týsdagur 23. juni 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. juni 2020 · Nr. 49
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge – Við Løkin, Runavík
Runavíkingar
vunnu
sann
førandi 2-0 á HB mánakvøldið
í seinasta dystinum í fyrsta
triðinginum í landskappingini.
Við sigrinum bleiv NSÍ fyrsta
liðið, sum vann á HB og setti
samstundis lív í oddastríðið,
har fýra feløg nú eru bara ein
sigur frá oddasessinum hjá
havnarmonnum.
Vandin fyri øll uttan tey í
HB er, at teir endurtaka kapp
ingarárið frá 2018, tá ongin
spenningur var meginpartin av
kappingini, tí HB streyk avstað.
NSÍ spældi væl betri enn teir
hava í hinum toppdystunum,
samstundis sum avrikið hjá
HB vr lækari enn hini avrikini
í ár. Tá so HB fekk møguleikan
at gera tað spennandi, so stóð
Tórður Thomsen í vegin. NSÍ
hevur bara latið fýra mál inn í
ár og tað í stóran mun takkað
verið málverjanum.
NSÍ í broyttari spælskipan
Runavíkingar hava fyri tað
mesta spælt 3-5-2 í ár, men til
hendan dystin broytti Glenn
Ståhl uppstilling til 3-4-3. Hetta
fyri at leggja størri trýst á upp
spælið hjá HB.
-Teir senda ein maður aftur í
millum miðverjarnar og byggja
upp við trimum. Vit broyttu
uppstilling fyri at kunna møta
teimum við trimum heldur enn
tveimum spælarum í uppspæli
num, sigur Glenn Ståhl, venjari
hjá NSÍ.
Búi Egilsson fekk afturval,
eftir at hann bleiv skiftur úr í
hálvleikinum í 1-1 javnleikinum
móti B36. Hesa var hann meira
álopskendur í høgru, meðan
Petur Knudsen var í vinstru.
HB aftur við 16 ára
gomlum í miðverjuni
Undan dystinum kunngjørdi
HB, at felagið hevur fingið til
gongd av Mads Boe Mikkelsen,
sum er føroyskur U21-lands
liðsspælari, men hevur higartil
bara spælt í donskum fótbólti.
HB hevur avbjóðingar við
skaðum og hvørki Heðin Han
sen ella Delphine Tshiembe
blivu tøkir til dystin. Tí fekk
16 ára gamli Samuel Chukwudi
afturval fyri triðju ferð í mið
verjuni.
Einasta broytingin var at
Jógvan Rói Davidsen byrjaði
inni fyri Hera H. Mohr á høgra
bakkinum. Her verður sagt úr
HB, at tað er einasta plássi har
HB fær skift millum tveir javnt
góðar spælarar, og tí velur
mann eisini at spara har tað
ber til. Heri H. Mohr skuldi tó
skjótt koma í spæl
NSÍ á øllum
Undan dystinum hevði NSÍ
bara fingið tvey stig í trimum
uppgerðum móti hinum í topp-
fimm. Í javnleikunum móti KÍ
og B36 var NSÍ greitt við undir
lutan, meðan HB hevur verið
omaná í flestu dystunum
hjá havnarmonnunum í
ár.
Tí kom tað óvart á, at NSÍ
setti seg á dystin frá byrjan.
Longi fyrstu minuttirnar sást,
at NSÍ hevði takið á dystinum.
Teitur M. Gestsson mátti tvær
ferðir
til
arbeiðis,
áðrenn
Bárður J. Hansen eftir 11
minuttir legði NSÍ á odda. Tað
var eftir innlegg úr vinstru frá
Peturi Knudsen.
Okkurt sprell var í HB
spælinum, men tað var flut
uppiborið, tá Petur Knudsen
økti til 2-0 fáar minuttir fyri
hálvleik. Tá hevði Klæmint
A. Olsen havt tríggjar góðar
málmøguleikar, men í fjórðu
royndini bleiv hann feldur av
Samuel Chukwudi og dómarin,
Petur Reinert, peikaði á brots
sparksblettin. Petur Knudsen
var róligur og fintaði Teit M.
Gestsson at fara í skeiva síðu.
