týsdagur 16. juni 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
17. JUNI 2020 · NR. 47
Sosialurin
16
JÓANSØKA 2020
Áki Bertholdsen
– Hetta er ein stórfingin gáva
og tað gevur okkum treysti til
at halda fram við hesum ar
beiði.
Tað segði Manne Næs, for
maður í Hvalbiar Fornminna
felag, nú hann fekk eina gávu
frá Lions Club í Suðuroy.
Peningurin
skal
brúkast
til at seta kenda seksæringin,
Norðlýsina, í Sandvík, ístand.
Hendan gávan var upp á 10.000
krónur, men tilsamans hevur
Lions í Suðuroy nú latið 20.000
krónur til ætlanina.
Norðlýsið, ella Norðlýsan,
sum sandvíkingar kalla hann,
er ein av heilt fáu av teimum
gomlu seksæringunum, sum
eru varðveittur.
Tað var bátasmiðurin, Hans
Jacob Hjelm í Vági, sum smíð
aði hann til sandvíkingar í 1893.
Hóast báturin er gamal, er
hann merkiliga væl varðveitur,
og tað er tí at tað rennur ein
veitarleggur oman ígjøgnum
neystið, har hann hevu staðið,
so hann er aldrin verið heilt
uppturkaður.
Men treyðugt so treingir
hann til ábøtur, og tað er hesar
ábøturnar, tey í Hvalbiar Forn
minnafelag, nú eru farin undir.
Ætlanin er eisini at rigga
hann til við seglum og leypir
nakað av, skal tað brúkast til
ráir.
Stevnt verður fram ímóti
at flota Norðlýsina á bátadegi,
sum verður á Tvøroyri ólav
søkudag, 29. juli.
Eitt bragd
Norðlýsan varð brúkt at rógva
út við, men hann var eisini
brúktur í grind, helst tá ið tað
var langt at fara í grind, tí hann
var so stórur.
Men tað, Norðlýsan er best
kent fyri, er, at hann róði kapp
í einum tiltiknum róðuri á ólav
søku í 1952.
Tað vóru vágbingar, sum
høvdu lænt Norðlýsina at
rógva við á ólavsøku, har teir
skuldu rógva ímóti Gøtutróndi
úr Gøtu.
Gøtutróndur skuldi á Báta
savnið
á
Fornminnissavni
num, men ætlanin var, at hann
skuldi enda sína yrkisleið við
einum sigri á olavsøku, veit
Niels Petur Nolsøe í Vági at
siga.
Tað var kavsvart í mjørka
í Havn hesa ólavsøkuna, men
sagt er, at teir á Gøtutróndi
høvdu kumpass við sær at
halda kósina eftir.
Tað høvdu teir á Norðlýsini
ikki, og einasta stavnhaldið,
róðursmaðurin hevði at miða
seg eftir, var hekkuljósið á
trolaranum, Høvdabergi, sum
porkenningar átti, og sum lá
ytst á molanum.
So ímeðan teir róðu, hildu
teir seg til hekkuljósið á
Høvdaberg. Men tað, eingin
hevði varnast, var, at Høvda
berg hevði loyst, og var á veg
inn á Skálafjørðin. Eitt skip
kom fram við Norðlýsini og
fekk gjørt teir varugar við, at
teir vóru á heilt skeivari kós,
veit Niels Petur Nolsøe at siga.
Sostatt
hevði
Norðlýsan
róð eina góða løtu við kós inn
á Skálafjørðin, men tað var
bara eitt at gera, og tað var at
rætta kósina og at halda aftan
á Gøtutróndi.
Og væl var róð, tí tá ið skotið
brast inni á málinum, varð
Norðlýsan tann fremri báturin.
Sostatt vunnu teir róðurin og
tað varð mett at vera eitt satt
bragd, soleiðis sum róðurin
gekk.
Tey, sum fyrireikaðu ólav
søkuna vóru so vís í, at Gøtu
tróndur fór at vinna, at tey
høvdu longu skrivað navnið
á Gøtutróndi í steypið. So
ístaðin
fekk
manningin
á
Norðlýsini
eina
pinkalítla
plátu til minnis um sigurin,
sum róðursmaðurin, heldur
demonstrativt, legði í eina
svávuldós.
Men sandvíkingar brúktu
Norðlýsina nakað eftir tað.
Eitt nú varð hann brúktur, tá
ið Smyril kom á Sandvík, og tað
ikki varð lendandi.
Tá varð Norðlýsan brúkt
at føra fólk og farm til og frá
Smyrli og hann varð eisini
brúktur at fara skjútsa skips
manningar umborð á skip, og
av skipum.
Teir ið mannaðu Norðlýsina hendan ólavsøkuróðurin, vóru:
Fremri toftubekkur: Arni Brattaberg - Thormod Nielsen
Aftari toftubekkur: Finnur Johansen - John Bertholdsen
Fremri rúmbekkur: Torben Tausen - Eli Lindenskov
Aftari rúmbekkur: Pauli Akraberg - Martin Gunnarstein,
Fremri lærbekkur: Håkun Mikkelsen - Kristian Joensen
Aftari lærbekkur: Niels Juul Nólsøe - Edvin Strøm
Róðursmaður var Johan Ludvig
MANNINGIN
Manne Næs tekur ímóti gávu frá Fróða Mortensen,
forseta í Lions í Suðuroy. Peningurin skal brúkast til
at umvæla søguligan seksæring í Suðuroy fyri
Hann gjørdust landskendur eina fyri eitt bragd, tá ið vágbingar mannaðu hann eina ólavsøku
VARÐVEITA SØGULIGAN
SEKSÆRING Í SUÐUROY
Norðlýsið er merkiliga væl
varðveittur, har hann stendur í
neystinum í Sandvík. Nú verur
hann umvældur og pussaður
upp, og seinni í summar er
ætlanin at flota hann
Mynd: Símun Berg