Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2020síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 17. JUNI 2020 · NR. 47 Sosialurin 12 JÓANSØKA 2020 Á jóansøku verða trý tiltøk, har røður vera hildnar. Ein røðari býr í Vági, ein býr í Havn og ein býr í Danmark - men tað er bara fyribils Áki Bertholdsen Á jóansøku í Vági í ár, verða trý tiltøk, har røður skulu hald­ast. Allir tríggir røðararnir hava tilknýti til Vág, ein býr í Vági, ein er í lestrarørindum í Dan­ mark, og ein er livdi øll síni barna­ár í Vági, men flutti so til Havn­ar. Fríggjakvøldið verður skrúð­ gonga frá Gamla Skúla, út á plássið, har minnisvarðin er, og har fer Eyðbritt Krosslá, bý­ ráðs­limir í Vági, at halda røðu og at seta jóansøkuna. Og har horn­orkestrið á Tvøroyri fer at spæla. Sum nakað nýtt, verður Mat­møðrafelagið eisini við í skrúð­gonguni í ár, har tey fara at binda ímeðan tey ganga. Leygarkvøldið verður mid­ náttar­sangur í miðbýnum í Vági, har Hentzar og Terji spæla undir upp á harmoniku, og har fer Bergur Godtfred at halda røðu. Hann búði í Vági øll síni barnaár, men flutti so til Havnar, hann hann hevur búð sítt vaksna lív og har hann er húsa­meklari hjá Betriheim. Hetta kvøldið endar við stór­ um fýrverki. Og sunnukvøldið verður jóan­søku­bál í trýkantinum við felags­sangi, og kakao og boll­um, og har Rani Nolsøe Johanne­sen, sum í løtuni er í lestrar­ørindum í Danmark, heldur røðu. HON SKAL SETA JÓANSØKUNA Tað verður Eyðbritt Krosslá, býráðslimur, sum skal seta jóansøkuna. Myndin er av Facebook Á jóansøku verða fleiri framsýningar við myndum og málningum – og góðum handverki Áki Bertholdsen Jóansøkan í Vági verður kryddað við fleiri fram­sýn­ing­ um av ymsum slagi – og eisini einari móttøku fyri at gera vart við, at í summar endar eitt tíðar­skeið í Vágs søgu. Talan er um eina móttøku í dag­røktarhúsinum, og tað er tí, at í summar verður dagrøktin niður­løgd. Annars hevur dagrøktin verið bulurin í barnaansingini í Vági í yvir 30 ár, men fyri nøkr­ um árum síðani varð barna­ garð­ur skipaður í Vági, og í 2013 var nýggjur barnagarður tikin í brúk. Tískil er ikki brúk fyri dag­ røktini longur, og tískil verður hon nú niðurløgd. Í hesum sambandi verður opið hús í dagrøktarhúsinum seinna­partin mikudagin, har foreldur, børn og dag­røktar­ mamm­ur ígjøgnum tíðirnar fáa høvi at hittast við einum drekka­munni. Hesi 33 árini, dagrøktin hevur verið í Vági síðani hon varð stovnað í 1987, hava eini 710 børn verið í ansinghar, so tað hava verið nógv børn, for­ eldur, sum hava hava brúkt dag­røktina hana.. Annars eru eisini aðrir merkis­dagar í Vági hesa tíðina. Heilsu­miðstøðin í Vági er nú 40 ár og í tí sambandi verður myndaframsýning í henni hós­ dagin og fríggjadagin, har tey fara at vísa gamlar myndir, sum hava sambandi við hana. Tað eru eisini 40 ár síðani ítróttarhøllin á Eiði­ num,Vágshøll varð bygd, og tað eru 115 ár síðani VB varð stovnað. Og í tí sambandi verður myndaframsýning í Miðla­túni, við myndum, sum hava tilknýti til VB og Vágshøll. Men annars verða bæði Ruth Smith savnið, og sluppsavnið, eisini opin um jóansøkuna. Á slupp­savninum eru modell, sum Poul Niclasen í Vági, hevur gjørt, umframt ymsir lutir av goml­um sluppum, og lutum frá øðr­um heimsbardaga. Hátíðarhalda fleiri merkisdagar í Vági Fleiri merkisdagar eru í Vági í ár og tað verður víst við framsýningum av ymsum slagi. Ein framsýning er á sluppsavninum, har Poul Niclasen hevur gjørt modell av fleiri sluppum. Myndina eigur Páll Kjærbo Hóast jóansøkan verður avmarkað av korona-farstóttini, verða ymisk tiltøk til børn Áki Bertholdsen Korona-farstóttin setir nógv­ ar avmarkingar fyri yms­um tiltøkum í summar, tað slepp­ ur jóansøkan í Vági heldur ikk undan. Men hóast nakað av virk­ seminum er skert verða børn­ ini ikki við heilt við sviðusoð, tí nøkur tiltøk verða fyri børn. Tað størsta av teimum verður sunnudagin, tá ið Marg­høllin verður gjørt til eitt stórt leikaland til børn. Annars verður eitt stórt tjald í Miðbýnum við skjóting, og ymsum øðrum, men tivoli, sum plagdi at vera, verður ikki hesa ferð. Annars verður Pálshøll eisini opin á jóansøku og Action­boat fer at sigla við skjótt­gangandi bátum á fjørði­num, og viðrar tað, verður eisini farið vestur um Suður­oynna. Børnini verða ikki við sviðusoð Sunnudagin verður stórt leikaland í Marghøllini. Myndin av Facebook og er frá einum leikalandi, sum hevur verið