Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 24. JUNI 2020 · NR. 49 Sosialurin 16 SUNDALAGSSTEVNA 2020 Vilmund Jacobsen Í Sunda kommunu hava tey dagført bátahyljarnar í kommununi, soleiðis at í hylj­ un­um er nú bæði el og vatn. Onkrir hyljar eru meira at rokna sum bátahavnir til útróður, og soleiðis er eitt nú í Oyrarbakka, har nakrir heima­ hoyrandi bátar rógva út. Í Hvalvík er bátahylurin meira skipaður sum ein báta­ havn til frítíðarbátar, og so­ leiðis er eisini í Hósvík, har um­støðurnar nú skulu gerast enn betur. Stórt bátatiltak Tá regatta plagar at vera í Sunda­lagnum nakað eftir ólav­ søku, fyllist bátahylurin í Hós­ vík við bátum. Vanligt er, at regatta’in fer av Eiði til Hósvíkar seint seinnapart fríggjadag, og tá kvøldið kemur, er mat­ur og dansur á skránni í bygd­ar­ húsinum í Hósvík. Í neystum við havnalagið í Hósvík er tónleikur, og her verður ymiskt selt. Her plagar bæði at vera bakstur og okkurt lesk­andi til gestirnar. Regattasigling er fríggja­ kvøld - dagin fyri ovastevnu - og tá gestirnir í Hósvík morgun­in eftir ballið hava etið morgun­mat í bygdarhúsinum, er van­ligt, at fleiri bátar stevna úr Hósvík og út til Nólsoyar á ovastevnu. Nýggjar brúgvar Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at um­støðurnar við bátahylin í Hósvík eru rímiliga góðar, og nú eru so eisini nýggjar brúgv­ ar keyptar, sum skulu leggjast út í verandi hyl. - Í býráðnum hava vit okkara hugsanir um, hvussu hetta skal gerast, men vit ynskja eisini at taka bátafelagið í bygd­ ini við upp á ráð. Hetta hevur drigið nakað út, og tískil er ikki væntandi, at nýggju báta­ brúgv­arnar koma út í hylin at liggja fyri regattasiglingina í august. Borgarstjórin vísir tó á, at tað eisini er ógvuliga ivingarsamt, um nakað stórt regattatiltak yvir­høvur verður í Hósvík í ár. - Hetta veldst ivaleyst eisini um, hvussu korona-støðan verður, sum summarið gongur, legg­ur Heðin Zachariasen aftr­ at. Tað er annars Hósvíkar Róðrarfelag, sum í fleiri ár hevur skipað fyri regattasigling í Sundalagnum. Nýtt graslíki Oman fyri skúlan í Hósvík er sparkivøllur, sum kom fyri fleiri árum síðan. Fyrstu vall­ ir­nir av slíkum slag í kom­ mununi komu nevniliga í Hós­ vík og Haldarsvík, og síðan eru sparkivallir komnir í fleiri bygd­um í kommununi. - Við tað, at vallirnir í Hósvík og Haldarsvík nú hava fleiri ár á baki, eru teir eisini slitnir og skulu skiftast í summar. Gomlu vallirnir hava gummikúlur á graslíkinum, men soleiðis verður ikki við nýggja gras­líki­ num, sum skal leggjast á, bæði í Hósvík og Haldarsvík. Heðin Zachariasen vísir á, at sein­nu árini eru ymisk arbeiði og fríðkingar gjørdar í Hósvík, og her hava bæði kirkjan og bygdarhúsið fingið nýggj park­ eringspláss. - Vit hava gjørt nokso nógv við barnagarðin, plássið við minnis­varðan hevur fingið nýtt stakitt, og vit hava asfal­t­ erað nógvar vegir, sigur borgar­ stjórin. Frítt skúlaval Heðin Zachriasen vísir á, at hósvíkingar hava havt frítt skúlaval, soleiðis at skilja, at børn­ini í 1., 2. og 3. flokki eftir egn­um ynski kunnu innskúlast í bygdini. - Soleiðis er eisini í Hvalvíkar skúla, leggur borgarstjórin aftr­ at. HÓSVÍK FÆR NÝGGJAR BRÚGVAR Umstøðurnar við bátahylin í Hósvík eru rímiliga góðar, og nú eru so eisini nýggjar brúgvar keyptar, sum skulu leggjast út í verandi hyl Tað er vakurt í Hósvík, men tað er ikki vist, at allur vakurleikin sæst, tá tú ferðast við nógvari ferð eftir landsvegnum Eins og í Hvalvík, er bátahylurin í Hósvík meira at rokna sum ein havn til frítíðarbátar. Skjótt fær bátahylurin eisini nýggjar bátabrúgvar