Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juni 2020 · Nr. 47 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge/Jóannes Hansen/ Pætur Albinus 8. umfar í Betri deildini hjá monn­um var fríggjakvøldið og leygar­kvøldið. Fríggjakvøldið vunnu NSÍ og B36 tryggar sigrar á ávikavist AB og EB/ Streymi, sum liggja niðari hálvu av stigatalvuni. Tíðliga seinna­partin leygardagin tók TB móti ÍF í Trongisvág. Har kom einki mál. Seinni vann HB 3-0 sigur á Skála, sum tó stóð ímóti í fyrra hálv­leiki. Leygarkvøldið var stóri dysturin í Klaksvík, sum KÍ vann 4-1 á Víkingi. Stevnusigur til NSÍ Í góðveðrinum við Løkina í Runa­vík handaði borgarstjórin Tór­bjørn Jacobsen steyp eftir dystin. NSÍ vann 3-0. Klæmint A. Olsen setti hol á, eftir at Sal­ mundur Bech hevði spælt hann leysan. Salmundur var ein av fleiri nýggjum, sum fekk møgu­ leikan frá byrjan. -Tað er stutt millum dystir­ nar, og tað er nú, tá ið tað er stutt millum dystirnar, at tað er týdningarmikið at geva øll­ um teimum møguleikan at spæla, sum eru við í kappingini um plássini, sigur NSÍ venjarin Glenn Ståhl. Umframt Salmund Bech vóru aðrir nýggir menn á lið­ num. Eitt nú Karstin Hansen, sum avloysti Tórð Thomsen, sum er smáskaddur eftir stóra av­rikið í Klaksvík. Bárður J. Hansen økti um NSÍ leiðsluna miðskeiðis í fyrra hálv­leiki. Aftur var tað eftir inn­legg úr vinstru, sum Jann Benja­minsen legði innfyri. Glenn Ståhl ásannar, at hann ikki kendi seg tryggan, fyrr enn tríggjar minuttir undan leik­ loki, tá ið Petur Knudsen eftir sending frá innskifta Búi Egills­ soni økti til 3-0. -Vit vóru ov lítið grammir í seinna hálvleiki, og álopsspælið gekk ikki nóg skjótt. Vit tosaðu í steðginum um, at tað var týdn­ingarmikið, at vit einki mál fingu ímóti okkum, og tað eydn­aðist, sigur Glenn Ståhl. AB venjarin hevur gott mót. - Vit flyta okkum rætta vegin, og avrikið í kvøld bar boð um, at tað gongur rætta vegin, sigur AB venjarin Símun Samuelsen. B36 aftur á sigurskós Eftir tvey tap kom B36 í kvøld aftur á rætta kós, tá ið tað í Gundadali endaði við 4-1 sigri ímóti EB/Streymi. Hóast heimaliðið hevði bóltin størsta partin av tíðini, so vóru upp­ løgdu málmøguleikarnir ikki so nógvir í fyrra hálvleiki, tá ið B36 skoraðoi tvey mál. Í báðum før­um var tað í sambandi við frí­spark. Eftir eitt stórt korter stútaði Sebastian Pingel bóltin í málið eftir fríspark úr høgru frá Árna Frederiksberg, og tá ið tað restaðu fýra minuttir var tað Michal Przybylski, sum var púra leysur mitt fyri, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í mál­ið eftir fríspark úr vinstru frá Stefan Radosavljevic. -Andras Olsen var ikki í mið­ verjuni hjá teimum. Tí vóru okkara menn í teirra brots­teig­ in nakrar sentimetrar hægri enn mótstøðumenninir, og tað bar tvey mál við sær, sigur Árni Frederiksberg. Fimm minuttir eftir steðgin økti Michal Przybylski til 3-0, tá ið hann stýrdi bóltin í málið, eftir at Meinhard E. Olsen hevði lagt innfyri úr vinstru. EB/Streymavenjarin, Jákup Martin Joensen, ásannar, at Betri deildin menn 7. umfar: HB HEVUR HB HEVUR FRAMVEGIS FRAMVEGIS FULT STIGATAL FULT STIGATAL B36 – EB/Streymur 4-1 (2-0) 1-0: Sebastian Pingel 16. 2-0: Michal Przybylski 41. 3-0: Michal Przybylski 50. 3-1: Símun Sólheim 69. 4-1: Meinhard E. Olsen 89. Dómari: Kári J. á Høvdanum B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen, Andreas H. Eriksen, Erlendur Magnusson (Hannes Agnarsson, 73.), Ragnar Samuelsen (Magnus Holm Jacobsen, 24.) – Eli Falkvard Nielsen (Brian Jakobsen, 60.), Stefan Radosavljevic, Michal Przybylski – Árni Frederiksberg, Sebastian Pingel, Meinhard E. Olsen Gult kort:: Meinhard E. Olsen, Magnus Holm Jacobsen Venjari: Jákup á Borg EB/Streymur: Rói Zachariasen – Mikkjal Hellisá, Petur Zachariasen, Árni G. