mikudagur 22. desember 2004síða 25
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
hóast tilflytingin skjótt
fellur niður á eitt normalt
støði, so tekur fráflytingin
dik á seg árunum 1989 til
1995. Í 1993 fóru 2.800, í
1994 fóru 3.300 og í 1995
fóru 2.300. Tilsamans hesi
trý árini fóru 8.400 fólk av
landinum ella umleið 18%.
Hetta er eitt so stórt tal, at
eg ikki havi funnið nakað
annað, sum tað kann sam-
anberast við.
So var tann versta krepp-
an hæsað av, og nógv fólk
sum høvdu verið ’niðri’
eina tíð, fóru so smátt at
koma heim aftur. Fráflyt-
ingarnar
hava
verið
í
minking frá 1995 til 2001,
men í 2002, 2003 og 2004
hækkaði talið, ikki so nógv,
men tó eitt sindur. Sjálvt
um endaligu tølini fyri
2004 ikki eru tøk enn, so
kann væntast at tað gevur
eina nettoflyting av landin-
um fyri fyrstu ferð í 8 ár.
Frá januar til oktober í ár
var nettoflytingin minus
137 fólk.
Kreppuárini eru ikki
vunnin inn aftur
Í tíðarskeiðinum 1970-88
var at kalla javnvág millum
til- og fráflyting, og netto-
úrslitið hesi 18 árini var +
312 fólk. Næsta skeiðið
1989-95 var tann lívshótt-
andi kreppan, sum gav eitt
stórt negativt tal í flyting-
ini, netto minus 7.192 fólk.
So kom ein stabiliserings-
perioda, sum politiskt fyri
ein stóran part bleiv brúkt
til at byggja luftkastellir.
1996-2004 gav eitt positivt
nettoúrslit uppá +2.600
fólk.
Hóast nøkur burturav
góð ár, sum nú eru farin, í
hvussu so er fyri eina tíð,
so bleiv tað sum fór fyri
skeyti í kreppuárunum ikki
vunnið inn aftur. Rokni-
stykki vísir so, at 4.600 fólk
komu ongantíð til Føroya
aftur, men tey liva allar-
helst væl og hava tað gott,
har tey nú liva og virka.
Fer fólkatalið nakran-
tíð upp um 50.000?
Seinasta mynd 3, vísir so
hvussu úrslitið av øllum
hesum tølum, sum eru um-
talaði, vísa seg í fólkatal-
inum í Føroyum. Har var
ein nokkso jøvn fram-
gongd til 1989, tá meðal-
fólkatalið var 47.738. So
kom eitt ordans høgg; og
meðalfólkatalið fall til
43.556. Har næst kemur
ein jøvn framgongd aftur,
sum seinasta árið tó sýnist
at hava mist kraftina aftur.
Men um ársskiftið kom-
andi kann fólkatalið í Før-
oyum væntast at liggja um
48.500. Mynd 3 kann eisini
avlesast soleiðis, at krepp-
an kostaði samfelagnum so
nógv, at tað tók tíggju ár at
koma aftur á sama støði
aftur. Spennandi verður at
hoyra, hvussu annar táttur
verður kvøðin.
Komandi greinar
Í komandi greinum er ætl-
anin at taka upp aðrar part-
2.ar
av
demografisku
spurningunum, sum hava
týdning í føroyska samfe-
lagnum. Tað kundi verið
tann sonevnda "eldra-byrð-
an" ella flytingar millum
landspartarnar, útjaðara-
spurning og kanska økis-
menning.
Keldur:
Árbók fyri Føroyar 2003
Heimasíðan hjá Hagstovuni
http://www.hagstova.fo/portal/p
age?_pageid=193,96058&_dad=
portal&_schema=PORTAL
Nr. 245 - 22. desember 2004
25
er farin
Mynd 1
F¿dd, dey∂ og avlop, 1970-2003
0
200
400
600
800
1.000
1.200
1970
1975
1980
1985
1990
1995
2000
2005
F¿dd
Dey∂
Bur∂aravlop
RG 2004
Mynd 2
Til- og Frýflytingar 1970-2004
-2.000
-1.500
-1.000
-500
0
500
1.000
1.500
2.000
2.500
3.000
3.500
1970
1975
1980
1985
1990
1995
2000
2005
Tilflyting
Frýflyting
Nettoflyting
RG 2004
Mynd 3
F—lkatali∂ 1970-2004
38.000
40.000
42.000
44.000
46.000
48.000
50.000
1970
1975
1980
1985
1990
1995
2000
2005
47.738
43.556
48.250
43.421
RG 2004
Mynd 1
Fødd, deyð og avlop, 1970–2003
Fødd
Deyð
Burðaravlop
Mynd 2
Til- og Fráflytingar 1970–2004
Tilflyting
Fráflyting
Nettoflyting
Mynd 3
Fólkatalið 1970–2004