Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 26. JUNI 2020 Ikki turka rokningina upp á landskassan Seinastu kanningar vísa, at framvegis er eingin føroyingur staðfestur smittaður við kor­onu­smittuni. Hetta byggir á í alt 12.558 kann­ingar. Tað upplýsir Landslæknin. Í alt hava 187 før­oyingar fingið staðfest koronusmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir. Eingin nýggjur smittutilburður er ­stað­ fest­ur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hev­ur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 6.161 kanningunum. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkr­a­húsverki Føroya í sambandi við koronusmittuna. 12.558 kanningar eru nú gjørdar KORONAFRÍ Kona fútan gav boð um at skjóta Siðsøga síða 16-17 Hart arbeiði at røkka tindunum síða 6-8 Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Haldarar, sum ikki hava fingið Sosialin Um Sosialurin ikki er borin haldarum klokk­an 20 fríggjakvøld – sendið teldu­ post til klaga@sosialurin.fo Stundum kvaklast tú við, tá tú frætt­ir ym­iskt úr rættarskipanini og úr ad­v­ ok­at­heiminum – og stundum yppir tú bara øksl, tí tú ivast í, um tú sjálvur ert fá­kunn­ug­ur – ella um tað er í fínasta ord­an, at summi duga so væl at skriva rokn­ingar. Stóru sakarmálini hjá Finansiel Sta­ bi­li­tet lýsa so væl galskapin, har mill­i­ ard­ir av skattakrónum verða nýttar til himm­al­rópandi advokatrokningar, með­an stat­urin tapir eitt mál fyri og ann­að eftir. Staturin hevði kunna loft­ að fleiri bankum bara fyri ad­vo­ka­t­ rokn­ing­ar fyri tapt sakarmál. Tað er ikki ókent í vinnilívinum, at fólk verða provisjónslønt – at tey fáa eyka løn eftir innsatsi. Men soleið­is er ikki hjá advokatum, sum vinna hvørja ferð – í øll­um førum rokningarnar. Á seinasta løgtingsvali kom ad­vokat­ ur á ting, sum undan valinum eisini bland­aði politikk og vinnu saman. Hann stevndi tá vegna reiðarí lands­ stýr­ið eftir end­ur­gjaldi fyri mistar kvot­ur. Stevningin ber ikki sørt brá av poli­ tikki. Einki bar til, tá Høgni Hoydal stjórn­aði Fisk­i­mála­ráð­num – sjálvt um reið­a­ríið keypti annað reiðarí, sum nú hev­ur gjørt sátt­mála um stásiligt tíð­ar­ hósk­andi skip – sum eisini er kærkomið fyri sam­fel­agið. Tað kann væl vera, at reiðaríið hevði vunn­ið sakarmálið ímóti lands­stýr­i­ num. Hesum eru vit ikki før at taka dag­ar í­millum. Men vanligt er, at tá tú tek­ur eina stevning aftur, so er tað tí, at tú hev­ur tapt málið ella í øllum førum ikki vænt­ar at vinna málið, og tí gevst með­an tíð er, so útreiðslurnar til ad­vo­ kat­ar­nar ikki gerast alt ov stórar. Vanliga rindar taparin allar ad­vo­kat­ rokn­ing­arnar. Men nú vil reiðaríið hava, at Fiskimálaráðið sjálvt skal gjalda sín­ar advokatútreiðslur upp á sjey mill­iónir kónur. Her mugu vit siga við Fiski­mál­a­ráð­ ið: Standið nú fast! Sjálvt um allir part­ ar í mál­i­num nú eru í sama flokki – og tí kunnu siga, at framtíðin hjá føroysku fiski­vinnuni er í tryggum hondum og hevur trygg kor, so kunnu teir ikki turka allar útreiðslurnar upp á lands­ kass­an, bara tí at teir ikki tora ella vilja ganga plnakan út at vita, hvør nú hevði rætt í hesum máli. Men latið vera við at turka rokn­ing­ ina upp á landskassan. Gjaldið sjálvir! Seinastu vikurnar er Sosialurin aftur kom­in út tvær ferðir um vikuna, miku­ dag og fríggjadag. Tá koronukreppan herjaði á, fór eisini Sos­i­al­urin niður í fer, tí at lýsingarnar bráð­steðgaðu av niðurgongdini í sam­fel­ ag­num, og tí at posta heldur ikki bar bløð­ini út mikudagar eitt skifti. At fólk vórðu heimsend hevði eisini ávirkan á fram­leiðsl­una. Nú er ferðin farin nakað uppaftur, og miku­dags­blaðið og vikuskiftisbløðini koma út sum vanligt. Hetta verður støð­ an í øllum førum næstu tveir mánaðirnar. Sosialurin vil fegin takka fyri tað tolni, sum haldarar hava víst okkum í kor­on­u­ krepp­uni, sum hevur havt ávirkan á út­ gáv­u­talið. Tí hava vit lækkað hald­ar­a­ gjald­ið úr 450 krónum niður í 420 krónur. Sosialurin hevur eisini gjørt av at bróta 23 ára gomlu siðvenjuna at selja tal­gildu útgávuni fyri seg, sum blaðið hev­ur gjørt síðani 1997. Tað hevur kostað 225 krónur um ársfjórðingin, men verður nú partur av vanliga haldaragjaldinum. Tað vil siga, at tú sum haldari fært blaðið borðið við postinum og hevur atgongd at lesa blaðið á netinum [tað kann síggjast á www.sos.fo). Tey eru í løtuni í ferð við at leggja síðstu hon á skipanina, sum vónandi verður klár at taka í nýtslu 15. juli. Blaðið verður dagført á netinum samstundis sum tað verður sent til prent týsdag og hósdag klokkan 16. Um hetta kunna vit nærri um í næst­ um. Sosialurin Í næstum allir haldarar atgongd til Sosialin á netinum Í 23 ár hevur talgilda útgávan av Sosialinum verið seld fyri seg. Nú verður hon partur av vanliga haldinum