Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2020síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 17. JUNI 2020 · NR. 47 Sosialurin 14 JÓANSØKA 2020 Áki Bertholdsen Kappróðurin í ár verður sum hann plagar at vera, men tað fer at vera longri ímillum róðr­ ar­nar. Tað sigur Rógvi Kjær­bech, formaður í Vágs Kapp­róðrar­ felag, nú jóansøkan stendur fyri durum, og kapp­róður verður seinnapartin leyg­ar­ dagin. Fyri at forða fyri at korona- smittan skal breiða seg, verður longri ímillum róðrarnar, men annars verður tað sum vant, har áskoðarar eisini slep­pa at hyggja, og har tey selja at­ gongu­merki, sum er høvuðs­ inn­tøku­keldan hjá felagnum. Annars verður róðurin víst­ ur á stórskíggja við málið inni á Løðhamri. Men formaðurin sigur, at í Vági er rættiliga víðført við mál­ið, so har er gott pláss hjá fólki at hyggja, so hann væntar ikki nakran trupulleika í so máta. Í Vági eru tey serliga spent upp á kappróðurin, nú seks­ manna­farið Smyril, hevur vunn­ ið báðar róðr­ar­nar, sum hava verið við seks­manna­før­um hjá monn­um. Og tað hevur hann gjørt nokk so sann­før­andi – Smyril er væl mannaður í ár við royndum rógvarum, og vit vóna at hann eisini vinnur á heimasjógvi og sostatt fær triðja­sigurin upp í slag, sigur for­maðurin. Smyril hevur fimm aðrar bátar við í kappróðuri í summ­ ar. Royndin Fríða er eisini mann­að við dreingum, og so hava tey ikki færri enn fýra mann­ingar til barnaróðurin, tvær gentumanningar og tveir dreingjamanningar. Eru væl fyri Rógvi Kjærbech sigur, at kapp­ róð­urin í Vági er væl fyri og til­ gongdin av ungum fólki er góð. Hann sigur, at tað fer heilt víst at bøta um støðuna, at tey hava fingið nýtt neyst, har um­ støður­nar eru nógvar ferðir betri enn í gamla neystinum. Gamla neysti var Ivan Land, men nýggja neystið er á keiini, mitt fyri í Vági. – Har er nógv betri pláss enn í gamla neystinum, og nú leggja vit seinastu hond á tað, sigur Rógvi Kjærbech. Hann sigur, at í nýggja neystinum hava tey eisini góð skiftirúm, og góðar umstøður til venjingar við rógvi­maski­ num, og øðrum hent­leik­um, og har er eisini pláss fyri, at hava allar bátar, og allar vognar undir takið allan veturin. Hann sigur, tað, sum nú manglar, er at mála neystið og alt arbeiðið, sum er gjørt, hevur verið sjálvboðið. Men veitarar av ymsum slagi, bæði timburhandlar, rørsmiðir og elektrikarar, hava verið avbera lagaligir, so úrslitið at, at nú neystið er at kalla liðugt, skyldar felagið ongar pengar í tí, leggur hann afturat. Og tað heldur hann er ein øgiligur fyrimunur. VÓNA AT SMYRIL FÆR TRIÐJA SIGURIN UPP Í SLAG Tað er gott pláss til áskoðarar á kappróðrinum á jóansøku, so hann verður sum vanligt- men tað er longri ímillum róðrarnar Smyril hevur vunnið báðar róðrarnar, sum hava verið og vágbingar vóna hat-trickið verður veruleiki leygardagin