Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. juni 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 24. juni 2020 · Nr. 49 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Panikræðsla er ein støða, har tú brádliga og óvænt­ að fært herðindi ella anfall við ógvusligari angist ella óhugna. Ser­ eyð­kenni fyri støðuna er, at tú stúrir fyri at doyggja, stúrir fyri at gerast sinnissjúkur, og tú stúrir fyri at missa tamar­haldið á tær sjálv­ um. Støðan hevur við sær ófjálg likamlig árin, eitt nú pipran, sveitta, hjartabankan, bringu­ pínu, ørilsi, trupulleikar við andadráttinum og vaml. Herðindini nýtast ikki at hava samband við serstakar støður ella nakr­ an veruligan vanda, og tey kunnu koma uttan nakra skiljandi orsøk. Herðindini koma brád­liga og náa hæddini eftir lítlari løtu, og síðan eru tey burtur aftur eftir fáum minuttum. Tú følir teg frískan - tó at tú ert stúr­in - millum herð­ ind­ini. Meðan herðindini eru, hevur tú eitt sterkt ynski um at fáa hjálp, og tá støðan hasar av aftur, stúrir tú fyri nýggjum herð­indum. Í slíkari støðu kanst tú menna eitt annað slag av angist, nevniliga vænta­ nar­angist fyri nýggjum herð­indum. Hetta verður eisini rópt ”óttin fyri óttan­um”. Tí verður ofta roynt at umgangast støð ella persónar, sum tú setir í samband við herð­indi, og tú roynir at umgangast støð, har eing­ in hjálp er at heinta. Hvør er orsøkin? Hildið verður, at út við eitt prosent av fólkinum líða av veruligari panik­ ræðslu, men umleið 10 pro­sent av dønum hava upp­livað okkurt einstakt herðindi. Ein slík støða byrjar gjarna um 20 ára aldur, men tey, sum eru mest plág­að, eru fólk millum 24 og 44 ár, og kvinnur verða oftari raktar enn menn. Tann parturin av nerva­skipanini, sum eitt nú stýrir pulsi, sveitta, andadrátti og funk­ tiónum í tarm­unum, kann vera óstøðugur. Hetta við­førir ein øktan ten­d­ens til at reagera við hes­um sjúku­eyð­kennum í ávís­um støðum. Signalevnini, adrenalin og noradrenalin, verða leysgivin í heilanum og í nervalagnum annars. Hetta viðførir, at ein so­ nevnd ”alarmreaktión”, sum ikki kann stýrast, hendir í kroppinum. Panikræðsla kann eisini útloysast við broytt­ari støðu í heila­ num, har orsøkin eitt nú kann vera broytingar í nøgd­ini av koltvísúrni í blóðinum. Hetta slag av herðindum kann koma, tá fólk anda ov títt - ”hyperventilatión” - ella yviranding, sum er tiving uttan kropsmøði. Yvir­ anding kann í einstøkum føri útloysa herðindi - og í øðrum føri kann yvir­ anding vera ein fylgja av herðindum. Vandaleys tekin Ein røð av kemiskum evn­ um kunnu eisini kveikja panikræðslu hjá serliga viðkvomum fólkum. Talan kann eitt nú vera um koffein úr cola ella kaffi umframt onnur ólóg­lig evni sum am­feta­ min. Tað, sum er aftur­vend­ andi hjá fólki við panik­ ræðslu er, at hesi eru ógvu­liga gáin um vanda­ leys kropstekin sum verða mistulkað. Føla hesi fólk meina­leyst eykaslag í hjartanum, ið er nakað, sum øll menniskju kunnu føla, halda tey, at hetta er tekin um hjartasjúku. Slíkt kann leiða tey í eina ónda ringrás, har tekini frá kroppinum gerast enn sterkari orsakað av fjált­uri. Hjartað byrjar at sláa harðari og skjótari, og hetta veksur aftur um óttan. Fólk, ið líða av panik­ ræðslu, eru ofta í ætt við onkran, ið líður av tí sama. Sum børn vóru tey ofta bangin, smæðin og varin. Tey vildu ikki vera frá foreldrum sínum og vóru ikki sjálvshevjandi. Ofta vóru tey knýtt at øðrum menniskjum og vóru bangin fyri ósemj­ um. Ofta byrjar panik­ ræðsla eftir eina strong­ da tíð í lívinum, og varandi strongd kann gera støðuna upp aftur truplari. Sjúkuavgerðin Men, hvussu verður so sjúkan - panikræðsla - stað­fest? Neyðugt er við einari góðari lýsing av støðuni. Tá herðindini hvørva eftir fáum minuttum, kun­nu fólk, sum líða undir hesum og onnur við, stúra fyri, at talan er um astma, hjartasjúku ella aðra álvarsama sjúku. Læknin mátar tí blóð­ trýst og kannar hjarta, lungu og maga fyri at tryg­gja sær, at einki likam­ligt er galið við kroppi­num. Í onkrum føri vísir læknin sjúklinginum til serlækna í hjartasjúkum ella til oyra-næsa-og háls­ lækna. Men, vísa kann­ ing­arnar hjá kommunu­ lækna, at alt er í lagi, verður ikki leitað eftir likamligari orsøk. Endamálið við við­ gerðini er at fáa sjúkuna undir eftirlit, soleiðis at her­ð­indini gerast færri, eins og endamálið er at minka um óttan fyri nýggj­um tilburðum. Tað er ógvuliga týdn­ ingar­mikið at lýsa støðuna, og tað hjálpir sjúk­linginum at fáa eina frá­greiðing um, hvussu sjúku­eyðkennini byrja, og hví tey koma. Tað kann eisini hjálpa at skráseta herð­indini við at føra dag­bók. Panikræðsla kann viðgerast við góðum úrsliti - antin við sam­ talu­viðgerð ella við anti­ depres­sivum heilivági. Nógvum nýtist ikki heilivág. Fyrsta val er við­gerð við kognitivari terapi, men hetta av­ hongur av, hvussu lætt tað er at fáa sam­talu­við­ gerð. Áralong gransking og royndir vísa, at anti­ drepres­sivur heilivágur eisini hevur góða ávirkan á panikræðslu. Heilivágur kann gera, at sjúkan kemur undir eftirlit - og at herðindini halda upp­at. Men, herðindini kunnu koma aftur, tá heili­vágur ikki verður tikin meira. Kelda: www.sundhed.dk TÚ EIGUR IKKI AT STÚRA FYRI TÍ MEINALEYSA Ofta byrjar panikræðsla eftir eina strongda tíð í lívinum, og varandi strongd kann gera støðuna upp aftur truplari. Meinaleys eykasløg í hjartanum, sum øll menniskju kunnu føla, vera mett sum tekin um hjartasjúku. Hjartað byrjar at sláa harðari og skjótari, og hetta veksur um óttan og vandan fyri nýggjum herðindum Meðan herðindini eru, hevur tú eitt sterkt ynski um at fáa hjálp, og tá støðan hasar av aftur, stúrir tú fyri nýggjum herðindum. Men, her er hjálp at heinta