týsdagur 23. juni 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 17. juni 2020 · Nr. 47
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
At tað er lætt at lova gull og
grønar skógir í politikki er
mangan sjón fyri søgn.
Tað er tað eisini nú, tá ting
menn í samgonguni halda seg
kunna lova fámjingum ein
tunnil, hóast eingir pengar eru
játtaðir, vantandi politisk und
irtøka er fyri tí, og sjálvt um vit
hava eina samgongu – eisini hes
aferð, sum er ímóti at gera fám
jinstunnilin nú.
Tað vita øll, og tað vita Johan
Dahl og Erhard Joensen eisini.
Tað veit gamli sjálvstýrarin
Kristin eisini. Og tað veit Jenis
av Rana eisini.
Kortini tosa menn – sum um
tað var í álvara, um at vit kanska
fara at gera tunnilin alt fyri eitt,
og at tað hevði verið so snilt at
gjørt tað, tá maskinurnar kort
ini eru í oynni.
Hetta er sum at hoyra smá
børn tosa. Tí hvussu í allari víðu
verð skal Articon fara undir
at bora ein tunnil til Fámjins,
tá eingin er at gjalda hann? Tá
politisk undirtøka ikki er fyri
at gera hann, og tá vit hava ein
meiriluta á tingi, sum ikki vil
gera hendan tunnil? – í øllum
førum ikki enn.
Men politikarar eru sum
børnini. Teir halda veruliga, at
um teir láta sum um, at »eg vildi
virkuliga gera tunnilin, men
hinir vildu ikki«, so fara tey at
trúgva teimum. Altso gamla um
beringin »góða mamma tað var
ikki eg«, er ein virkin hugsjón hjá
nógvum tingmonnum. Ja monn
um, tí tað eru oftast menn, sum
hugsa so barnsligt.
Hesir tingmenn vita væl, at
tunlarnir norð um Fjall liggja
framman fyri tunnilin til Fámj
ins. Tað vita teir, og tað góðtaka
teir. Men teir vilja fegnir láta
sum um, at teir ikki eru við upp
á tað. Men tað eru teir. Tí bæði
Jóhan Dahl og Erhard Joensen
eru parlamentariskt grundarlag
undir landsstýrinum, sum sting
ur politikkin út í kortið.
Fámjiningar revsaðu Javn
aðarflokkin, sum ikki vildi gera
tunnilin, og sum offraði Henrik
Old afturfyri, tí hann sum tann
einasti veruliga ætlaði at gera
hendan tunnilin.
Og sjálvt um tey í Fámjin
valdu gamla Sjálvstýri, so hjálpti
tað heldur ikki. Tí er støðan hjá
Fámjin júst tann sama, sum
fyri valið. Tunnilin bíðar til
ein buldrari sum Henrik Old
kemur farmat aftur. Ein sum
vil hendan tunnil. Snikksnakk
borar ongan tunnil – og hóast
Johan og Erhard hava politiskt
vald at leggja trýst á landsstýrið,
so fara teir ikki at gera tað.
Hóast Oldurin varð steðg
aður, so fekk hann fólk at trúgva
uppá, at tunlar kortini kunnu
gerast til smápláss. Tíðin talar tí
fyri, at tunnil kemur til Fámins.
Tað eru kávalótir tá tingmenn
tosa um tunnil til Fámjins nú
Til minnis
um Per
Højgaard
NØVN SÍÐA 21
Tórshavnar kommuna bið
ur nú um umbering fyri
vantandi røkt av kirkjugarð
inum við Velbastaðvegin í
Havn. Í skrivi til miðlarnar
skrivar kommunan soleiðis:
»Herfyri gjørdu borgarar
vart við, at kirkjugarðurin
við Velbastaðvegin ikki sá
eins væl røktaður út, sum
hann vanliga plagar at gera.
Grøðin hevur verið øgilig
seinastu vikurnar, og tað
sæst.
Men nú er gongd í og ar
beitt verður av øllum alvi at
snøgga og rudda kirkjugarð
in. Arbeiðið fer at taka nakr
ar dagar, kanska eina viku.
Orsøkin til at grasið hevur
ligið ósligið er, at júst hetta
arbeiðið í kirkjugarðinum við
Velbastaðvegin av misgáum
ikki var við í útbjóðingini,
sum varð boðin út fyrr í
summar.
