingar fara at brúka appina, sigur hann at enda. terji@sosialurin.fo Alt um Havnina Alt um Havnina á eini app Eitt býarkort, upplýsingar um matarstøð, mentartiltøk og alt møguligt annað er nú savnað á eini app. Nýggja appin, Tórshavn City Map, er eitt nýbrot í føroyskum ferðavinnuhøpi