týsdagur 16. juni 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2020 · Nr. 47
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Vilja leingja skipan
við lønarískoyti til
lønmótttakararnar
Vinnunevndin hjá Løgtinginum skal finna eina loysn,
so partur av Hjálparpakka 1 kann halda fram
Árni Gregersen
Landstýrismaðurin við vinnu
málum, Helgi Abrahamseen,
hevur lagt eitt uppskot fyri
tingið, sum skal geva honum
heimild at leingja lønarískoytis
skipanina í sambandi við kor
ona.
Løgtingið gjørdi hesa lógina
í skundi í mars, tá ið korona
sjúkan byrjaði at herja. Skip
anin hevur til endamáls at
tryggja at fólk ikki verða søgd
úr starvi, orsaka av avleiðing
unum av korona, men at tey
kunnu fáa eitt lønarískoyri,
noyðist arbeiðsgevarin at senda
tey til hús.
Lógin er ein sonevnd sólset
urlóg. Tað vil siga, at hon hevur
eina dagfesting, har hon fer úr
gildi. Júst hendan lógin er sett
at fara úr gildi 30.juni. Tí er tað,
at landsstýrismaðurin biðjur
um heimild at leingja lógina til
21.august í ár.
Vilji at leingja lógina
Tá ið tingið hevði 1. viðgerð av
lógaruppskotinum kom tað
greitt til sjóndar, at bæði sam
gonga og andstøða eru sinnað
at leingja hesa lógina.
Christian Andreassen, for
maður í tingbólkinum hjá Fólka
flokkinum, vísti á, at enn vóru
Føroyar als ikki komnar upp í
ferð og tí er rættaast at geva
landsstýrismanninum heimild
til at leingja skipanina.
Tað sama søgdu fleiri onnur
tingfólk.
Trupulleikin er kortini, at
ein treyt í uppskotinum er, at
skal landsstýrismaðurin leingja
lógina, so skal stýrið fyri ALS
taka undir við tí.
Stýrið er spurt, men hevur
einmælt mælt frá, at skipanin
verður longd.
Stýrið fyri Arbeiðsloysis
skipanina er sannført um, at
tað var rætt at traðka til og
spenna trygdarnetið út undir
privata arbeiðsmarknaðin, tá
ið Føroyar eins og meginpart
urin av heiminum komu í eina
kreppu sum avleiðing av COV
ID-19.
Í tøttum samstarvi millum
landsstýrið og leiðsluna í Ar
beiðsloysisskipanini bleiv løn
arískoytisskipanin gjørd sum
ein partur av ALS-lógini.
Limirnir í stýrinum fyri
Arbeiðsloysisskipanina
um
boða
partarnar
á
arbeiðs
marknaðinum, og tær kunn
gerðarheimildirnar, sum lands-
stýrismaðurin hevur í ALS-
lógini, eru allar treytaðar av, at
stýrið tekur undir við áseting
unum.
Vanliga mannagongdin er,
at tað er stýrið fyri Arbeiðs
loysisskipanina, sum heitir á
landsstýrismannin, tá ið stýrið
metir, at tørvur er á broyting
um ella nýggjum ásetingum
bæði í ALS-lógini og í kunn
gerðunum, sum eru gjørdar
við heimild í ALS-lógini.
Tó eru undantøk frá hesi
meginreglu.
Feskasta dømið er lønar
ískoytisskipanin,
sum
varð
gjørd eftir umbøn frá lands
stýrinum.
Í viðmerkingunum til upp
skotið um at geva landsstýris
manninum heimild at leingja
lógina stenddur:
- Lønarískoytisskipanin er
grundleggjandi
øðrvísi
enn
arbeiðsloysisskipanin. Munur
in er nevniliga, at í aðrari skip
anini verður stuðul bara veitt
ur til arbeiðsleys og í hinari
bara til persónar, sum eru í
starvi ella eru sjálvstøðug
vinnurekandi.
- Tí er tað serliga týdningar
mikið, at ein leinging av skip
anini
ikki
verður
smoygd
oman yvir Arbeiðsloysisskip
anina, men at ALS stýrið er við
í avgerðini.
- Tí er skotið upp, at lands
stýrismaðurin
í
kunngerð
kann leingja gildið á løgtings
lógini til 31. august 2020, um
stýrið fyri Arbeiðsloysisskip
anina tekur undir við tí.
Sum nevnt er stórur partur
av politisku skipanini sinnaður
at geva landsstýrismanninum
heimildina, men onki er at
ivast í, at eitt orðaskifti skal til
í vinnunevndini.
Millum annað nevndi for
maðurin í Javnaðarflokkinum,
at tað ikki er annað enn rími
ligt, at skal skipanin leingjast
so skal landskassin gjalda.
Formaðurin í Tjóðveldi vísti
á, at hettar málið er so álvars
ligt fyri løntakaran, at hetta
ikki kann loysast við einari
kunngerð, men at tað eigur at
verða gjørt við lóg.
Tingundur verður aftur í
morgin og tá verður væntandi
eitt álit frá vinnunnevndini
lagt fram.
Spurningurin er so bert um
álitið kemur frá einari samdari
vinnunevnd – ella hon fer í
meirluta og minniilutar
Í skrivandi stund eru góð
1700 fólk í skipanini og av
teimum arbeiða fimti hvør
parttíð fyri arbediðsgevaran,
tey eru knýtt at.
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum
Høgni Hoydal, formaður, Tjóðveldi
Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins
Christian Andreassen, Fólkaflokkurin