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Niklas Kruse, Magnus Jarnskor (Arnbjørn Hansen, 85.), Fannhard Skoradal (Høgni Hummeland, 68.), Rói Olsen, Símun Sólheim – Gutti Dahl-Olsen (Magnus Heinason, 71.) Venjari: Jákup Martin Joensen NSÍ – AB 3-0 (2-0) 1-0: Klæmint A. Olsen 4. 2-0: Bárður J. Hansen 23. 3-0: Petur Knudsen 87. Dómari: Petur Reinert NSÍ: Karstin Hansen – Pætur Hentze, Oddur Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen, Bárður J. Hansen (Búi Egilsson, 74.) – Jann Benjaminsen, Betuel Hansen, Aron Knudsen, Salmundur Bech (Mórits Heini Mortensen, 78.) – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen (Steffan Løkin, 74.) Gult kort: Pætur Hentze, Mórits Heini Mortensen Venjari: Glenn Ståhl AB: Silas Eyðsteinsson – Jónas Stenberg (Janus Svabo Samuelsen, 60.), Tróndur J. á Høvdanum, Sørin Samuelsen, Ásbjørn Heðinsson – Tóki á Lofti (Ragnar Rasmussen, 81.), Bjarni Skála, Bartal S. Petersen, Bjarki C. Nielsen – Jasper Van Der Heiyden, Adeshina Lawal (Jón Krosslá Poulsen, 70.) Venjari: Símun Samuelsen TB - ÍF 0-0 (0-0) Dómari: Rúni Gaardbo TB: Meinhardt Joensen - Sebastian Kroner, Ndende Adama Guéye, Rasmus Møller, Musah Armah - Nikolei Johannesen (76. Samudeen Musah), Dánjal Godtfred, John Villi Leo, Mads Raben - Rógvi Joensen (84. Einar Thorsteinsson) - Poul Ingason Gult kort: Musah Armah ÍF: Milos Budakovic - Sjúrður Pauli Nielsen, Jens Joensen, Jan Ellingsgaard, Andy Olsen - Karl Løkin, Hákun Edmundsson - Dánjal á Lakjuni (67. Bogi Løkin), Ari Ellingsgaard (73. Gundur E. Petersen), Filip Djordjevic - Uros Stojanov Gul kort: Dánjal á Lakjuni, Andy Olsen, Karl Løkin, Jens Joensen HB - Skála 3-0 (0-0) 1-0: Pætur Petersen, 51. 2-0: René Shaki Joensen, 60. 3-0: Øssur M. Dalbúð, 66. (br.) Dómari: Bjarki Danielsen HB: Teitur M. Gestsson - Heri H. Mohr (61. Jógvan Rói Davidsen), Bartal Wardum, Samuel Chukwudi, Daniel Johansen - Mikkel Frankoch - René Shaki Joensen (74. Ási Dam), Dan í Soylu, Mathias Nygaard, Heðin Hansen (46. Pætur Petersen) - Øssur Dalbúð Skála: Bárður á Reynatrøð - Jóhan Waag Høgnesen, Kristian Martin Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen, Djóni Petersen - Heðin Klakstein, Teitur Poulsen (71. Jákup Joensen), Mikal á Reynatrøð, Aksel B. Danielsen (62. Rói Olsen), Poul Kallsberg (83. Hanus Mikkelsen) - Niels Pauli B. Danielsen Gult kort: Mikal á Reynatrøð KÍ - Víkingur 4-1 (2-1) 1-0: Jóannes Bjartalíð, 9. (br.) 1-1: Lukasz Cieslewicz, 30. 2-1: Odmar Færø, 38. 3-1: Jóannes K. Danielsen, 55. 4-1: Alessio Hyseni, 88. Dómari: Dagfinn Forná KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Odmar Færø, Ísak Simonsen - Alessio Hyseni - Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen (64. Boris Dosljak) - Páll Klettskarð (46. Jonn Johannesen), Ole Erik Midtskogen (89. Steinbjørn Olsen) Gul kort: Jóannes K. Danielsen, Alessio Hyseni, Jesper Brinck Víkingur: Elias Markná – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Bergur Gregersen – Gunnar Vatnhamar, Bogi R. Petersen – Lukasz Cieslewicz (81. Hans Jákup Lervig), Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen (63. Finnur Justinussen) – Andreas Lava Olsen Gul kort: Vukasin Tomic, Jákup Johansen, Atli Gregersen Fakta 8. umfar: HB, NSÍ og B36 vunnu favoritt sigrar, meðan einki mál kom í Trongisvági, tá TB hevði vitjan av ÍF