mikudagur 22. desember 2004síða 26
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 245 - 22. desember 2004
Sandoyingar
fisk niðurfyri
til triðja
jóladag
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Alt bendir á, at sand-
oyingar fara at eiga
fisk niðurfyri til, so-
leiði at tey kunnu fara
aftur til arbeiðis longu
triðja jóladag.
Ætlandi koma par-
trolararnir, Nornagest-
ur og Kolumbus, inn at
landa hósdagin, og so-
leiðis sum fiskiskap-
urin hjá trolarunum er,
kann væntast, at skip-
ini hava væl av fiski,
hóast tey hava verið úti
í minni enn eina viku.
Á Sandoy Seafood
ætla tey at arbeiða hós-
dagin sum vanligt, og
síðan verður steðgur til
triðja jóladag, sum er
mánadagur.
Sostatt hava sandoy-
ingar, sum arbeiða á
virkjunum á Sandi og í
Skopun, nakað at fara
uppaftur til morgunin
eftir annað jólakvøld,
ið vanliga er eitt gott
dansikvøld kring land-
ið.
Mánadagin landaði
línuskipið, West
Freeser, eini 80.000-
90.000 pund í Miðvági
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stundum er langt ímillum
landingarnar í Miðvági,
men tað merkir ikki, at
virkið hjá Føroya Fiska-
virking liggur í fiskaloysi
kortini. Ein stórur partur av
veiðini, sum virkað verður
á virkinum, kemur vestur í
Vágar í bili.
Men mánadagin var línu-
skipið, West Freeser, á
Miðvági við eini 80.000-
90.000 pundum av fiski,
harav stívliga 50.000 pund
var hýsa, sum Fiskavirking
í Miðvági keypti. Restin av
veiðini hjá skipinum var
toskur og annað.
Liðug hósdagin
Í Miðvági hava tey arbeitt
alla hesa vikuna, men Jason
Johannesen, virkisleiðari,
væntar, at tey verða liðug í
rímiligari tíð hósdagin.
Á virkinum hjá Føroya
Fiskavirking í Miðvági
arbeiða tey serliga hýsu,
sum fer til portiónir. Er lítil
hýsa á marknaðinum – ella
hon er ov dýr at fáa hendur
á – verður nakað av upsa
virkað til blokk.
- Øll skipini hjá
okkum eru komin
inn, og vit vænta ikki
tær nógvu landing-
arnar aftrat fram til
jóla, sigur Olaf Olsen
á landingarmið-
støðini hjá P/F Beta í
Saltangará
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er ikki vanligt, at ís-
fiskaskipini eru úti um
jólini. Okkurt undantak
hevur tó verið av og á, og
tað er ikki væl dámt av
manningunum. Hinvegin er
vanligt, at fleiri ísfiskaskip
fara útaftur beint eftir jól,
og tá er ikki vist, at mann-
ingarnar eru heima aftur á
nýggjárinum. Tað veldst í
fyrsta lagi um fiskiskapin
millum jól og nýggjárs.
Skipini inni
Øll skipini hjá P/F Beta í
Saltangará eru komin inn at
halda jól, og á landingar-
miðstøðini í Saltangará,
sigur Olaf Olsen, at teir
vænta ikki tær nógvu land-
ingarnar aftrat fyri jóla-há-
tíðina.
Garnabáturin,
Jónrit,
landaði týsdagin, og tá ið vit
frættu frá Olafi, var uppá
tal, at nýggju leirvíkstrol-
ararnir, Polarhav og Stjørn-
an, kanska eisini fara at
landa í Saltangará í vikuni.
Hetta er triði túrurin hjá
nýggju leirvíkstrolarunum,
síðan teir fóru í vinnu.
- Tá ið vit eru liðug við
landingarnar til jóla, fara
vit at rudda upp á land-
ingarmiðstøðini, og síðan
fara vit eisini í jólafrí, sigur
Olaf.
Hann sigur, at fleiri av
skipunum hjá teimum fara
útaftur 3. jóladag og koma
væntandi innaftur at landa
1. ella 2. januar.
- Eg veit ikki um nakað
ísfiskaskip, sum verður úti
um jólini, sigur Olaf Olsen
Upsaprísurin
Olaf Olsen sigur, at hetta
hevur verið eitt strævið ár
hjá partrolarunum.
- Nógvur upsi hevur
verið at fingið, men prísir-
nir eru einki batnaðir út á
heystið.
Hann sigur, at skipini hjá
Beta fáa góðar 3 krónur fyri
kilo, og tað er sami prísur,
sum hann annars hevur
verið í heyst.
Spurdur, hví vit herfyri
hoyrdu um prísir, sum lógu
heilt niður ímóti 2 krónum
fyri kilo, sigur Olaf, at talan
her helst hevur verið um
nøgdir av rættiliga smáum
upsa.
- Men hetta eru ikki
prísir, sum okkara skip
hava fingið, leggur hann
aftrat.
Hvítur fiskur
Herfyri hoyrdu vit eisini
um, at partrolarar vóru
farnir at royna eftir hvítum
fiski á Íslandsrygginum
fyri at fáa betri prís fyri
fiskin.
Sum skilst hava skipini
fingið nakað av hvítum
fiski, men Olaf sigur, at
royndirnar hjá Beta eru, at
tað loysir seg ikki betur at
fiska hvítan fisk, soleiðis
sum fiskiskapurin hevur
verið.
- Hetta hava vit hildið, og
hetta halda vit framvegis.
Nøgdirnar av upsa eru
nógv størri enn nøgdirnar
av hvítum fiski, og vit
halda, at tað hóast alt loysir
seg betur at fiska upsa,
sigur Olaf Olsen.
Ísfiskaskipini liggja á jólum
West Freeser landað í Miðvági
- Tá ið vit eru liðug við landingarnar til jóla, fara vit at rudda upp á landingarmiðstøðini, og síðan fara vit eisini í jólafrí, sigur
Olaf Olsen