mikudagur 22. desember 2004síða 24
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 245 - 22. desember 2004
Nýggjastu demo-
grafisku tølini vísa, at
brádlig vend er
komin í, og at fólk nú
flyta av landinum
aftur
?????
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Talið av flytingum verður
fyri árið 2004 negativt fyri
fyrstu ferð í átta ár. Tað vil
siga, at seinasta árið eru
fleiri flutt av landinum, enn
tey sum eru flutt hendan
vegin. Øll árini síðani
kreppuna í árunum 1989 til
1995, hevur tað annars
verið positivt.
Men hvønn týdning hev-
ur hetta fyri samfelagið? Er
nakað vandatekin í hesum,
ella er tað bara nakad, sum
hendir av og á?
Gongdin seinastu
35 árini
Hyggja vit at gongdini
seinastu 35 árini í teimum
demografisku (íbúgvafrøð-
isligu) tølunum, so fæst ein
hóming av, hvussu útvikl-
ingurin hevur verið, og
hvussu framtíðar møgu-
leikar kunnu vera. Fyri at
gera talvurnar so fáar og
einfaldar sum gjørligt, havi
eg valt bert at vísa tølini,
sum tey eru, og ikki vísa
nakrar relativar procent-
rokningar ella annað slíkt.
Tað, sum kallast náttúr-
ligi vøksturin, kemur fram,
tá vit samanbera talið av
føddum og deyðum. Mun-
urin kallast eisini burðar-
avlop, og tað er og hevur í
Føroyum verið positivt, í
hvussu so er tey seinastu
hundrað árini. Á mynd 1.
sæst hvussu gongdin hevur
verið seinastu 35 árini, ár
um ár.
Burðartalið minkar
Talið á føddum lá um 800
fyrst í perioduni, men hevur
sum heild verið lækkandi.
Undantikin vóru nøkur ár
umleið 1990, tá tað knapp-
liga hækkaði upp á 950 ella
meira. Men tað fall skjótt
aftur og hevur seinastu árini
ligið millum 600 og 700.
Hækkingin um 1990 og
fallið aftaná, kann helst
setast í samband við,
hvussu búskapurin tá bleiv
blástur upp, og so brádliga
misti kraftina. Fallið sum
heild man kunna setast í
samband við, at familju-
mynstrið er í broyting, og
barnaflokkarnir
gerast
minni.
Deyðatalið veksur
Talið á deyðum hevur í
sama tíðarskeiði, 1970 til
2004, verið rættiliga stabilt
við bert smáum upp- og
niðursvingum. Hetta er
vanliga gongdin, eisini aðra
staðni, um ikki álvarsligar
epidemi-sjúkur,
náttúru-
vanlukkur ella kríggj gera
seg galdandi. Í 1970-unum
lá talið millum 260 og 300.
Í 1990-unum nærkast tað
teimum 400, og nú er tað
400 ella har yvir. Orsøkin
til at talið av deyðum í Før-
oyum er spakuliga hækk-
andi, er ikki tann, at fólk
liva stytri enn fyrr, ella at
heilsustøðan er blivin vána-
ligari. Orsøkin er tann ein-
falda, at parturin av fólkin-
um, sum eru "eldri", er
størri.
Náttúrligi vøksturin
minkar
Munurin á hesum tølum, er
sum longu er nevnt, fram-
vegis positivur, og har er so
eitt ískoyti til, at fólkatalið
kann vaksa. Men burðar-
avlopið er, sum tað sæst av
strikumyndini, minkandi.
Fyrst í avmyndaða tíðar-
skeiðinum var tað umleið
500, men seinnu árini hevur
tað verið um 300.
Flytingarnar eru
avgerandi
Men ikki øll støðast í
landinum. Fólk flyta burtur
fyri at fáa eina útbúgving,
fáa sær vinnuroyndir, fyri at
sleppa sær burtur eina tíð,
fyri at giftast, ella hvat tað
nú kann vera. So eru tað
tey, sum hava mist arbeiðið,
ella ongantíð hava funnið
tað, sum tey ynsktu sær.
Nógv koma heim aftur, og
summi flyta nógvar ferðir
aftur og fram.
Javnvágin í hesum flyt-
ingum kann svinga út til
báðar síður. Vit finna á
mynd 2 periodur, sum vísa
tríggjar møguleikar: Netto-
tilflyting, nettofráflyting og
javnvág í flytingum millum
Føroyar og útlandið. Tá
talað verður um útlandið í
hesum føri, er tað so, at 80-
90 % av flytingum ganga
millum Føroyar og Dan-
mark, og soleiðis hevur tað
verið í 50 ár ella meira. Og
í Danmark er mett at eini
20.000 til 25.000 føroying-
ar búgva. So uppá skemt,
kundi man kallað Danmark
fyri størstu bygd í Føroy-
um, nógv størri en Havnin.
Til- og fráflyting
Fram til umleið 1985 fluttu
1.000 til 1.500, ella har á
leið, báðar vegir, so netto-
úrslitið varð at munurin
gjørdist eitt rættiliga lítið
tal, 100 til 200 fólk hendan
ella handan vegin. Men so
kemur ein perioda har
meira ferð kemur á. Men
Tíðin við framgongd og tilflyting