týsdagur 23. juni 2020síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. juni 2020 · Nr. 49
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen/Tróndur Arge
Nú er ein triðingur spældur
av landskappingini. KÍ og B36
vunnu favoritt-sigrar og renna
aftaná HB í oddinum. Víkingur
satsaði og vann bara sín annan
sigur á botn-fimm liðunum.
Argjamenn hava framvegis ikki
vunnið, men hesa ferð vóru
teir fegnari um javnleikin, enn
teir móti Skála og EB/Streymi.
Tvøramenn hava við sigrinum
á Skála, og samanlagt trimum
javnleikum, vunnið seg røttu
megin niðurflytingarstrikuna.
KÍ og B36 hava ávikavist
20 og 19 stig og tað kunnu tey
helst verða nøgd við. HB hevur
22 stig á fremsta plássi. Í Sarpu
gerði er ein ávís ónøgd við
heildaravrikið í fyrsta triðing
inum, men sigurin í gjár var
ein staðfesting av, at venjarin
er djarvur, og ikki er bangin
fyri at seta royndar spælarar av
liðnum, tá teir ikki avrika væl.
Í
botn-fimm
stríðnum
hevur TB nokk verið størsta
vónbrotið. Við stórari tilgongd
var væntað, at tvøramenn
skuldu fáa fleiri stig enn tey
seks, sum eru komin. ÍF vísti
aftur sunnudagin, at liðið er
í stand til geva teimum stóru
mótstøðu, og tað sæst eisini
aftur á stigatalvuni, har fugl
firðingar hava flest stig av
teimum niðastu.
Argjamenn og skálamenn
hava langt á mál, tí hvørki av
feløgunum hava vunnið ein
dyst higartil.
Fuglfirðingar iðra seg
3-0 sigur oftast, at talan er um
greiðan sigur. B36 vann 3-0
í Fuglafirði, men bæði í B36
leguni og millum fuglfirðingar
verður ásannað, at úrslitið er
misvísandi sammett við tað,
sum gekk fyri seg á vøllinum í
Fløtugerði.
-Vit fegnast um sigurin, og
vit fegnast serliga um, at einki
mál fór ígjøgnum hjá okkum.
Rói Mørk Hentze bjargaði
brotssparki, og hann bjargaði
eisini, tá ið Sámal Joensen heilt
tíðliga var leysur frammanfyri
málverjan hjá okkum, sigur B36
liðformaðurin, og hann heldur
fram:
-Í seinna hálvleiki vóru vit
ikki sannførandi. Sammett við
í fjør er ÍF ikki at kenna aftur.
Fuglfirðingar vunnu nógvar
nærdystir, og tá riggaði saman
spælið hjá okkum ikki so væl.
At tað ikki eydnaðist teimum
at skora bar við sær, at tað
framvegis var eitt sindur eftir
okkara treytum. Og so var tað
heilt avgerandi, at Brian Jakob
sen bæði skoraði og legði upp
tað korterið, hann var á vølli
num. Honum fara vit heilt víst
at hava brúk fyri, sigur Andrias
H. Eriksen.
Hetta var fyrsta ferðin síðani
3-0 sigurin í øðrum umfari, at
einki mál fór ígjøgnum hjá B36.
Ólavur Larsen er annar av
ÍF venjarunum. Hann harmast
3-0 tapið, sum hann heldur vera
misvísandi:
-Gongdin í dag minti nógv
um, tá ið KÍ og HB vóru her. Í
øllum hesum dystunum hava
vit tapt við trimum málum,
eftir at vit leingi hava verið
væl við og kenna okkum hava
spælt fyri at vinna stig. Stóri
trupulleikin er, at vit ikki
megna nóg væl at umseta
málmøguleikar til mál. Tíverri
misnýttu vit brotsspark, og
vit høvdu eisini aðrar stórar
møguleikar. Hugaligt var tað,
at umframt Jákup Nolsøe Ol
sen í málinum, so stóðu tveir
aðrir ungir fuglfirðingar seg
væl. Sámal Joensen og Gundur
E. Petersen eru góðir fótbólts
spælarar, og teir vóru við til
at syrgja fyri, at vit í seinna
hálvleiki vístu betri fótbólts
spæl enn B36, sigur Ólavur
Larsen.
Tað endaði við, at B36 vann
3-0, men tað var spenningur í,
inntil tað restaðu fýra minuttir.
Tað var ikki fyrr enn tá, at
tað eydnaðist B36 at økja um
munin til 2-0 og so 3-0.
Tá ið eitt korter var eftir,
varð Brian Jakobsen skiftur inn
í B36 álopið. Hann hevur verið
skaðadarvaður, og síðani hevur
hann havt ilt við at vinna pláss
millum teif fyrstu ellivu.
Sunnudagin
varð
hann
skiftur inn, tá ið tað restaði
eitt korter, og fýra minuttir
undan leikloki økti hann um
B36 leiðsluna til 2-0. Meinhard
E. Olsen legði við frísparki úr
vinstru og fram í brotsteigin,
og innskifti Brian Jakobsen
stýrdi við høvdinum bóltin inn
við handara stólpa.
Tá var stórur fagnaður í B36
leguni, og í tíðini, sum dómarin
legði aftrat, eydnaðist tað at
staðfesta 3-0 sigurin við máli,
sum Meinhard E. Olsen skoraði.
Her var tað Brian Jakobsen,
sum átti uppleggið.