Tá gjørt varð vart við
hetta, varð felagið Hjálpirót
biðið um at sláa garðin bein
anvegin, og so verður røktin
annars boðin út seinni í vik
uni.
Tórshavnar
kommuna
harmast um mistakið, men
hereftir verður garðurin so
hildin regluliga sambært av
talu við veitara, og smærri
arbeiði annars verða býtt
millum veitarar og umbiðin
uttan útboð.«
SNIKK SNAKK UM FÁMJINSTUNNIL
Ein dag um árið seta næm
ingar á Glasi sjóneykuna á
menningarhjálp. Siðvenjan
hevur mong ár á baki og er
ein týðandi liður í at menna og
fyrireika næmingar og lærling
ar á Glasi tilat hava ein virkn
an leiklut í einum samfelag,
sum er grundað á fólkaræði
og javnrættindi. Hesin dagur
var mikudagin 4. mars undir
heitinum »vit vilja gera mun«.
Og mun gjørdu tey, má
sigast. Inn komu 160.000
krónur. Umleið tveir triðing
ar, 110.000 krónur, eru lætnar
sum neyðhjálp til Bolivia. Har
afturat verða 50.000 krónur
- á leið ein triðingur - lætnar
Barnaheiminum her í Føroy
um. Á tann hátt ger hjálparar
beiðið mun bæði her og úti í
heimi.
Menningarhjálpin er skip
að undir næmingaráðnum á
Glasi. Mikudagin 17. juni var
lítil samkoma á Glasi, har
Bjørk S. Lamhauge, Bjørk
Sørensen og Julia Carlsson,
sum eru næmingar á Glasi,
handaðu Barnaheiminum
peningagávuna. Julianna
Næs Olsen, deildarleiðari á
Almannaverkinum, tók ímóti
pengunum til Barnaheimið,
umboðandi Trivnaðardepilin.
Peningurin er eyðmerktur til
at geva børnunum á heimi
num upplivingar, sum menna
og stimbra tey.
Randi Meitil og Marianna
Hoydal eru kontaktpersónar
fyri Boliviahjálpina, sum hev
ur verið síðan 1993. Randi var
eisini við á samkomuni, nú
allur innkomni peningurin er
latin móttakurunum í Bolivia.
Her var peningurin nýttur
fyrst og fremst til mat og
smittuverju.
Tað var ikki eitt krav,
at næmingar og lærlingar
skuldu arbeiða ella lata pen
ing. Tey kundu sjálvi velja
eina av tveimum møguligum
verkstovum. Fyrri møguleikin
var, sum vanligt er í 'operatión
dagsverk', at finna sær eitt dag
lønararbeiði - antin sjálvi ella
við hjálp frá næmingaráðnum
- og stuðla við 300 krónum. Hin
møguleikin var at vera virkin
á einari verkstova um ábyrgd
hins einstaka og okkara skyldu
til at taka virknan lut í einum
fólkaræðisligum samfelag, ið
byggir á andsfrælsi, tolsemi
og javnrættindi. Her kunnaðu
Reyði Krossur Føroya og Am
nesty Føroya um teirra arbeiði.
Á vári 2021 fáa næmingar
nir á Glasi aftur møguleikan
at savna pening inn til menn
ingarhjálp. Tað gera tey við
at velja møguleikan at finna
sær daglønararbeiði. Tað
ber tó til at velja at luttaka í
undirvísingarverkstovu við
umlagdari undirvísing. Vit
vóna, at úrtøkan av dagløn
ararbeiðinum aftur næsta ár
verður góð. Tí árliga menn
ingarhjálpin - í ár neyðhjálpin -
ger stóran mun, siga takksomu
móttakararnir í Bolivia.
Pengar til Barniheimið og Bolivia
Poul Jó
han Djur
huus 70
NØVN SÍÐA21
Gloymdu at sláa grasið
í kirkjugarðinum
Dalstunnilin
Randi Meitil, lærari, Bjørk S. Lamhauge, næmingur, Juli
anna Næs Olsen,deildarleiðari á Almannaverkinum, og
næmingarnir Bjørk Sørensen og Julia Carlsson