Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-16, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juni 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 17. juni 2020 · Nr. 47 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Við Djúpumýrar, Klaksvík Tað er ikki til at taka feil av øðini, tá dómarin bríkslar fyri seinastu ferð við Djúpumýrar í Klaksvík leygarkvøldið. Klaks­ vík­ingar eru fegnir um sigurin og tað er øði at hóma í leguni hjá Víkingi. Alti Gregersen, lið­ skipari, má halda Boga Reinert Petersen, so hann ikki endar í orðadrátti við dómaran. Liðskiparin er sjálvur upp­ østur, tá hann kemur framt at mikro­fonini hjá FM1. Hvat fyri brotsspark, spyr Atli Gregersen í øðini. Dysturin í Klaksvík fær slag­síðu longu aftaná tíggju minutt­ir. Øðin veksur so hvørt, sum KÍ nærkast sigrinum. Tað endar 4-1 og sigurin var ríkiliga uppi­borin, men gestirnir úr Gøtu og Leirvík vóru alt annað enn nøgdir við dømingina. Umstrídda brotssparkið Tað er longu aftaná átta minutt­ ir, at eldur kemur í. KÍ er í álops­ støðu, tá bólturin kemur upp úr brotsteiginum og KÍ ari meddar til. Vukasin Tomic hevur hendurnar afturum bak, tá bólturin kemur í armin. Dag­finn Forná bríkslar fyri brots­sparkið og øði kemur í Vík­ing­arnar. Jóannes Bjartalíð skor­ar trygt upp á sítt fimta brots­ spark í hesum kapp­ingar­ári­ num, og er nú toppskjútti í lands­kappingini við sjey mál­ um. -Hvat fyri brotsspark, hvat skal hann gera við hendurnar, spyr Alti Gregersen eftir dystin. Tað eydnast Víkingi at vinna seg inn aftur í dystin, tá Bogi Reinert Petersen við skoti rakar í hælin á liðfelaganum, Lukaszi Cieslewicz. Bólturin snýtur Kristian Joensen í málinum. Men beint fyri hálvleik er aftur galið. KÍ fær fríspark, sum sá nakað bíligt út, men á endurtøkunum sæst at tað er væl dømt. Innfyri stendur Odmar Færø og stútar bóltin í málið. Víkingur trýstur – KÍ skorar KÍ byrjar seinna hálvleik væl og trýstið gevur avkast, tá Jóannes K. Danielsen vinnur bóltin langt inni á hálvuni hjá Vík­ingi. Úr spískum smekkar hann til og skorar til 3-1. Eftirfylgjandi leggur Víking­ ur trýst á, men tað verður ongan­tíð ordiliga vandamikið. Tað endar við at KÍ fer í mót­ álop og Alessio Hyseni skorar sítt fyrsta mál fyri KÍ. Hóast nógv innlegg og nógvar bóltar í brotsteiginum hjá KÍ, so skal Kristian Joensen sjáldan til arbeiðis í málinum hjá KÍ. Tættast er Víkingur, tá Bogi Reinert Petersen rakar yvirleggjaran. Hartil vildi Víkingur hava brotsspark, tá bólturin rakti armin á Odmari Færø. Atli í øðini Liðskiparin hjá Víkingi er ein spælari, sum spælir við kenslu­num utta­ná. Eftir dyst­in vóru hann og lið­ felag­ir­nir ónøgdir við døm­ing­ar­nar í dysti­num. -Hetta sum vit hava verið vitni til er so langt úti, at eg havi ikki orð fyri tí. Hvat fyri brotssparki? Hvat skal hann gera? Og tá hann so dømir tað, so hendir identiskt tað sama í seinna hálvleiki. Eg haldi so heldur ikki at tað er brotsspark, men tá hann dømir tað í fyrra hálvleiki, so má hann eisini døma tað í seinna hálvleiki. Eg leggi ikki eftir Dagfinni, men hetta er so vitleyst, at tú fær næstan ikki verið til. KÍ vinnur 4-1 og er sikkurt betri og vit verða hólvaðir av, men hatta er ikki ókey, sigur Atli Gregersen í løtuni eftir dystin, og leggur afturat: -Vit møta upp í mun til onkran annan dyst og vísa okkum fram. Teir hava ongan málmøguleika í fyrra hálvleiki, men tá tú verður burturdømdur upp á handan mátan, so er tað bara for nógv av tí góða. Eg havi ikki orð fyri tí og skal sikkurt ansa eftir hvat eg sigi. Vit tapa 4-1 og eru nummar fimm, so vit mugu bara royna at koyra víðari, sigur liðskiparin, sum mánadagin bleiv 38 ár. - Vit eru ov óneyvir og tapa ov nógvar tvídystir í brotsteiginum, og tá vit so skjóta upp í hendurnar á teimum, so fáa vit ikki tað brotssparkið sum teir eiga. Tað hevði givið dystinum eitt heilt annað lív. Vit tapa dystin í báðum 16-metrunum og tað mugu vit læra av. Vit lata fýra mál inn og tá er ringt at vinna fótbóltsdystir. Ella vit lata tvey mál inn, hini fáa vit einki gjørt við, sigur Atli Gregersen. KÍ er væl spælandi Tað eru umstríddu støðurnar, sum fylla mest, men lat ikki taka nakað frá avrikinum hjá KÍ. Klaksvíkingar vóru aftur sannførandi – eins og móti NSÍ. Hesa ferð var bara ongin Tórður Thomsen at taka broddin av góða spælinum. Alessio Hyseni vísti seg fram á miðvøllinum og spældi væl. Tað gav eisini spælinum hjá KÍ nakað, at Jákup B. Andreasen var við aftur. Jonn Johannesen kom aftur inn og gjørdi tað væl í álopinum. KÍ er væl fyri undan oddadystinum móti HB, sum verður mikukvøldið. trondur@sosialurin.fo Tað vóru nakrir ónøgdir Víkingar, sum løgdu rygg til eitt 4-1 tap í Klaksvík leygarkvøldið. – Tað fyrsta er ikki brotsspark og tað seinna er ikki fríspark, sigur Atli Gregersen í øðini eftir dystin Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... ODMAR ER NØGDUR -Hetta er ein hart spældur dystur við nógvum tvídystum, har vit spæla væl og eru neyvari, men Víkingur imponerar eisini. Mær dámar ikki at tosa um dómaran, men tað fyrsta eg hugsaði var at hatta var ikki brotsspark. Tó hava vit mist trý brotsspørk, sum vit ikki hava fingið í ár, so kanska alt útjavnar seg yvir eitt kappingárar, sigur Odmar Færø. KÍ-Víkingur 4-1: HVAT FYRI HVAT FYRI BROTSSPARK? BROTSSPARK?