Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2020síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 24. JUNI 2020 · NR. 49 Sosialurin 20 SUNDALAGSSTEVNA 2020 HÓSVÍK EIGUR VAKRAR PERLUR Vilmund Jacobsen Í Hósvík er sera vakurt, og tað er landslagið oman fyri bygd­ ina eisini. Men, tað er ikki bara í bygd­ ini og oman fyri bygdina, at tú sært vakrar perlur. Hesar sært tú eisini dygst við sjóvarmálan, har áin rennur oman á sjógv. Fyri nøkrum árum síðan varð brúgv gjørd um ánna, og her dygst við sjóvarmálan eru eisini gøtur, soleiðis at fólk, sum ganga túr, nú ikki bara síggja úr bygdini - ella av høvuðs­vegnum - og oman á sjógvi. Nú sæst eisini heilt úr sjóvar­ mála­num og niðan í bygdina og niðan í vøkru fjøllini oman fyri og kring um bygdina.