NSÍ kundi verið á odda
við fleiri, men lagið var gott
á áskoðaraplássunum. Í HB-
legunni kemur tað ila við,
at Pætur Petersen má av
vøllinum við skaða. Í hansara
stað kemur Heri H. Mohr.
HB svarar aftur –
Tórður í stórformi
Í seinna hálvleiki er HB væl
betri við. Liðið byrjar nú at
megna at trýst NSÍ aftur á egna
hálvu, og teir reyðu og svørtu
vinna eisini fleiri tvídystir.
Størstu møguleikarnir at
skora
fáa
d o n s k u
miðvallarnir Mathias Nygaard
og Mikkel Frankoch. Serliga
Mathias Nygaard er nær við,
tá hann í tveimum førum
stútar móti málinum, men
í báðum førum er talan um
góðar bjargingar frá Tórðuri
Thomsen.
Serliga
tann
fyrra er í heimsflokki. Løtu
seinni eru gestirnir snildir í
hornasparksstøðu, men Mikk
el Frankoch rakrar ikki bóltin
nóg væl.
Í hinum endaum fánar
álopsspælið eitt sindur, men
NSÍ megnar í løtum at leggja
trýst á og halda bóltinum inni
á hálvuni hjá HB.
Móti dystarenda vilja HB
arnir hava brotsspark, men í
besa føri er talan um fríspark
uttanfyri brotsteigin. Dómarin
dømir einki, tá bólturin kemur
í hondina á einum NSÍ ara.
Tað endar við at NSÍ vinnur
uppiborið 2-0. Runavíkingar
kundu havt vunnið meir, men
HB kundi eisini havt etið seg
inn aftur í dystin.
Glenn nøgdur –
Berthel ónøgdur
Glenn Ståhl var ovurfegin um
sigur og brúkti millum annað
ensku vendingina ”on top of
the world”, nú NSÍ endiliga
vann ein dyst móti einum av
hinum toppliðunum.
- Mínir menn vístu sjálvs
álit og tordu at spæla og ikki
sparka fótbólt. At teir tordu
tað – eisini tá ið mótstøðu
menninir royndu at pressa
teir frammarlaga á vøllinum
– hevði avgerandi týdning.
Uppstillingin var broytt so
leiðis, at vit vóru í 3-4-3 út
gávu í staðin fyri 3-5-2. Tað
er styrki at vera førur fyri
at vera í fleiri útgávum, og
mínir menn vístu í kvøld, at
hetta megnaðu teir væl, segði
svenski høvuðsvenjarin hjá
NSÍ, Glenn Ståhl.
Jens Berthel Askou var
minni fegin, hóast HB fram
vegis er nummar eitt á stiga
talvuni.
- Tað riggaði ikki. Persónlig
mistøk í verjupartinum og
óneyvar temjingar og skeiv
ar avgerðir, tá ið tað var um
at verða vandamikið í álops
partinum bóru við sær, at tað
ongantíð varð heilt vanda
mikið. Tá ið vit so í seinna
hálvleiki megnaðu at vinna
okkum í tvær góðar støður
eftir innlegg úr vinstru, so
vardi málverjin hjá teimum
meistarliga væl, sigur danski
høvuðsvenjarin hjá HB, Jens
Berthel Askou.
trondur@sosialurin.fo
Betri deildin menn: Runavíkingar gjørdu øll fótbóltsføroyum
eina tænastu, við at vinna á HB mánakvøldið. Nú er
stórur spenningur í oddinum, har bara trý stig eru á muni
millum HB á fyrsta plássi og B36 á fjórða plássi
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
GLENN: PÓL JÓHANNUS ER VÆLKOMIN
-Pól Jóhannus Justinussen er ein fantastiskur spælari. Hann
kann geva okkum nakað, sum vit kanska ikki hava í løtuni við
kropsligri styrki. Millum annað í uppspælinum og tá vit hava
innlegg. Um hann fær hug at møta til venjing í morgin, so skal
eg bjóða honum vælkomnum, sigur Glenn Ståhl, venjari hjá
NSÍ, um eina møguliga tilgongd av Pól Jóhannusi Justinussen.
NSÍ-HB 2-0:
GER SO VÆL –
GER SO VÆL –
HEILSAN NSÍ
HEILSAN NSÍ