Leingi var tað 1-0, og harvið
reið tað um snarið, hóast B36
hevði fleiri málmøguleikar og
fleiri spentar støður eftir nógv
hornaspørk í fyrra hálvleiki.
Eftir B36 horna úr vinstru
vóru
fuglfirðingar
óhepnir
at gera sjálvmál í 9. minutti.
Tá hevði B36 longu havt tveir
heilt stórar møguleikar. Nú
Milos Budakovic er skaddur,
var 21 ára gamli Jákup Nolsøe
Olsen millum ÍF stólparnar, og
hann var ein brandur. Tað var
hann beinannvegin, tá ið hann
óræddur leyp ímóti og bjargaði.
B36 var leikliga oman á í
fyrra hálvleiki, men ÍF spældi
seg eisini til góðar málmøgu
leikar. Tann størsta vann ÍF
miðskeiðis í fyrra hálvleiki,
tá ið Eiler Rasmussen bríks
laði fyri brotssparki til ÍF. ÍF
liðformaðurin Jan Ó. Ellings
gaard hevur higartil í ár skorað
trý mál. Eitt av hesum mál
unum varð skorað við brots
sparki. Jan hevur umsetti
nógv brotsspørk til mál, men í
kanska mest avgerandi brots
sparksstøðuni,
sum
hann
hevur verið í, eydnaðist tað
ikki at skora. B36 málverjin,
Rói Mørk Hentze, tveitti seg til
høgru fyri seg sjálvan og bjarg
aði.
KÍ vann tryggan sigur
Tað var einki at ivast í, tá ið
meistararnir í Klaksvík sunnu
dagin høvdu vitjan av Skála,
sum framvegis leingist eftir
fyrsta sigrinum í ár. KÍ vann
3-0. Eftir fyrra hálvleik var 2-0.
At spurningurin eftir steðg
in bara var, hvussu stórur
heimasigurin fór at verða, varð
staðfest longu í fyrsta minutti
eftir steðgin. Tá vann KÍ horna
í høgru. Jóannes Bjartalíð legði
innfyri og Páll A. Klettskarð,
sum var settur á vøllin eftir
steðgin, setti bóltin í netið, og
so var 3-0.
Fyrsta málið varð eisini
skorað eftir horna úr høgru.
Jóannes Bjartalíð sendi inn
fyri, og eftir at einir tveir
høvdu nortið við bóltin, var
tað KÍ liðformaðurin Jákup
B. Andreasen, sum skumpaði
bóltin síðsta meturin inn um
málstrikuna.
Klaksvíkingar pressaðu í
løtum gestirnar frammarlaga
á vøllinum, og tað var orsøkin
til 2-0 málið. Jonn Johannesen
vann bóltin frammarlaga í
høgru, legði upp á tvørs, og
Patrik Johannesen takkaði fyri
og skoraði annan dystin á rað.
Skálamenn royndu at spæla
fótbólt, og teir vóru ágrýtnir,
men tað var ov stórur munur
á liðunum. KÍ eigur nógv størri
likamliga styrki og vann flestu
nærdystirnar bæði á jørðini og í
luftini, og KÍ hevði fleiri roynd
ar spælarar, sum loystu av, enn
skálamenn áttu.
Sum seinni hálvleikur leið,
var bólturin mest sum alla tíð
ina á skálahálvuni. Tá ið gest
irnir viðhvørt vunnu bóltin,
vóru klaksvíkingar á teimum,
áðrenn tað bar Skála til at vinna
seg fram á mótstøðuhálvuna.
Síðstu minuttirnar vendi
myndin. Skála var fleiri ferðir í
KÍ brotsteiginum, og tá var um
reppið, at Ronni Møller-Iversen
minkaði um munin, men úr
góðari støðu og eitt sindur úr
vinstru sendi hann bóltin upp
um KÍ málið.
Javnt í Trongisvági
Tað var intenst, og tað var
spennandi, men tað var í
longum løtum rættiliga óruddi
ligt, tá ið TB seinnapartin hevði
vitjan av AB.
Bólturin fór ikki á rull fyrr
enn eitt korter eftir ætlaðu
dystarbyrjan. Tað komst av, at
AB ferðalagið fór suður fyrra
partin. Jóansøkuferðslan var
nógv, og tí var Smyril eitt sind
ur seinkaður suður. Tað endaði
1-1. Bæði málini vórðu skorað í
fyrra hálvleiki.
TB legði seg framum, tá ið
eitt korter var farið. Málskjútti
var Nikolei Johannesen, sum
annars hevur verið nógv á
beinkinum, men sum sunnu
dagin var millum teir fyrstu
ellivu. Tað var eftir innlegg frá
Rasmusi Møller.
AB svaraði aftur, tá ið
tað restaðu átta minuttir av
fyrra hálvleiki. Innleggið var
úr høgru, og eftir kontra var
bólturin høgt í luftini, áðrenn
hann dalaði niður stutt úr
málinum. AB miðverjin Sørin
Betri deildin menn 9. umfar:
VÍKINGUR
VÍKINGUR
SATSAÐI
SATSAÐI
OG VANN
OG VANN
Betri deildin menn: Eyðun Klakstein setti
fleiri royndar spælarar av og tað gav úrslit.
B36 hevði trupulleikar í Fuglafirði, men Rói
M. Hentze var stóri bjargingarmaðurin. KÍ
vann uttan dramatikk móti Skála, meðan
TB og AB deildu stigini á jóansøku