Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 24. JUNI 2020 · NR. 49 Sosialurin 18 SUNDALAGSSTEVNA 2020 Vilmund Jacobsen Tað eru seks manningar, sum rógva við bátum hjá Hósvíkar Róðr­ar­felag í summar, og serliga spennandi er róðurin hjá dreingjunum umborð á 5-manna­farinum, Heyki, sum vann báðar teir fyrstu FM- róðrar­nar í ár - á norðoyastevnu og eystanstevnu og tapti tepurt á jóansøku í Vági ímóti Fípu­ni Føgru úr Klaksvík. Tær seks manningarnar, sum rógva fyri Hósvíkar Róðr­ ar­felag í summar, eru 1. Falk­ ur (barnaróður, dreingir), 2. Heykur (dreingir), 3. Falkur (gent­ur), 4. Heykur (kvinnur), 5. Falkur (kvinnur) og 6. Hós­vík­ ingur (menn). Hósvíkingur er tó út­leig­ aður og verður mann­aður við monnum úr høvuðs­staðar­øki­ num. Bjørn Olsen, sum er í nevndini í Hósvíkar Róðr­ar­ felag, sigur, at kappróðurin er eitt stórt tiltak á einari summarstevnu, sum sundalagsstevna er. - Men, alt gongur væl, og vit eru nú komin undir land við fyrireikingunum. Her norð­ uri eru vit ógvuliga spent til kappróðurin, og vit vóna, at okkara bátar fara at fáa góð úrslit, sigur hann. Byrja hósdagin Sundalagsstevna byrjar so smátt í Hósvík hósdagin 25. juni, tá postarenning verður fyri børnum klokkan 17. - Vit møtast við vøllin, og síðan fara vit runt bygdina at leita og læra, og sjálvandi hava børn­ini sína vitan um Hósvík við sær í skjáttuni. Í skránni fyri tiltakið verður víst á, at kostnaðurin fyri lut­ tøku er 20 krónur. Klokkan 18.30 hóskvøldið verða eisini kappingar á vølli­ num. - Hetta eru kappingar, har kapp­ast verður við liðum. Eru tit grannar, bindiklubbur, fígg­ indar ella okkurt heilt annað - komið so við! Í skránni verður eisini víst á, at seks fólk eru á hvørjum liði og tey, ið kundu hugsað sær at verið við, kunnu tekna luttøku við at senda sms-boð á tlf. 288816, sum er telefonin hjá Bjørn Olsen. Prestur setir stevnu Hóskvøldið klokkan 19.30 verð­ ur hugnaløta við vøllin, og her fer Ruben Busk, kokkur, at selja góðan streetfood-mat, eins og feløgini aftan fyri sunda­lags­ stevnu fara at selja ymiskar kiosk­vørur. Janus Trúgvason fer at undir­halda við góðum tónleiki, og tað verður Jákup Erlingsson Peter­sen, prestur, sum fer at seta sundalagsstevnu. Leygardagurin Leygardagurin, 27. juni, verður dag­urin, tá stigini í FM-róðri aftur fara at rulla. Dagurin byrjar við, at kiosk og vafflusøla verður í hølunum hjá RenoVent á bryggju­ni klokkan 12.30, og um somu tíð verður eisini høvi at keypa sær eina heita pylsu í báta­felags­húsinum. Barnaróðurin byrjar klokkan 13 leygardagin, og spennandi FM-róðurin byrjar klokkan 15. Seinni um kvøldið - ella klokkan 19 - verður útimøti við torgið í bygdini, og hetta er niðan fyri bygdarhúsið í Hós­ vík. HÓSVÍKINGAR BJÓÐA TIL SUNDALAGSSTEVNU - Alt gongur væl, og vit eru nú komin undir land við fyrireikingunum. Her norðuri eru vit ógvuliga spent til kappróðurin, sigur Bjørn Olsen, sum er nevndarlimur í Hósvíkar Róðrarfelag Hósvíkar Róðrarfelag hevur góðar umstøður Bjørn Olsen er í nevndini í Hósvíkar Róðrarfelag